Nú fer at vára

Eitt lágtrýst nærkast Íslandi av útsynningi og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer leygardagin framvið Føroyum. Sunnudagin kemur ein hitabrúgv inn yvir Føroyar og síðani streymar lýggjari luft inn yvir oyggjarnar av suðri. Komandi vikuna kemur eitt hátrýst inn yvir Føroyar av vestri og síðani verður veðrið støðugari.

 

Í dag verður fleyr til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Sum dagurin líður snarar hann í ein sunnan og landsynning. Turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað og támut og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á, men seinnapartin klárar í vestanfyri. Hitin um 8 stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan. Turt, men sum frá líður verður skýggjað. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í hvassan vind av suðri, 5 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin um 8, 9 stig. Um náttina verður skýggjað og támut og sirm og hitin millum 6 og 8 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s Yvirhøvur turt, men mest skýggjað og támut, møguliga mjørki, hitin millum 6 og 9 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, skýggjað og támut, men møguliga sólglottar í støðum. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.