Tórshavnar Býráð hevur arbeitt við eini ætlan um at reisa ein minnisvarða yvir undangongukvinnuna Andreu Árting. Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelan, har hon var ein ímyndin av verkafólkastríðnum í farnu øld. Fyrr fingu mannfólk munandi hægri løn enn konufólk, og eitt av hennara hjártamálum var, at menn og kvinnur skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði. Tað var kortini ikki fyrr enn í 1977, at tað eydnaðist at fáa arbeiðsgevarar at góðtaka tað.
Hon gekk eisini undan at fáa kvinnur at rógva kapp og longu í 1918 tók hon stig til at kvinnuróður á ólavsøku.
Gunvør Balle hevur reist málið um at reisa henni ein minnisvarða og síðani hevur verið roynt at fáa fakfelag, og onnur, at stuðla ætlanini og so skuldi býráðið fíggja restina. Men hon vónar, at býráðið tekur undir við at fullføra ætlanina.
Býráðið umrøddi málið á fundi í gjárkvøldið og har skiltist, at tað gekk strilti at fáa fígging. Tað varð upplýst, at fakfeløg høvdu játtað at seta 300.000 krónur í ætlanina og annars eru einar 600.000 krónur fingnar til vega aðrastaðni frá, so tilsamans er ein millión til taks.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at tað mangla 1,8 til tvær milliónir í og enn er óvist, hvaðani tær skulu koma. Hann helt, at metti undanfarna samgonga, at hetta hevði so stóran týdning, kundu tey havt sett pening av til endamálið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at eydnast ikki at finna uttanhýsis fígging, eigur Býráðið at finna restina av pengunum, so at ætlanin verður veruleiki.
Tey hava eisini funnið listamannin, sum skal gera minnisvarðan, og tað er klaksvíkingurin, Edvard Fuglø. Somuleiðis er avgerð tikin um, at minnisvarðin skal standa vestast á torginum í Steinatúni, við blomsturkassan, sum har stendur. Men kanska verður tað neyðugt at broyta torgið nakað fyri at geva minnisvarðanum tað neyðuga plássið.