krónur, millum klokkan 6 á morgni og 10 á kvøldi, og 1 krónu millum klokkan 10 á kvøldi og 6 á morgni. Samtaluprísurin fyri GSM samtalur verður 3,50 á degi og 1,75 á kvøldi og um náttina. Hetta er munandi hægri [...] meðan tær komu til Føroyar í 1989. GSM skipanin kom í hinum londunum í 1992, men rættilig gongd kom ikki á fyrr enn í 1995. Nú kemur hon so í Føroyum, og tað merkir, at tað nú fer at bera til hjá okkum [...] túsund hvør. Prísurin fer niður Seinasta vár avgjørdi TFL at seta prísin á NMT 900 niður so líðandi. Í februar 1997 var miðalprísurin 3,75 krónur pr. minutt og eftir lækkingina sum kemur 1. juni verður mi
framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi. Húsið skal vera karmur um filmsundirvísing og framleiðslu, og menna samstørv og sambond við útlendskar framleiðarar. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Mentamálaráðið [...] útlendskar framleiðarar. Føroyar mugu tó verða kappingarførar, og tí fer landsstýrið undir at kanna møguleikarnar fyri einari afturberingarskipan til filmsframleiðslu, eins og vit kenna eitt nú úr Íslandi [...] betri kørmum og einum filmshúsi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Eg eri sannførdur um, at filmsvinnan kann skapa ein meira fjøltáttaðan arbeiðsmarknað, nýggj størv og inntøkur, og verða ein stórur
ølum í fyrstuni, og so verður lagt afturat so hvørt høvi býðst. Talan verður um nøkur av teimum kendu sløgunum og nøkur sløg, hann hugsar um, eru Leffe, Westmalle, Chimay og Rochefort. Og so fara tey sjálvsagt [...] enn 5,8%. Harafturat varð forboð sett fyri at innflyta og selja brennivín, sum var sterkari enn 60% og tað kostaði bæði tiltikna Fínsprittinum og Jamaikaromminum, lívið. Elefanturin, ella fílurin, sum [...] at leggja dentin á ymsar forkunnugar og spennandi sløg av ølum, eitt nú belgiskt kleystur-øl, ella trappist-øl. - Vit vita ikki, hvussu marknaðurin fer at vera og tí ætla vit at byrja í smáum, kanska einum
g. Føroyar eru í bólki við so frægum fótbóltstjóðum sum Grikkalandi, Italia og Kroatia umframt Albania og Aserbadjan. Evnini til nýggja liðið skulu finnast millum spælarar, ið eru føddir í 1986 og seinni [...] leið. Viðhvørt fáa vit stig, ofta skora vit mál, og tað kemur sjáldan fyri, at vit tapa nógv. Tá ið U21 landsliðið fer at spæla móti Italia, Grikkalandi og Kroatia verður mótstøðan á hægsta støði. Ivaleyst [...] danska AB, Símun Louis Jacobsen í GÍ, Páll M. Joensen og Emil N. Leifsson í HB, Ásbjørn og Jóhan V. Gunnarsson í B36, Kristoffur Jacobsen í KÍ og Christian R. Mouritsen í Manchester City. Málverjumøguleikar
heimin, og flest øll gera sær meira og minni sínar tankar og hugleiðingar um tað kenda farna og tað enn ókenda komandi Serliga verður lurtað eftir tí, sum fremstu fólk í samfelagnum siga og meta, og fjølmiðlarnir [...] bera hesar metingar víðari og viðgera tær, bæði rósandi og atfinningarsamt. Eisini í okkara landi fer hendan prosessin fram. Politiski leiðarin, løgmaður, heldur sína nýársrøðu, og hinir leiðarnir hava sínar [...] heima og úti, men í hesum orðum lá ein farri av takksemi um at vera til og at kunna vera ímillum síni kæru. Løgmaður helt eftir míni uppfatan eina røðu av teimum frægu. Hann leit bæði aftureftir og frameftir
koppsetast tvær ferðir við nøkrum vikum ímillum, og í dag boðar koppingarbólkurin hjá landsstýrinum, frá, at alt koppingarevnið, sum kemur til Føroyar í kvøld, verður brúkt til at geva fólki ta seinnu [...] loystur, so hvørt veturin fer at halla. Samstundis verða alsamt fleiri koppingarevni góðkend og samstundis er væntandi, at leveringin av teimum evnum, sum longu eru í marknaðinum, fer at koma í eina trygga [...] Higartil hava 3.993 fólk fingið ta fyrstu sproytuna og ein hevur eisini fingið ta seinnu sproytuna. Men í kvøld koma 1.300 skamtir til landið, og teir skulu allir brúkast til at til at geva fólkið aðru
ella frá ymiskum heimildarfólkum, og frá livandi lærarum og børnum og ungdómum. Tað vita vit, at øll hesi hava royndir, sum lærarar og pedagogar kunnu nýta til tess at gerast klókir upp á, hvussu best er [...] teir innast inni halda fyri eygu og oyru og ikki vilja læra annað. Samrøðurnar bera ið hvussu er boð um eitt hugalag, sum ger, at tað fer mær kalt niður eftir bakinum. Og so fáa teir heldur ikki verið í [...] hugburð at gera og fatan av, hvat ið er týdningarmikið í útbúgving av lærarum og pedagogum. ******************** Fakliga støðið er ov lágt, verður sagt, men fakliga støðið er ein og hvør lærugrein sæð
hava nakað av undirvísing, og nærri kunning kemur um próvtøkur. – Vit standa í eini truplari støðu í dag, eg kann ikki við fullari vissu siga, at hetta er tað rætta. Tað fer framtíðin at vísa, sigur hann [...] Føroyar skulu varisliga latast upp aftur, og nú skulu vit sum samfelag upp aftur í ferð, sigur løgmaður á tíðindafundi í morgun. Á tíðindafundinum varð millum annað boðað frá, at dagstovnar, forskúlar [...] forskúlar, frítíðarskúlar og 1. til 3. flokkarnir í fólkaskúlanum lata upp aftur 20. apríl. Í fólkskúlanum verður skipað undirvísing men eingin møtiskylda. 4.-10. flokkur halda áfram við fjarundirvísing, greiddi
sólglottar av og á. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig. Um kvøldið og náttina snarar hann í ein landnyrðing og norðan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á, og hitin millum [...] sunnan fyri Føroyar fer í ein eystan og síðani streymar kaldari luft niður yvir oyggjarnar av norðri og landnyrðingi. Seinni í vikuni kemur enn kaldari luft niður yvir oyggjarnar av norðri og sum frá líður [...] Samdrigið og ælaveður og hitin um dagin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina millum trý kuldastig og tvey hitastig. Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri, 8 til
útsynningi og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer leygardagin framvið Føroyum. Sunnudagin kemur ein hitabrúgv inn yvir Føroyar og síðani streymar lýggjari luft inn yvir oyggjarnar av suðri. Komandi vikuna kemur eitt [...] millum 4 og 7 stig. Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í hvassan vind av suðri, 5 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin um 8, 9 stig. Um náttina verður skýggjað og támut og sirm [...] yvir Føroyar av vestri og síðani verður veðrið støðugari. Í dag verður fleyr til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Sum dagurin líður snarar hann í ein sunnan og landsynning. Turt og sólglottar