Føroyar er ikki fyri prinsar og prinsessur

Tá ið Margreta á Amalienborg vinkar til fjøldina, kundi hon líka so væl givið henni sín royala longutong til hugskotið um, at vit øll eru líka fyri lógini, og at tað eigur at vera eins førleiki, ikki familjunavn, ið bestemmar tína støðu í lívinum

Hugskotið um prinsar og prinsessur er grundað á pátrúgv, ábyrgdarleysa makt og ófullfíggjaðar fantasiir. Saman við sínum foreldrum rokna tey við, at tú og eg fíggja teirra ýðjandi og krókuta lívsstíl, og heilt Filadelfia-sligt prísa tey í tí tápuligu trúgv, at tey hava uppiborið hesa bedýran.
Meðan lítlibeiggin, hin samkyndi, koyrdi traktorar í Suðurjútlandi, var tað einaferð minst líka fyriboðandi sum ein biltúrur úteftir Skálafjørðinum, og deprimerandi eisini, at síggja yvirskriftir um hansara búrbeist av einum stórabeiggja, um hvussu hann, aftur nú, hevur verið stoppaður av politinum fyri at fisa avstað eftir alfaravegi totalt uttan avleiðingar.
Hann helt helst, at hann var hevjaður yvir lógina. Hvat hann faktiskt eisini var. Enn er.
Men veitst tú hvat, eg skilji Fríðrik so óalmindeliga væl, tí er tað ein marra hjá einum veruligum demokrati sum mær at liggja undir einum kongsdømi, hvussu disfunktionellt ella rættvorðið hetta enn mátti verið, íðan, tá má tað vera eitt satt helviti hjá einum ungum manni at endaliga sannkenna, at hetta er tað! At hann ongantíð sleppur úr royala fongslinum at liva sítt egna lív, at liva normalt.
Eitt helviti, tó, krúnprinsurin við árunum verður tvingaður at venja seg við. Men í mun til ein Kia Picanto hava vit ikki møguleikan at kassera hesar frikar, um teir ikki levera vøruna ella koyra fullstendiga skilaleyst, ella forlanga okkum at hálova tað, sum tey nú einaferð finna uppá í síni frítíð, sosum at mála.

Praksissin er skeiv, prinsippið er skeivt, og so longi sum vit tilhoyra Margretu og hennara familju, læsir tað okkum inni í ósjálvbjargni og frívilligum undirgivni. Hetta snýr seg ikki um hasa tíðarleysu konfliktuna loysing-samband, sjálvt um avleiðingin av einari føroyskari republikk sjálvandi er eitt varandi auf wiedersehen til ríkisfelagsskapin.
Tí heilt heimilað kunnu vit spyrja: hvat er eitt fólkaræði, og er Føroyar eitt? Eg, til dømis, haldi ikki, at vit av sonnum hava eitt demokratiskt samfelag. Rætt, vit hava løgtingsval, har fólk umvegis eina floksskipan, sum aftur er grundað á hugsjónir (ella átti at verið tað!), velja hasi, ið halda umboða seg og landið best. Men tað er fyri sovítt tað.
Eitt løgtingsval er ein óundansleppandi táttur í einum fólkaræði, men ikki tað sama. Eitt fólkaræði er eitt samfelag bygt á hugskotið, at fólkið stjórnar sær sjálvum, at fólkið er hægsti myndugleiki landsins. Við hesum eina ber illa til hjá føroyingum at hevda, at vit eru veruligir demokratar.
Føroyar er eitt konstitusjónsmonarkí, sum av hendingi hevur eitt val nú og tá. Føroysk mentan fyllir okkum ikki við stoltleika ella ábyrgjan í stjórnarmálum, men eini ósunnari og fuskutari virðing fyri myndugleikum og liberalum meginreglum, einum ynski um at lata onnur taka ábyrgd og einum merkverdigum forstáilsi av javnaði, ið sjálvandi enn einaferð bleiv manifestarað av Føroya Lærarafelag, sum hesin óinkluderandi og avoldaði stovnur børnum at skaða hindrar øllum øðrum enn sínum egnu limum við einari pseudo-akademiskari eksamiu frá einum amatør-skúla á Frælsinum at skúla okkara børn.
Men tað er effinett hetta, ein forbronglað fatan av frælsi og fólkaræði ger við fólk og fakfeløg. Eg meini, um fakfelagið seriøst trýr, at tess limir eru so groteskt skilagóðir, og at ongin annar, ongin!, kann inna læraragerningin betri enn teirra vitbornu limir, hví tá ikki opna marknaðin og lata skúlaleiðslum neyðugt frælsi at seta í starv hasi, tær hava hug til, og hervið slætta atgongdina til fólkaskúlan? Hvat eru tit so bangin fyri, tykkara royalu ódemokratar?

Eitt samfelag, har tey ovastu eru ovast, av tí at tey hava ein viðføddan rætt til at vera tað, styðjar tessvegna tí lina og viljaleysa uppáhaldinum, “at vit eru øll líka fyri lógini, bara ikki øll”. Ella, “vit hava øll somu møguleikar at fáa arbeiði, bara ikki øll”.
Kongshúsið eigur tí at avtakast. Um ikki, um trøllvaksnir danir ikki tora, ella halda tað vera hyggeligari at hava prinsar og prinsessur sum komandi landsovastar, nakað, bert barnagarðsbørn annars stuttleika sær við, tá mugu vit demokratisera okkum sjálvi... sikkurt líka frægt.
Tað eigur at avtakast, ikki tí at tað kanska kostar meiri enn hvat tað gevur aftur, men tí at tað er ein útlúgvaður, miðaldarsligur og anti-demokratiskur stovnur, ið órógvar okkara frælsu javnrættindisfatan. Tað er av hesum áminningarvert, at sjálvt um kongshúsið var ókeypis ella ein inntøkukelda, kann tess órættvísi eksistensur ikki verjast í einum nútímans fólkaræði.
Fólkaræði er um meginreglur, um prinsippir, og handlar tí ikki bert um pragmatismu, um “hvat riggar”. Fólkaræði er um eitt samfelag grundað á nøkur grundliggjandi hugmál, har javnrættur, frælsi og sómi mugu metast at vera kardinalpunkt. Tað er um at viðurkenna, bæði so og so, at vit øll eru líka nógv verdir sum borgarir við sama rætti at stjórna okkum sjálvi. Tí er tað so skeivt at lata nakað so forbistrað sum eina ríkisstjórn ganga í arv, at plasera eina patologiska familju ella ávísar einstaklingar á heiðurspláss.

Í álvara, hvussu kann nakar, ið veruliga trýr uppá meritokrati, verja hugskotið um kongar og kongsborgir. Hvat eru vit: menniskju ella tænarir?
Tað er okkurt grundliggjandi skeivt við eini skipan, sum loyvir eins landsovasta at siga nei til fólkið... bara tí at morgunmaturin ikki smakkaði, ella skraddaraseymaðu klæðini ikki passaðu: “nei, tað rakar ikki tykkum, hvat eg haldi um Heilsufrøðiliga Politbureauið; nei, tað rakar ikki tykkum, hvat eg haldi um skattaoyðslandi sjónvarpskampanjuna hjá Ráðið fyri Ferðslutrygd, ið upplýsir, at í einum bergholi eru tveir veggir, tveir!; og nei, tit sleppa ikki av við meg, og tit skulu bara prøva uppá at spilla meg út”.
So, sjálvt um krúnprinsurin er smálekkur og royal vikubløð við sínum ómissandi góðbitum um yvirdrivna skildyrkan eru sakin, tá er ein monarkistisk stýrisskipan altíð skeiv-skeiv-skeiv. Hon er ómoralsk og kann ikki góðtakast í einum demokratiskum rættarsamfelagi.

Men for hundans, Agga, tey eru so fitt, og vit bestemma allíkavæl, tá ið samanum kemur. Nei, tað gera vit ikki, og serliga ikki, tá ið alt kemur til alt, og nei, tey eru heldur ikki fitt—bara fyri at negla slíkt sentimentalt humbukk.
Sjálvandi smíla tey og nálgast uppií okkum livandi deyðu og láta sum um, at tey ikki floyta á, at hasir tvingsils-rennararnir hjá ALS hava fingið fleiri kundar. Hvat annað skulu tey gera? Tey verða betald fyri at gera tað, og mugu gera tað so at varðveita eina mentan, enn eina av slagnum, ið eigur at fáa banahøggið.
Eg meini, hvat annað enn eitt óektað royalt smíl rokna vit eginliga við, ein drotning og hennara fantasifigurar fara at diska upp við mótvegis sínum subjektum: “Á sum tað er gott at møta tygum, Andrew í Brotsteiginum; ja, og teg, Edmund í Valdøminum—mundi næstan gloymt teg, píka sjey! Ein heiður... trúliga, ein heiður—hevur tú tað betri nú”?

Nei-tú... og her er ein søga. Tá ið elsta dótturin gekk í barnagarði, hevði eg eitt lítið ánilsi av, at hann fór sær ein kollektivan spákingartúr at “síggja” tey kongaligu. Eg ringdi at frætta, og rætt hevði eg. Tey høvdu mín sann eina royala heilsu í ætlu.
Nú er tað so, eg kenni hóast alt til mína samfelagsteori, at eins væl og framsagnarfrælsi og trúarfrælsi hava vit politiskt frælsi. Og uttan so, at eg eri fullvegis óupplýstur, tá hava barnagarðar, um ikki rætt til at prædika hetta, tá skyldu til at virða hetta. Ja, eisini hetta, takk!
So, trekur ynskti eg teimum góða ferð omaneftir, men dóttirin fór altso ongan veg. Ongin fucking royalur møguleiki fyri tí! Og sum tann góði barnagarður hann var, ein av fáum sjálvsognarstovnum enn á lívi tá áðrenn Heðin kommunaliseraði molevittið, og við hesum alla sjálvsábyrgd og føling fyri staðnum, eftirlíkaði hann.
Tí tað er onki at fara skeivur av, at ein stakkala flaggsveiggjan ella veittran við hondini til Margretu og hennara drotningarmann, sum tey nærkast Havnini við Dannebrog, er ein ótvítýddur stuðul til framhaldandi kongsdømi. Hvussu kann ein heilsan, hvat ein veittran eins væl og eitt smíl ella lógvatak er, skiljast øðrvísi enn “hey, Margreta og Henrik, feitt aftur at síggja tykkum, keep up the good work... go Dannebrog, go!?”

Nú er Margreta ikki nakar De Gaulle, men eins og hann einaferð froysti um Belgia við hansara “tvær provinsur gera ikki eitt land”, ver tá vísur í, at okkara ríkisstjóri, okkara óvaldi stjórnari, ikki heldur, at Føroyar er meira enn átjan agggamlar oyggjar hjá sær at breggja sær av saman við sínum medmonarkum á meginlandinum.
Og óansæð um Margreta og kompaní nassa uppá, ella skaffa pengar til danska ríkið, tá eiga vit allíkavæl at sleppa okkum av við hana og hennara forkelaða avkom. Bara so mikið sum eksistensurin av einum monarkíi er at misbjóða eitt sofistikerað samfelag við aðramáta demokratiskum siðvenjum.
Okkara núverandi ríkisovasti er blivin noyddur upp á okkum føroyingar í skjótt fjøruti ár. Tá ið Margreta við familju leitar seg út á svalan á Amalienborg at vinka til fjøldina, kundi hon líka so væl givið henni sín royala longutong til hugskotið um, at vit øll eru líka fyri lógini, og at tað eigur at vera eins førleiki, ikki familjunavn, ið bestemmar tína støðu í lívinum.
Kongshúsið er ikki nøkur glitrandi, tó meiningsleys eindarbobla á samfelagsins ovastu rók. Ókey, tað er nakað síðani nú, at hon brúkti síni framíhjárættindi, men tað er enn so, at danskir forsætismálaráðharrar skulu vitja kongsborgina at spyrja hana um lovyi at upploysa parlamentið. Afturat hesum skulu vit standa modell til, at tá ið tey, vit hava valt, hava valt onkran at vera okkara “eitt-slag-av-stjórnarovasta”, tá skal hesin bíða eftir einari innbjóðing frá hasi damuni, ið heldur seg duga mála.

So, mín lagaligi og væl umhugsaði spurningur til okkara mest barnsliga riddarakross er bara: hví finnur tú teg í hesari óliberalu tjóðareyðmýking? Nei, veitst tú hvat: fuck lagaligheit og tað vælumhugsaða! “HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, Edmund?”
Tað er so fullstendiga eitt feitt, um kongshúsið við sínum prinsessum og prinsum og tænarum á minstuløn kosta okkum eina dekans formuu ella ikki. Eg hevði gleðiligani latið tey varðveitt síni slott, gimsteinar og tænastufólk—so longi sum vit sleppa at velja ríkisovastan okkara millum
Tað er jú ikki búskapurin, tað handlar um, men demokrati, býtti!