Elttør var ovurfegin, tá hann ellivu minuttir eftir steðgin 2. hvítusunnudag økti KÍ leiðsluna ímóti TB til 4?0. Gamli málslúkurin hjá KÍ og trífaldi málskjúttin hesa ferð, Kurt Mørkøre, átti næstsíðsta fótin [...] verður ein sera torførur dystur hjá okkum, men vit mugu royna og trúgva upp á, at tað fer at bera til. Vit mugu eisini vóna, at vit ikki fara at verða so plágaðir av skaðum. Allan Joensen noyddist aftur [...] er ein stórur missur, tá hann ikki er við. Ove Nysted er eisini skaddur, og Jan Andreasen er ikki komin fyri seg aftur enn. Tað merkist, men vit fara at gera okkara besta. Tað verður í hvussu so er hugaligari
danskaran. Men nú eru sokallaðu sosialdemokratarnir ikki í stjórn meira. Ein høgra stjórn er komin til valdið, og hendan stendur við einum stórum trupulleika: Hvussu kann hendan stjórnin føra ein meira [...] brotsverkum. Og júst hetta við brotsverkunum hava Poul Nyrup Rasmussen og hansara kumpanar brúkt sum orsøk til at gera útlendingapolitikkin enn strangari, og spreiða enn meira hatur og ræðslu millum vanliga danskaran
var settið heima. Í hesum settinum var spælið til tíðir sera gott, og hóast "duellirnar" kundu verið longri, so stríddust liðini óført um yvirvágina. Tá til stykkis kom, var tað í roynd og veru avgerðin [...] fyri og leyp á afturímóti. Úrslitið hevur við sær, at Mjølnir hevur fjúrtan stig nú kappingin er komin í helvt. ÍF kemur teimum á baki, síðani Fram og síðani Fleyr. Skal Fleyr gera sær nakrar tankar um
Mortensen við Dimmalætting vera eitt brot á tagnarskylduna í sambandi við viðgerðina av uppritinum til samráðingarnar um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tí sendi hann seinnapartin mikudagin løgtinginum skriv [...] Panikkur í landsstýrinum Heðin Mortensen heldur, at kæran um seg heilt greitt sýnir okkum, at tað nú er komin panikkur í landsstýrissamgonguna í sambandi við fullveldismálið. Í sama sambandi vísir hann eisini [...] ráðingar teirra við donsku stjórnina miseydnast. Men eg ætli mær ikki at góðtaka at verða gjørdur til syndabukk, og tí er seinasta orðið ikki sagt frá mínari síðu í sambandi við ógrundaðu kæruna, staðfestir
Landsstýri, sum eigur 16,2 prosent, og Framtaksgrunnur Føroya, sum eigur 6,3. Smærru partaeigararnir eiga til samans 18 prosent av partapeninginum í Smyril Line, sum er tilsamans 112.012.332 krónur. Les eisini: [...] Landssjúkrahúsið á Viðarnesi, Tinganesi, á Eystaru Bryggju, á Krákusteini og á Skansanum. Øll komin at fregnast um og at fagna nýggja flaggskipinum, Norrønu. Tá klokkan var farin eitt korter yvir [...] stevndi Norrøna í allar fagrasta veðri út av vágni fullsett við um 1400 ferðafólkum og 350 bilum til Danmarkar. Nógv fólk var eisini í Havnargøtum hóskvøldið fyri at síggja nýggju Norrønu, og eitt
feløg eins og almenn verða við til at lyfta í felag. Nýhugsan á bústaðarøkinum Gera vit tað sama, fáa vit tað sama. Tá tað kemur til bústaðarviðurskiftini verða vit noydd til at leggja á annan bógv. Vit í [...] ráðgevaravinnuna, fíggingarstovnar og pensjónsgrunnar til tess at finna ein leist ella eitt slag av einum privatum alternativi til almenna felagið, Bústaðir, til at byggja bústaðir. Endamálið við hesum arbeiði [...] m talan um dýra lendið; at vinnan má keypa lendið til heilt annan prís enn eitt nú Bústaðir. Tað er lítið at ivast í, at skulu vit byggja bústaðir til ein rímuligan prís so má dýrkandi eindarprísir sum
brúktir til leiðslu og enn einaferð kemur sjúklingurin ikki í fokus. Játtanirnar og pengarnir fara í ov stóran mun til fyrisiting á ovastu rókunum, og náa ikki til sjúlkingin, umframt risa íløgur til bygningar [...] førleikin og kapasiteturin er ikki til staðar á smáu sjúkrahúsunum, og yvirnormeringar eru til eitt nú sjúkrarøkarfrøðingar og læknar. Hesar yvirnormeringar skuldu verði fluttar til Landsjúkrahúsið, so vit fáa [...] sítt lokalpláss til egnan persónligan vinning. Tíðin er nú komin at menna víðari eitt framkomið og dygdargott Landsjúkrahús, har sjúklingurin er í fokus. Tíð, peningur og orka skal brúkast til dygdargóða
sjúkugongd. Hetta hevur eisini ført til, at Dansk Industri og Kræftens Bekæmpelse hava tikið seg saman um eitt átak, ið hevur til endamáls at fyrireika leiðarar betur til hesa uppgávu og avbjóðing. Kræftens [...] hava upplivað avbjóðingar, tá tey komu aftur til arbeiðis, eitt nú við seinárinum og við at røkja sínar skyldur. Við øðrum orðum vanta leiðarum amboð til at taka sær av avbjóðingunum, ið eisini fara at [...] fáa krabbamein í 2025, og hetta er ein vøkstur í mun til í dag á 6000 fólk um árið. Krabbameinssjúklingar vilja gjarna varðveita sítt tilknýti til arbeiðsplássið undir sjúkugongdini, men samstundis hevur
útreiðslur til sunnan diabetesmat og øktar eginútreiðslur til diabetesheilivág, hava ikki ráð sjálvi at bera kostnaðin av alneyðugari fyribyrgjandi sjúkraviðgerð/fótarøkt. Verður stuðulin til fótarøkt til diabetikarar [...] upp á 500 kr. fyri hvørt hjálpartól. Hjálpartól til sjúkurakt eiga framhaldandi at verða veitt sum ókeypis lán. Almannamálaráðið ætlar at strika stuðulin til fótarøkt hjá diabetikarum Almannamálaráðið boðar [...] skal yvirtaka uppgávuna at veita stuðul til fótarøkt hjá diabetikarum. Tað er sera óheppið at Almannamálaráðið við einum pennastroki ætlar at taka av stuðulin til fótarøkt hjá diabetikarum, hetta uttan
stórt arbeiði gjørt, til tann týdningarmikla partin sum nú stendur fyri framman: Sjálv uppboðssølan. - Í gjár seldu vit tvey tons. Meginparturin fór til Fiskavirking í Gøtu og til Nevið í Runavík, har [...] at Fiskamarknaðurin ringir til Wentzel klokkan 8, og so gevur hann teimum eina meting av, tí sum teir hava til dagsins sølu. Klokkan 9 verða so tølini send umvegis telefaks til teir, og síðani koma tølini [...] er 10 eru øll tølini komin út á heimasíðuna hjá Fiskamarknaðinum. Og so kann sølan byrja, greiðir Wentzel frá. Arbeiðið hjá teimum á Landingarmiðstøðini er síðani at fáa fiskin út til teirra sum hava keypt