átakinum. Vanliga fær tað sera góða undirtøku, og vónar Lions Club Tórshavn, at soleiðis verður eisini hesa ferð. Skuldi tað verið onkur, ið ikki hevur hoyrt frá Lions, men fegin vil stuðla tiltakinum við at keypa [...] virki, fyritøkur og onnur kunnu keypa eitt blómutyssi, ið verður koyrt til dyrnar. Øll kunnu stuðla Hesa vikuna hevur Lions Club Tórshavn sent teldubrøv út, so stovnar, virki og fyritøkur vita av, at í næstu [...] keypa tulipanir, ber til at seta seg í samband við Árna Svartafoss á fartelefon 222869 ella umvegis teldupostadressuna prima@olivant.fo. Tá greitt er, hvussu nógv vilja stuðla átakinum á henda hátt, verða
av veðrinum mikukvøldið, tí her var talan um uppgerð millum grannarnar, Kyndil og Neistan, men hesa ferð eydnaðist ikki Kyndli at arga grannarnar, sum onkuntíð fyrr í vetur. Beinanvegin fóru kvinnurnar [...] og hjá Neistanum var Barbara Brauer toppskjútti við níggju málum og Birita Wardum skjeyt fimm. Hesa ferð var klassamunur á liðunum, og Neistin hevur eisini síðstu dystirnar spælt so mikið sannførandi [...] , at trúgvin upp á eitt finalupláss er við at koma afturíaftur. Uttan Anniku Um tað eydnast ella ikki, verður komandi dysturin hjá Neistanum sera avgerandi fyri, tí hann verður sunnudagin á heimavølli
einum jarðskjálvta eru ofta, at hús og bygningar verða løgd í oyði av ristingunum, og at fólk doyggja ella fáa mein, tí tey enda undir húsatoftunum. Hetta hendi eisini mangastaðni í Japan fríggjadagin. [...] erkið í Fukushima. Kjarnorkuverkini í Japan eru brynjað til at standa ímóti jarðskjálvtum, men hesaferð var skjálvtin so harður, at ringasti marrudreymurin gekk út. Fyrst var ein hørð spronging á verkinum [...] íbúðarblokkurin á Akranesi at skelva og halda ein ønskriligan gang, ið minti um skip, sum við fullari ferð siglir á land. Loft, veggir og gólv fóru skeiv hvørt av øðrum, og ein brádlig kensla av ráðaloysi
Picanto hava vit ikki møguleikan at kassera hesar frikar, um teir ikki levera vøruna ella koyra fullstendiga skilaleyst, ella forlanga okkum at hálova tað, sum tey nú einaferð finna uppá í síni frítíð, sosum [...] fyri lógini, bara ikki øll”. Ella, “vit hava øll somu møguleikar at fáa arbeiði, bara ikki øll”. Kongshúsið eigur tí at avtakast. Um ikki, um trøllvaksnir danir ikki tora, ella halda tað vera hyggeligari [...] patologiska familju ella ávísar einstaklingar á heiðurspláss. Í álvara, hvussu kann nakar, ið veruliga trýr uppá meritokrati, verja hugskotið um kongar og kongsborgir. Hvat eru vit: menniskju ella tænarir? Tað
seinni møtast tey aftur. Hesa ferð í finaluni í sponsku steypakappingini, sum verður leikt á Mestella leikvøllinum í Valencia. Koma bæði liðini víðari, so møtast tey aftur 26. ella 27. apríl í fyrru hálvfinaluni [...] hálvfinaluni og aftur 3. ella 4. maj í seinnu hálvfinaluni. Sostatt er møguleiki fyri fýra ?El Clasico? uppgerðum upp á bara góðar tvær vikur. Tað krevur tó, at Real Madrid vinnur á Tottenham og Barcelona
í haganum. Maðurin er eftir tí at døma komin livandi í land. Í Funningi ella Funningsbotni var ein eldri maður við tveimum ella trimum abbabørnum á veg um fjallið, tá ið veðrið brast á. Tey vóru funnin [...] túr á sletuna. Tær fingu strong boð um at hava føturnar upp frá á ferðini. Men hetta endaði eina ferð galið. Margretha kom at bróta eitt bein í fótinum, so hon mátti liggja í seingini í nakrar vikur [...] skuldi farast vandaliga um torvheiðarnar. Um hetta ikki hendi, kundu myndugleikarnir koma uppí við bót ella dagbøtur, til skil var komið á. Tað var hildið at vera ein stór skomm at fáa bót fyri ikki at fara
harmur um málið enn eg og vildi eg, at tey tiltøk i vórðu sett í verk vóru óneyðug.” Hesa svadu góðtók D&V uttan spurning ella viðmerking sum eina nóg góða undanførslu fyri hesi “tiltøk”, sum ikki hava sæð sín [...] endamálið var at skaða viðkomandi mest gjørligt. Fyrst við eini ólógliga burturvísing uttan uppsagnarløn. Hesa burturvísing varð felagið kroyst til at taka aftur, tá ið málið kom alment fram. Málið kundi enda [...] fekk málið eina álvarsliga nýggja vend. Bøðilin gjørdi seg til offur Tey vóru nógv, sum øtaðust um hesa framferð. Tað vóru eisini fleiri, sum gjørdu vart við hetta, eisini alment. Nú hendir tað margháttliga
Bakkafrost á Glyvrum, sigur Ingolf, sum hevur verið á virkinum frá fyrsta degi. Tá vóru ikki somu umstøður ella sama útgerð sum í dag, nú virkið er dagført á tí tøkniliga økinum. - Nei, tað var munur á. Tá varð [...] - So kom trukkurin og síðani ein minni maskina enn tann, sum vit hava í dag. Og at enda fingu vit hesa maskinuna og sum er sera effektiv, greiðir Ingolf frá. - Henda maskinan bleiv so til tað endaliga [...] halda mát við eftirspurningin. Stjórin í fyritøkuni, John Kjeld fór tí fyri nøkrum árum síðani eina ferð niður í Europa at kanna, hvussu teir gjørdu aðrastaðni. Eitt úrslit av hesi ferðini var keypið av
fýra dystir afturat í hesum kappingarárinum. Tá er summarsteðgur. Neistin og KÍF ella VÍF skulu hinvegin spæla tveir ella tríggjar dystir afturat. Finalurnar um føroyameistaraheitið skulu avgreiðast. [...] skjáttuna higartil. Tað er góðtikið, nú púra óroyndu klaksvíkingarnir spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Sigurin á H71, sum má vera besta úrslitið hjá Team Klaksvík nakrantíð, kom sera óvæntað. Og tað [...] høllini í Klaksvík fríggjakvøldið var greitt, at Team Klaksvík fór ikki at hótta kollfirðingar hesaferð. Tað skrædnaði millum liðini beinanvegin, og uppgávan hjá heimaliðnum var bara at avmarka tapið
øll krøv, ið setast kunnu einum nýmótast fólkaskúla. Hátíðarhaldið var merkt av, at øll, ið á ein ella annan hátt hava tilknýti til skúlan, eru glað fyri umstøðurnar, ið nú eru veruleiki. Hetta merktið [...] . Skúlarnir standa í løtuni fyri tørni, og síðani skal trivnaðurin hjá eldru borgarunum økjast. - Hesa uppgávuna fara vit eisini at loysa, segði borgarstjórin. Formaðurin í mentamálanevndini, Jógvan Arge [...] tað nú er upp til starvsfólkið at fáa gott innihald í skúlan. Hann nevndi eisini, at hetta er fyrstu ferð, at 1,5 prosent av byggikostnaðinum er farin til at prýða skúlan við list. Høgni Joensen, skúlastjóri