Fleyr smurdir av

Tað var bara í fyrsta setti at Fleyr gjørdi ein vørr. Í teimum báðum seinnu settunum var tað bara tað eina liðið á vøllinum og hóast teir ikki spílaðu seg út, vann Mjølnir ein greiðan 3-0 sigur á Fleyr í Havn

Fleyr-Mjølnir 0-3 (21-25, 18-25, 13-25)


Flogbóltur

menn


Mjølnir vann ein greiðan og uppibornan sigur á Fleyr í Havn leygardagin. Klaksvíkingar vunnu dystin 3-0 og tá fyrsta sett var farið afturum, varð munurin stórur. Í øðrum setti fekk Fleyr 18 og í triðja bert 13 stig og tí var í roynd og veru talan um ein avsmurning.

Soleiðis gjørdist tað, men tað var ikki fyri neyðini.


Kundi farið báðar vegir

Í fyrsta setti leikaði javnt á. Liðini fylgdust ein stóran part av settinum uttan at tað eydnaðist nøkrum at sleppa frá hinum. Móti endanum av settinum fótaði Mjølnir sær kortini og fekk teir bóltarnar, sum teir høvdu fyri neyðini og so var settið heima.

Í hesum settinum var spælið til tíðir sera gott, og hóast "duellirnar" kundu verið longri, so stríddust liðini óført um yvirvágina.

Tá til stykkis kom, var tað í roynd og veru avgerðin sum fall, tá Mjølnir tók fyrsta setti heim. Spælið hjá Fleyr datt sundur og teir megnaðu ongantíð at rætta tað mista uppaftur, og tí gjørdist munurin bara størri.

Og tað ringasta av øllum fyri teir var, at spælið hjá Mjølnir var ikki nakað at reypa av heldur. Teir gjørdu tað, sum teir høvdu fyri neyðini og ikki nógv meira enn tað. Teir trýstu Fleyr í móttøkuni og tað megnaði ? tann annars so støðuga móttøkan ? einki at gera við.


Jóannes skaddur

Eitt, sum kundi fingið týdning fyri dystin, men sum kortini ikki fekk tað, var at Jóannes Poulsen hjá Mjølnir mátti út við keiktum fóti í byrjanini av øðrum setti. Jóannes hevði leikt væl í fyrsta setti, men var so óheppin at skeikla sær fótin, og tí mátti hann fara av vølli.

Havandi í huga, at munurin í fyrsta setti var lítil og skaðan, so var væntandi at Fleyr fór at gera ein vørr, men so var ikki. Rúni Elttør kom inn og hann var ein dyggur avloysari. Eingin saknur var í Jóannesi, og Fleyr smokkaði alsamt meira niður í millum.

Ringa móttøkan hjá Fleyr hevði við sær, at álopið gjørdist ikki tann hóttanin sum neyðugt er fyri at vinna móti Mjølnir. Samstundis er at siga, at blokadan hjá Mjølnir kláraði seg rættiliga væl henda dagin.


Ov linir í kongunum

Stutta niðurstøðan eftir dystin leygardagin er, at Fleyrleikararnir vóru ov linir í kongunum. teir løgdu ikki nóg hart trýst á Mjølnir og tí fingu klaksvíkingarnri nógv lættari spæl enn neyðugt. Í staðin fyri at sláa og á tann hátt leggja trýst á Mjølnir, spældu teir bóltarnar yvir um við fingraslagnum, og tað ger tú ikki órevsaður. Mjølnir takkaði fyri og leyp á afturímóti.

Úrslitið hevur við sær, at Mjølnir hevur fjúrtan stig nú kappingin er komin í helvt. ÍF kemur teimum á baki, síðani Fram og síðani Fleyr. Skal Fleyr gera sær nakrar tankar um heiðursmerkir, so skulu teir vakna úr dvala nú.

Gullmerkini skulu teir gloyma alt um við tí spælinum teir vístu leygardagin, tí tað heldur ikki langt. Hinvegin vita tey flestu, og best av øllum teir sjálvir, at teir kunnu spæla nógva ferðir betri enn tað teir vístu móti Mjølnir.