Lions Club við tulipanum ímóti rúsevnum

Lions Club Tórshavn fer nú at selja blómutyssi við tulipanum. Allur ágóðin av átakinum fer til skeiðvirksemi, so lærarar kunnu læra næmingar um vansar og vandar við rúsevnum. Í mong ár hevur Lions Club Tórshavn verið partur av átakinum Lions Quest, sum er eitt skeiðtilboð til lærarar. Talan er um eitt skeið, sum gevur lærarunum førleikar og amboð til í undirvísingini at ávara næmingar upp til 9. flokk um vansar og vandar við rúsevnum.

Undirvísingartilfarið í Lions Quest verður í dag brúkt í 45 londum, og í Føroyum verður tilfarið og skeiðið fíggjað av tí, Lions Club Tórshavn fær inn við sølu av tulipanum. Stovnar, virki, fyritøkur og onnur kunnu keypa eitt blómutyssi, ið verður koyrt til dyrnar.

Øll kunnu stuðla

Hesa vikuna hevur Lions Club Tórshavn sent teldubrøv út, so stovnar, virki og fyritøkur vita av, at í næstu viku verða tey uppringd við fyrispurningi um at stuðla átakinum. Vanliga fær tað sera góða undirtøku, og vónar Lions Club Tórshavn, at soleiðis verður eisini hesa ferð.

Skuldi tað verið onkur, ið ikki hevur hoyrt frá Lions, men fegin vil stuðla tiltakinum við at keypa tulipanir, ber til at seta seg í samband við Árna Svartafoss á fartelefon 222869 ella umvegis teldupostadressuna prima@olivant.fo.

Tá greitt er, hvussu nógv vilja stuðla átakinum á henda hátt, verða tulipanirnar bílagdar og síðani koyrdar út til teirra, ið eru við. Hesi kunnu so hava prýðiliga blómutyssi standandi frammi saman við skeltinum, ið sigur ?Nei takk til narko?.