Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður
Jarðarknøttur okkara gongur í síni ringrás rundan um sólina, og hvørja ferð gott og væl 365 samdøgur eru farin, er hann komin runt. Eitt ár er tá aftur farið í tíðarinnar hav. Soleiðis eisini í ár. Á midnátt 31. desember 2008 skiftu vit til 2009. Hetta verður markerað um allan heimin, og flest øll gera sær meira og minni sínar tankar og hugleiðingar um tað kenda farna og tað enn ókenda komandi
Serliga verður lurtað eftir tí, sum fremstu fólk í samfelagnum siga og meta, og fjølmiðlarnir bera hesar metingar víðari og viðgera tær, bæði rósandi og atfinningarsamt. Eisini í okkara landi fer hendan prosessin fram. Politiski leiðarin, løgmaður, heldur sína nýársrøðu, og hinir leiðarnir hava sínar viðmerkingar.
Sum eg havi roynt at fylgja við tí, ið sagt hevur verið, kom eg at hugsa um ein nýggjársmorgun fyri mongum árum síðani. Tað var meðan heimsbardagin leikaði í, og útlitini fyri heimin, sum forbløddi undir hesum umstøðum, vóru ikki tey allarbestu. Eg fór hendan morgunin oman til ommu og abba í Steinagøtu at ynskja gott nýggjár. Omma, sum tá hevði nøkulunda sama aldur, sum eg havi nú, kom brosandi ímóti mær, og ynskti ommusoninum eitt gott nýggjár, og so segði hon hesi orðini, sum eg enn minnist: ”Hvør skuldi trú, at eg skuldi uppliva 1945”. Hon gjørdi sær sínar tankar um alt, sum fór fram í heiminum, bæði heima og úti, men í hesum orðum lá ein farri av takksemi um at vera til og at kunna vera ímillum síni kæru.
Løgmaður helt eftir míni uppfatan eina røðu av teimum frægu. Hann leit bæði aftureftir og frameftir. Hann royndi at taka saman um og bar heilsanir og góðynski fram. Soleiðis eigur ein nýggjársrøða at vera. Hon skal ikki fara alt ov mikið í dýpdina og niður í smálutir. Tað eru umstøður til tað í øðrum førum undir politiskum orðaskiftum. Tað er stórur munur á eini løgmansrøðu á nýggjárum og eini løgmansrøðu á ólavsøku. Ólavskurøðan er eitt politiskt dokument, sum skal hava eina serliga viðgerð á tingi.
Harfyri verða tó týdningarmestu viðurskiftini, sum uppi eru í tíðini, tikin við og umrødd í sambandi við eitt ársskifti. Eitt, sum flest allir viðmerkjarar hava mett um og umrøtt, er tann búskaparkreppan, sum sær út til at hava rakt allan heimin. Virðisbrævamarknaðir, bankar, virkir, privat húsarhald, statskassar, alt sær út til at verða rakt av kreppuni. Flestu halda, at byrjanin er at finna í USA fyri síðani at spjaða seg víðari. Ein búskaparkreppa kann hava so nógvar ymiskar orsøkir og kann vera meira ella minni víttfevnandi. Nøkur samfeløg sleppa eisini betur burturúr enn onnur. Men her sleppur næstan eingin snikkaleysur, sjálvt um onnur samfeløg verða rakt serliga hart.
Eitt er tó heilt vist, at tann samfelagssektor, sum harðast er raktur, og sum er orsøk til ólukkuna á øðrum samfelagsøkjum, er bankasektorin. Sjálvt um einstøku bankarnir, hvør í sínum landi, eru ymiskliga fyri, so verða bankarnir í orðaskiftinum nevndir undir einum. Í USA er ein banki farin fyri og annar eftir. Í Danmark eru fleiri bankar farnir av knóranum. Í nógvum londum er skipað fyri sokallaðum “hjálparpakkum” og øðrum serskipanum fyri at bjarga einstøkum bankum ella bankasektorinum sum heild. Higartil er eydnast so nøkulunda at bjarga bankaskipanunum. Men bert nøkulunda. Í nýmótans samfelagnum hava bankarnir alstóran týdning. Men ikki fyri sína egnu skuld, men tí teir eru økonomiska lívæðrin hjá bæði virkjum, íleggjarum og privatfólki. Í Danmark var ein “bankapakki” samtyktur fyri nøkrum vikum síðani. Hetta varð gjørt fyri at ikki alt peningarensli í samfelagnum skuldi steðga. Danska stjórnin er í ferð við at seta saman ein “bankapakka” afturat, sum er uppaftur meira umfatandi. Orsøkin er tann, at sum umstøðurnar eru í løtuni er næstan ógjørligt hjá vanligum virkjum og borgarum at fáa vanlig neyðug lán og aðra fígging til sítt virksemi. Bankarnir eru stórt sæð farnir í koma, og húsagangir síggjast manga staðni. Hetta kann stjórnin sjálvandi ikki bara hyggja at, tí arbeiðsloysið økist og kreppan versnar. Sagt verður tí frá politiskari síðu, at bankarnir skulu fáa tilførdan ein likviditet uppá ca. 100 milliardir krónur, ikki til bankarnar at goyma, men til at læna út aftur til kundarnar. So fæst at síggja, um hetta fer at virka.
Í Føroyum sær eisini út til, at bankarnir eru heilt uppsteðgaðir. Tað ljóðar, at føroysku bankarnir eru væl fyri, eisini við likviditeti. Men kortini siga teir beint fram, at teir vilja heldur verja likviditetin og ikki veita fígging til nýggj projektir ella nýggjar kundar, men bert sum frægast fjálga um teir gomlu kundarnar. Hetta seinasta skal sjálvandi gerast, men framlítandi virksemi skal eisini fremjast. Annars koma vit aftur – og eru helst longu komin – í ta støðu, sum vit vóru í í 1992/93, tá føroysku bankarnir hildu uppat at virka. Ja støðan er helst uppaftur verri, tí tá vóru tveir sparikassar, sum í ein vissan mun hildu fram við virkseminum. Nú sær tað út til, at allir peningastovnarnir føra sama politikk.
Tá eg nú komi inn á hetta, kann eg ikki lata vera við at gera eina sammeting. Í 1992 fann danska “Færøgruppen” fram til, at føroyingar skuldu tvingast til at fremja nøkur tiltøk, sum teir høvdu funnið uppá. Tá vit føroyingar høvdu aðra uppfatan, vildu teir framprovokera eina skjótari kreppu, og hetta gjørdu teir við at koma Sjóvinnubankan í størri trupulleikar enn neyðugt. Harvið steðgaðu teir einum av samfelagshjólunum, og tað hevði so víðari fylgjur út í samfelagið. Føroyski Landskassin mátti so út í tung og trupul tiltøk, men hóast eina pínufulla gongd, so komu vit sum samfelag sum frá leið burtur úr tí.
Nú hevur Nemesis í ávísan mun rakt danska statskassan. Teir skulu nú helst útvega um leið 100 milliardir, umframt fyrra bankapakkan, fyri at bjarga danska samfelagnum undan kollapsi. Vónandi eydnast tað, so teir ikki koma út í sama slag av kreppu, sum Føroyar vóru í fyri 14-16 árum síðani. Vónandi fáa eisini føroysku peningastovnarnir sín part av hesum lánum, um tað er neyðugt, so fíggingartrupulleikar ikki steðga tí annars positivu búskapargongd, sum føroyska samfelagið hevur havt seinastu árini.
Hallið á føroysku fíggjarlógini fyri 2009 hevur eisini verið nógv umrøtt. Hetta einsamalt skaðar tó ikki so nógv. Hinvegin er tað framhaldandi vinnuligur og vinnuskapandi aktivitetur, sum skal minka um hetta hall í framtíðini og ikki skattahækkingar. Slíkar vilja bert gera støðuna verri. Ein møguligur bústaðarskattur, sjálvt um hann kemur sum skattaumlegging, vil eisini gera, at stígur kemur í økonomiska framgongd og vøkstur.
Annars er at gleðast um, at Føroyar hóast alt eru væl betur fyri búskaparliga, enn vit vóru í byrjanini av 1990unum.
----------
Fakta um Jógvan Sundstein
1970 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi. Afturvaldur í 1974
1978 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.
1981-1985 Løgtingsformaður
1989-1991 Føroya Løgmaður
1991-1993 Landsstýrsmaður í fíggjarmálum
Jógvan Sundsten gavst í politikki á løgtingsvalinum í 1994, tá hann ikki stilllaði uppaftur
Í 2004 fluttu Jógvan Sundsten og konan Lydia til Danmarkar at búgva, har børnini tey trý børnini eisini búgva