Viðv. broyting av kunngerð um hjálparráð í § 18 í forsorgarlógini

Almannamálaráðið ætlar at taka egingjald upp á 500 kr. fyri hjálpartól

Almannamálaráðið boðar í skrivi frá, at ætlanin er at taka 500 kr. í egingjaldi fyri hvørt einstakt hjálpartól. Í uppskotinum hjá Almannamálaráðnum verður onki verður nevnt um, hvør grundgevingin er fyri at krevja 500 kr. í egingjaldi fyri hvørt hjálpartól.

 

Fólk, ið verða rakt av álvarsamari sjúku, hava aloftast brúk fyri nógvum ymiskum hjálpartólum at lætta um í gerandisdegnum. Hjálpartól, ið somuleiðis kunnu lætta um hjá møguligum avvarandi, ið skulu vera um tann sjúkurakta.

Fólk, ið verða rakt av álvarsomum sjúkum, so sum fólk, ið fáa heilatøpp ella heilabløðing, sklerosu, liðagikt, Parkinsonsjúku og ymsar aðrar líknandi sjúkur, hava aloftast brúk fyri fleiri ymiskum hjálpartólum, tað veri seg gangistavi, gangitóli/gangistativi, serstøkum hondtøkum, grípitong, wc-hækkara, song, ið kann hækkast og lækkast, serstaka madrassu, koyristól og møgulig onnur hjálpitól.

Verður egingjald upp á 500 kr. ásett fyri hvørt hjálpartól, kann tað koma at kosta teimum, ið verða rakt av álvarsamari sjúku, fleiri túsund krónur at útvega vanlig og neyðug hjálpartól. Tað er tískil ikki rímuligt ella rætt at áseta egingjald uppá 500 kr. fyri hvørt hjálpartól.

 

Landsfelag Pensjónista mælir frá, at áseta egingjald upp á 500 kr. fyri hvørt hjálpartól. Hjálpartól til sjúkurakt eiga framhaldandi at verða veitt sum ókeypis lán.

 

 

Almannamálaráðið ætlar at strika stuðulin til fótarøkt hjá diabetikarum

 

Almannamálaráðið boðar somuleiðis í skrivi frá, at ráðið er í ferð við at endurskoða forsorgarlógina og herundir endurskoða skipanina í § 18 í forsorgarlógini við hjálparráðum. Í hesum sambandi verður sagt frá, at Almannamálaráðið ætlar at taka av tilskotið til fótarøkt hjá diabetikarum. Almannamála-ráðið sigur, at grundgevingin fyri hesi broyting er, at hjálparráð ikki longur skal fevna um viðgerðir. Hetta uttan samstundis at vísa á, hvør myndugleiki/hvat ráð framyvir skal yvirtaka uppgávuna at veita stuðul til fótarøkt hjá diabetikarum.

Tað er sera óheppið at Almannamálaráðið við einum pennastroki ætlar at taka av stuðulin til fótarøkt hjá diabetikarum, hetta uttan samstundis at vísa á, hvør myndugleiki ella hvat ráð skal yvirtaka hesa uppgávu í framtíðini. Líkt er til, at Almannamálaráðið við hesi broyting av § 18 um hjálparráð í forsorgarlógini ætlar at flyta hesa sjúkuviðgerðar-útreiðslu yvir á brúkaran.

Fótarøkt hjá diabetikarum er neyðug fyribyrgjandi viðgerð, sum tað almenna/Almannastovan framhaldandi eigur at gjalda. Diabetikarar eru í stórum vanda fyri at fáa sár á tær og føtur, um teir ikki regluliga fáa eftirlit og viðgerð hjá autoriseraðum fótterapeuti.

Tey ið fáa diabetis, eru aloftast komin upp í árini. Diabetisjúkan ger, at føturnar gerast sárviðkvæmar, og hava fólk við diabetes tí brúk fyri regluligari fótarøkt/-viðgerð hjá autoriseraðum fótterapeuti. - Fótarøkt, ið kann verða við til at fyribyrgja at diabetikarin fær sár á tær ella føtur, sum síðan kunnu elva til amputatiónir og avlamni.

Almannamálaráðið eigur at geva gætur, at fólk, ið nærum einans hava fólkapensjón at liva av, og onnur við lágari inntøku, hava ikki ráð at gjalda slíka fótviðgerð sjálvi og eigur slík alneyðug fótviðgerð tí framhaldandi at verða goldin av Almannastovuni.

Í hesum sambandi skal vera mint á, at Almannamálaráðið seinastu mánaðarnar longu frammanundan hevur framt tvey sosialpolitisk inntriv í livikorunum hjá landsins diabetikarum:

 

Egingjaldið til diabetesheilivág varð hækkað við 800 kr. um árið pr. 1. juli 2009

og stuðulin til diabeteskost varð skerdur við 220 kr.um mánaðin úr 393 kr. niður í 173 kr. um mánaðin á vári 2009.

 

Fólkapensjónistar og onnur láglønt, sum longu frammanundan hava fingið øktar útreiðslur til sunnan diabetesmat og øktar eginútreiðslur til diabetesheilivág, hava ikki ráð sjálvi at bera kostnaðin av alneyðugari fyribyrgjandi sjúkraviðgerð/fótarøkt.

Verður stuðulin til fótarøkt til diabetikarar tikin av, er stórur vandi fyri at diabetikarar - av fíggjarligum ávum - ikki fara at fáa neyðuga fótviðgerð og at alt fleiri diabetikarar fara at fáa invaliderandi sár á tær og føtur við eftirfylgjandi amputatiónum.

 

Landsfelag Pensjónista mælir tískil staðiliga til, at skipanin um hjálparráð í § 18 í forsorgar-lógini framhaldandi skal fevna um fótarøkt hjá diabetikarum.