Nú kemur Elefanturin aftur til Føroyar

Um ein mánað verður góði, gamli Elefanturin aftur at fáa til keyps í Rúsuni.

1. apríl er aftir loyvt at selja øl, sum er sterkari enn 5,8%, í Rúsuni, og Rúni Herup Olsen, sum stendur fyri at keypa vørur til rúsuna, sigur, at enn hava tey ikki tikið endaliga støðu til, hvørji sløg av sterkum øli, tey fara at selja.

Men hann staðfestir, at Elefantin sleppa tey ikki uttan um.

- Vit hava longu fingið nokk so sterkar ábeningar um, at tað er ein øl, viðskiftafólk vilja hava, sum hann málber seg.

Elefanturin, og aðrar sterkar øl, sum vórðu nógv keyptar fyri einum mansaldri síðani, vórðu allar bannaðar í 1980.

Tá fingu føroysku bryggjaríðini loyvi at bryggja sterkt øl, men afturfyri varð bannað at selja øl, sum er sterkari enn 5,8%.

Harafturat varð forboð sett fyri at innflyta og selja brennivín, sum var sterkari enn 60% og tað kostaði bæði tiltikna

Fínsprittinum og Jamaikaromminum, lívið.

Elefanturin, ella fílurin, sum hann eisini onkuntíð so kerliga varð nevndur, er 7,2%, so hann fall fyri markinum, saman við Giraffinum, Portaranum og øðrum sterkum ølum, sum vóru heilt vanligar í Føroyum við tí drykkjumentan, sum tá var.

Men í fjør samtykti Løgtingið, at tað aftur skuldi vera loyvt at selja sterkt øl í Føroyum frá 1. apríl í ár.

Rúni Herup Olsen sigur, at tað var ikki ætlanin, at tey skuldu fara at selja Elefant, tí tey ætlaðu heldur at leggja dentin á ymsar forkunnugar og spennandi sløg av ølum, eitt nú belgiskt kleystur-øl, ella trappist-øl.

- Vit vita ikki, hvussu marknaðurin fer at vera og tí ætla vit at byrja í smáum, kanska einum 10-15 sløgum av sterkum ølum í fyrstuni, og so verður lagt afturat so hvørt høvi býðst.

Talan verður um nøkur av teimum kendu sløgunum og nøkur sløg, hann hugsar um, eru Leffe, Westmalle, Chimay og Rochefort.

Og so fara tey sjálvsagt eisini at selja tey sløgini, sum tey føroysku bryggjaríini koma við.

Spurningurin er so, hvat prísurin verður. Keypsleiðarin í Rúsuni sigur, at dygdarøl av hesum sløgum eru ofta lutfalsliga dýrt at keypa.

Men tað er heldur ikki greitt, hvussu føroysku avgjøldini verða, men í Fíggjarmálaráðnum hava vit áður fingið at vita, at avgjøldini verða eftir sama leisti, sum øll onnur avgjøld og tað merkir, at sterkari løgur rindar meiri avgjald enn veikari løgur.