Nú fer landið upp aftur í ferð

Millum annað lata dagstovnar og skúlar upp aftur 20. apríl

Føroyar skulu varisliga latast upp aftur, og nú skulu vit sum samfelag upp aftur í ferð,  sigur løgmaður á tíðindafundi í morgun. 

Á tíðindafundinum varð millum annað boðað frá, at dagstovnar, forskúlar, frítíðarskúlar og 1. til 3. flokkarnir í fólkaskúlanum lata upp aftur 20. apríl. Í fólkskúlanum verður skipað undirvísing men eingin møtiskylda. 

4.-10. flokkur halda áfram við fjarundirvísing, greiddi løgmaður frá.

Endaflokkarnir á miðnámi fara at hava nakað av undirvísing, og nærri kunning kemur um próvtøkur.

– Vit standa í eini truplari støðu í dag, eg kann ikki við fullari vissu siga, at hetta er tað rætta. Tað fer framtíðin at vísa, sigur hann.

– Vit mugu ikki at gera støðuna hvarta ella hvíta. Tað er ikki eitt stríð millum búskapartøl og heilsu - vit mugu finna javnvágina ímillum hesi, sigur Bárður á Steig Nielsen.