20 ár síðani nýggja Norrøna kom á Havnina

Í dag eru 20 ár síðani, at nýggja Norrøna hjá Smyril Line kom á Havnina

Seinna Norrøna hjá Smyril Line varð bygd á Flender Werke í Lübeck í Týsklandi, og hon varð handað felagnum 7. apríl í 2003 og kom fyrstu ferð á Havnina 10. apríl í 2003.

 

Skipið var formliga tikið yvir kl 15:56 mándagin 7. apríl á høvuðsskrivstovuni hjá Flender Werft í Lübeck, har nevndarformaður, stjóri, skipasmiðju- og bankaumboð skrivaðu undir skjølini, og har Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipasýninum, eisini góðkendi pappírini.

 

Les eisini: Nýggja Norrøna fyllir 20 ár í dag

 

Smyril Line varð stovnað í 1982 av yvirmonnum á M/F Smyrli, sum hevði røkt uttanlandssigling síðani 1975. Felagið útvegaði sær ferjuna Gustav Vasa, gav henni navnið Norröna, og í 1983 byrjaði Smyril Line at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli.

 

Síðan nýggja Norröna kom í flotan, er hon dagførd í smáum. Um árskiftið 2020/2021 varð ein størri nútímansgerð av Norrönu framd. Kabinutalið varð økt við 50 kabinum og á dekk 10 varð bygd ein nýggj café. Samlaða talið á kabinum er nú 366, harnæst eru 30 couchetturúm. Umframt hesar stóru broytingar, vóru dagføringar framdar í øllum skipinum. 

 

Norröna er 36.976 BRT, er 165,7 metrar long, 30 metrar breið og kann sigla við eini ferð á 21 míl um tíman.

 

Smyril Line eigur og rekur eisini Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral.

 

Umframt skipini og skrivstovuna í Føroyum, eigur Smyril Line eisini Smyril Line Travel A/S í Danmark. Hetta felag rekur virksemið í Kiel í Týsklandi.

 

Stóru eigararnir í Smyril Line eru P/F 12.11.11, sum eigur 59,5 prosent av partapeninginum. Føroya Landsstýri, sum eigur 16,2 prosent, og Framtaksgrunnur Føroya, sum eigur 6,3. Smærru partaeigararnir eiga til samans 18 prosent av partapeninginum í Smyril Line, sum er tilsamans 112.012.332 krónur.

 

Les eisini: Veteranurin í føroyskari ferðafólkasigling

 

– Tað var sum á ólavsøku hendan dagin fyri 20 árum síðani, tá nýggjaNorrøna stevndi inn á Havnarvág, skrivar Sosialurin:

 

»Fólk vóru at síggja allastaðni, á Argjalandinum, við Landssjúkrahúsið á Viðarnesi, Tinganesi, á Eystaru Bryggju, á Krákusteini og á Skansanum. Øll komin at fregnast um og at fagna nýggja flaggskipinum, Norrønu.

 

Tá klokkan var farin eitt korter yvir midnátt stevndi Norrøna í allar fagrasta veðri út av vágni fullsett við um 1400 ferðafólkum og 350 bilum til Danmarkar.

 

Nógv fólk var eisini í Havnargøtum hóskvøldið fyri at síggja nýggju Norrønu, og eitt skifti tyktiskt smpádómurin hjá teimum mest dapurskygdu um ferðsluruðuleikan at ganga út.

 

Men hetta kaosið stóðst neyvan bara av bilum, sum skuldu við Norrønu, men eisini av forvitnum bilførarum.

 

##med2##

 

 

Fakta um nýggju Norrønu

 

  • Longd: 164,5 m
  • Breidd: 30 m
  • Deyðvekt: 4.300 tons
  • Ferð: 21 míl Høvuðsmotorar 30.000 HK Bógskrúvur 6.000 HK Ferðafólk 1.482
  • Manning: 118
  • Bildekk: 800 bilar ella 130 trailarar
  • Tyrlupallur
  • Stabilisatorar
  • Ferðafólkakømur
  • Suita: 1
  • 2-seingjar luksuskømur við útsýni12
  • 2-koygggjukømur við útsýni93
  • 3-koyggjukømur við úsýni28
  • 3-koyggjukømur12
  • 4-koyggjukømur fyri rørslutarnað6
  • 4-koyggjukømur við útsýni31
  • 4-koyggjukømur: 135
  • 6- & 9-koyggju couchettir: 324
  • Ferðafólk tilsamans: 1.482.«

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6## 

 

26. juni í 2000 varð sáttmálin um at byggja nýggju Norrønu undirskrivaður. 7. apríl 2003 varð skipið handað Smyril-Line, og 10. apríl í 2003 kom nýggja Norrøna fyrstu ferð á Havnina