hava fleiri ferðir verið í Hetlandi, og vit hava verið eitt nú í Íslandi, Noregi, Hebridunum og St. Kilda. Dragin var eisini við í sonevndu flaggsiglingini til Danmarkar í 2019, men í fjør, tá korona herjaði [...] eina øld aftan fyri seg. Hans Eli Hansen í Klaksvík var ein av stigtakarunum og krumptappurin til varðveitslu av Draganum, og hann hevur verið við øll árini - og í umleið 25 ár tilsamans. Nú er stafettin [...] Grynkil, eru endaður í einum felag, sum ætlar at seta bátin í upprunaligan stand. Hetta fegnist eg sjálvandi um, og eg kundi væl hugsað mær, at onkrir aðrir slíkir bátar eisini vórðu settir í upprunaligan stand
hon ættað av Brúnni í Fuglafirði, hann av Biskupsstøð. Volli var miðskeiðis í stórum systkinaflokki, 7 brøðrum og 2 systrum. Giftist Tórhild Jensen úr Norðragøtu. Tey búsettust fyrst í gamla barnaheimi hansara [...] sorgina og koma víðari. Døturnar eru allar giftar og væl at sær komnar, Martina á Skála, Jórun í Klaksvík, Britt í Havn. Ungur fór hann til skips, fyrst við slupp, seinni við trolara, tey nógvu árini við Skálaberg [...] var yvir í fjørðin at fáa at kóka. Bátur hevur altíð verið í familjuni og tað er ikki smávegis, ið teir hava lagt uppá land øll árini. Men einaferð var feðgunum álvarsamt óhapp fyri suðuri í fjørðinum
sandingar enn eina ferð máttu ásanna, at teir høvdu mist alt í seinastu løtu. Hesa støðu hava teir uppliva fleiri ferðir í ár, og á Sandi síggja tey eisini í eyguni, at tað kanska ikki er av tilvild. Hesa ferð [...] tað aftur. Teir eru um at fáa stig burtur úr einum dysti, og so rýkur alt í seinastu løtu. Tað hava teir roynt fleiri ferðir í ár, og aftur hetta vikuskiftið var gongdin soleiðis. Tað var einki at siga [...] NSÍ-málverjanum trupulleikar, í málið. Góða byrjanin hjá B71 kom ivaleyst líka óvart á sandingar, sum hon kom á runavíkingar. NSÍ royndi at koma fyri seg aftur, men tað gekk ikki væl í fyrra hálvleiki. Runavíkingar
verkstaðarskúla í Danmark, har eg eitt nú lærdi at sveisa, sigur Gunnhild, ið somuleiðis hevur tikið dugnaskapsskeið í sigling, dagliga hjálpt pápa sínum við umvælingum í súkkluhandlinum í Klaksvík, og alt sítt [...] hevur hon verið í Suðuramerika, siglt um Atlantshavið við seglskipi (skúlaskipinum Danmark), verið á interrail í Evropa, aupair í Íslandi, lisið íslendskt á Háskúla Íslands og verið á háskúla í Svøríki. Og [...] aðrir ungir menn umborð á Brimli: - Í frítíðini sita vit og hugna okkum saman: práta og hyggja í sjónvarp. Tá søkt var í bløðunum eftir manning til Brimil og Tjaldrið fyrst í ár, vóru heili 94 umsøkjarar. Gunnhild
Constabulary, hesir fundir skuldu vera í Thurso, Wick, Inverness, Aberdeen og Glasgow. Men sunnudagur var, og lufthavnin í Wick var stongd. Noyddist so at spyrja lufthavnina í Inverness um gjørligt var at koma [...] Vit kendust, frá tí hann kom heim fyrst í sjeytiárunum, eftir deyða pápa síns, og sum løgmaður kom at hava tætt samband við Umboðsstovu Føroya, sum tá var í Aberdeen. Atli var væl kendur av monnum innan [...] innan fiskivinnuna eins og tey ministerier í Bretlandi, sum vit máttu samráðast við. Vit høvdu serliga gott samband við fiskimálaráðið í Edinburgh, áðrenn Bretland fór uppí EEC, sum tað upprunaliga navnið
landsstýrismaðurin í tinginum gjørdi greitt, at enn er eingin avgerð tikin, so fær útsøgnin ávaringarlampurnar at ringja hjá serlæknanum í nýrasjúkum, sum hevur evstu ábyrgd av dialysuviðgerðini í føroyska he [...] málið var uppi í løgtinginum, argumenteraði landsstýrismaðurin við at sjey av 13 dialysusjúklingum eru í norðurøkinum. - Tann støðan er longu broytt, tí nú eru 16 dialysusjúklingar, harav sjey í norðurøkinum [...] hevur ikki roknað uppá, hvat tað kostar at seta á stovn eina dialysuviðgerð í Klaksvík. - Men leystliga mett vil íløgan í dialysutól og annað væl vera 1,5 til tvær milliónir krónur. Og harumframt kemur
er liðugt, verður gongdin í stuttum hon, at rávøran fer at koma inn í norðurendanum av bygninginum, har kuldagoymslan eisini verður. - Framleiðslan byrjar soleiðis har norðuri í bygninginum. Síðan fer fiskurin [...] eru fløkini reinskorin við hond, sum vanligt hevur verið í fiskaframleiðslu í mong ár, men hetta verður søga, tá virkið letur uppaftur fyrst í august. - Nú verður øll reinskering maskinell, og við hesi [...] stendur fyri el-arbeiðnum. - Í sambandi við, at framleiðslan verður rationaliserað og økt, hava vit eisini fleiri útlendskar veitarar við útgerð, sum eru inni í myndini í løtuni, sigur Regin. Bakkafrost
orsaka av at tað er so stórt fjølbroytni í hvørjum einstøkum lagi. - Merkir hetta fjølbroytni, at sama lagið ikki kemur at ljóða eins á t.d. konsertunum í Klaksvík og í Havn? -Ja, tá ið vit spæla jazz, so eru [...] tóku væl undir við honum. Tað hendi í heilum, at allur salurin klappaði í miðjum lagi, orsakað av soloum og serliga vælljóðandi brotum. Eisni dugdu allir limirnir í bólkinum væl at vera á palli. Teitur [...] ið opnaði jazzheim hansara. Hetta hendi meðan Teitur gekk í studentaskúla í Danmark. Tað var floksfelagi hansara, Erik, ið nú spælir trummur í bólkinum, ið gav Teituri plátuna hjá hesum sangara. Og eftir
Klaksvík: Tað fyrsta ein hugsar, tá ein kemur inn í dansihølið í neðra í Klaksvíkar Klubba er, at hetta ikki kunnu verða somu høli, sum ein var inni í fyri umleið tveimum mánaðum síðani. Tá sóu hølini [...] uppi yvir borðunum eru nú vorðin til smáar "spottarar" í loftinum. Nakað sum gevur hølunum ein sera hugnaligan dám. Jú, sanniliga eru dansihølini í Klaksvíkar Klubba vorðin til eini avbera flott høli, har [...] har ein kann hugna sær, um ein fer út okkurt kvøldið. Í erva eru broytingar eisini framdar, men ikki so umfatandi sum í neðra. Tað, sum vanliga verða nevnt Norðpólurin hevur fingið nýggjar møblar og ein
havt týskt í skúlanum enn, so hann hevur fingið undirvísing til hesa stóru uppgávu, sum nú liggur beint fyri framman. Hann hevur fingið hjálp frá fleiri, men serliga Alex Sólstein í Klaksvík hevur verið [...] skúlastjóri í skúlanum við Ósánna. Hann má sigast at vera sera stinnur í máli, og haraftur at fæst hann dagliga við tónleik, so tí var tað so líkatil, at valið fall á hann til at læra Brand orðini í týska [...] ? Fyri tað fyrsta er Alex stinnur í máli og mentan. Hann veit nógv um týskarar, og hann fæst nógv við tónleik ? umframt at hann syngur nógv. Og tað at hann spælir í hornorkestri eisini, spælir somuleiðis