Øll trý oddaliðini 32 stig

Við sigri á grannunum í Kyndli, vann Neistin seg mikukvøldið upp á fremsta plássið í Sunset-kappingini, har liðið saman við Tjaldri og Stjørnuni hevur 32 stig. Júst Neistin og Tjaldur spæla um vikuskiftið

Sum er, liggja tey trý bestu kvinnu­liðini púra jøvn í stigum, men tey hava ikki spælt líka nógvar dystir, so tí er javnstøðan teirra millum bara fyribils. Neistin hevur spælt 21 dystir, Tjaldur 20 og Stjørnan 19.
Um alt hevði gingist eftir ætlan mikukvøldið, hevði Stjørnan spælt í Vestmanna ímóti VÍF, men av tí at veðrið var so vánaligt, fingu klaks­víkskvinnur útsett dystin, tí tær hættaðu sær ikki at koyra til Vestmanna. Nú hevur Hond­bólts­sambandið so ásett dystin at verða spældan mikukvøldið 6. apríl klokkan 19.45. Tað merkir, at Stjørnan til ta tíð kemur at hanga eitt sindur aftan fyri hini bæði, orsak­að av írestandi dystinum.

Greiður grannasigur
Dysturin á Hálsi í Havn varð tó ikki darvaður av veðrinum mikukvøldið, tí her var talan um uppgerð millum grannarnar, Kyndil og Neistan, men hesa ferð eydnaðist ikki Kyndli at arga grannarnar, sum onkuntíð fyrr í vetur.
Beinanvegin fóru kvinnurnar hjá Neistanum avstað frá Kyndli, og sum dystinum leið, var ongantíð nakar ivi um vinnaran. Neistin vann 30-19, eftir 16-9 í hálvleikinum. Hjá Kyndli skutu Heidi Maria Akselsen og Anja Heinadóttir fýra mál í part, og hjá Neistanum var Barbara Brauer toppskjútti við níggju málum og Birita Wardum skjeyt fimm.
Hesa ferð var klassamunur á liðunum, og Neistin hevur eisini síðstu dystirnar spælt so mikið sann­førandi, at trúgvin upp á eitt finalupláss er við at koma afturí­aftur.

Uttan Anniku
Um tað eydnast ella ikki, verður kom­andi dysturin hjá Neistanum sera avgerandi fyri, tí hann verð­ur sunnu­dagin á heimavølli ímóti Tjaldri. Hetta er ein dystur, Neistin ikki hevur ráð til at tapa, tí nú kapp­ingin nærkast endanum, kunnu innanhýsis uppgerðirnar millum odda­liðini fáa alt at siga.
Tjaldur, sum týskvøldið vann greitt á StÍF, skal møguliga klára seg uttan Anniku Thomsen í restini av hesum kappingarárinum, tí hon í tí dystinum meiddi sær hond­ina. Cornelia Rimbu er farin av land­inum, so á pappírinum sær Tjaldurs-liðið viknað út, men ímóti Neist­anum kann so ein ábending koma um, hvussu tað verður við hes­um endaspurtinum.
Stjørnan, sum er triðja av odda­liðunum, skal í morgin spæla á heima­vølli ímóti Kyndli, og har má roknast við, at Stjørnan livir upp til tað, ið kann væntast – ikki minst, nú spælararnir eru svangir, eftir at eingin dystir bleiv miku­kvøldið. Triði dysturin verður í Vági sunnudagin, har VB tekur ímóti VÍF.