KÍF bukaði botnliðið

Kollfirðingar vunnu stórsigur, tá teir hildu fast um sína stevnan móti finaluplássi. 18 mál vóru á muni í Klaksvík fríggjakvøldið

Nú stundar av álvara til kapp­ingar­endan. Fimm lið í bestu mansdeildini spæla bara fýra dystir afturat í hesum kappingarárinum. Tá er summ­ar­steðgur. Neistin og KÍF ella VÍF skulu hinvegin spæla tveir ella tríggjar dystir afturat. Finalurnar um føroyameistaraheitið skulu av­greiðast.
Kollfirðingar hava havt kós í finalurnar frá byrjan. KÍF hevur verið nummar tvey so at siga alla­tíðina, meðan VÍF og Kyndil hava runnið í hølunum.
Kyndil veittraði sínum FM-møgu­leika farvæl síða vikuskifti. VÍF hevur framvegis møguleikan, men tað er lítið sannlíkt, at vestmenn­ingar fara framum kollfirðingar.
Jan Ottesen og kollfirðingar tóku eitt fet nærri finalunum um viku­skiftið. KÍF vann sum væntað á botnliðnum Team Klaksvík, og VÍF tapti fyri Neistanum. Fimm stig skilja nummar tvey og nummar trý. Átta stig eru eftir at spæla um.

Avgreiðsluspurningur
Team Klaksvík hevur fingið tvey stig í skjáttuna higartil. Tað er góð­tikið, nú púra óroyndu klaks­víkingarnir spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Sigurin á H71, sum má vera besta úrslitið hjá Team Klaks­vík nakrantíð, kom sera óvæntað. Og tað er heldur ikki til at vita, nær klaksvíkingar spæla upp til sítt besta, meðan mótstøðuliðið tekur sær av løttum.
Eftir fáum minttum í bad­minton­høllini í Klaksvík fríggjakvøldið var greitt, at Team Klaksvík fór ikki at hótta kollfirðingar hesaferð. Tað skrædnaði millum liðini beinan­vegin, og uppgávan hjá heima­liðnum var bara at avmarka tapið.
Úrslitið var 39-21.
Næsta vikuskiftið vitjar VÍF í Kollafirði. Við einum sigri kunnu vest­menningar framvegis liva í vónini um finalupláss. KÍF kann hinvegin kveistra allan iva til viks og stað­festa plássið í finalunum um føroya­meistaraheitið.