–Tað er skelkandi at tit tora at koma við hesum her. Tað heldur Elsa Berg, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi.
Í gjár legði meirilutin í býráðnum fíggjarætlanina fyri næsta ár, fyri býráðið, men tað fekk onga serliga móttøku frá minnilutanum í býráðnum.
Í uppskotinum er játtanin til grønan orkupolitikk skerd tvær milliónir, so at hon nú er tvær milliónir. Og tað er Elsa Berg, skelkað av og hon heldur, at tað er ófatiligt, at tey tora at leggja eitt slíkt uppskot fram, og at tað er komið so langt, uttan at nøkur klokka hevur ringt onkustaðni.
Hon vónar bara, at tað eydnast at broyta uppskotið, so at tey koma á rætta kós aftur.
Hon vísir eisini á, at í ár hevði býráðið 5,6 milliónir til taks til at leggja um til grøna ork, men meiri enn helvtin av játtanin er brúkt til lyktapelar og ledljós og snildar ljósskipanini.
Hetta stendur fyri 11 prosent av útlátinum hjá Tórshavnar Kommunu, so tað er ikki her, pengarnir skulu brúkast. Hetta er at halda komandi ættarlið fyri gjøldur, sigur Elsa Berg.
Sjálv bjóðar hon seg fram at fara í samstarv við meirilutan um hesi viðurskifti, so átøk kunnu setast í verk, sum muna.
Heðin Mortensen, borgarstjóri tekur væl ímóti teirri útrættu hondini frá Elsu berg og hann sigur seg vóna, at nakað gott fer at spyrjast burtur úr, tí hann er samdur í, at tey skulu fáa sum mest fyri hvørja krónu.
Uppskotið til fíggjarætlan skal so til umrøðu í teimum ymsu nevndunum í býráðnum og síðani kemur tað aftur til viðgerar í býráðnum.