Klaksvíkar Klubbi letur upp aftur leygardagin

Eftir umfatandi umvælingar letur Klaksvíkar Klubbi nú uppaftur. Leygardagin verður móttøka í nýumvældu hølunum. Jan Gardar, sum skal samskipa dansitiltøk og annað sigur, at í fyrstu atløgu fara tey at leggja seg eftir at hava opið hóskvøld til sunnukvøld

Klaksvík:
Tað fyrsta ein hugsar, tá ein kemur inn í dansihølið í neðra í Klaksvíkar Klubba er, at hetta ikki kunnu verða somu høli, sum ein var inni í fyri umleið tveimum mánaðum síðani.
Tá sóu hølini ikki gott út. Tey vóru niðurslitin og lítið tiltalandi hjá fólki at koma inní. Ongin barr var tá, bert eitt lítið skapilsi av eini barr, sum var sett saman av einum hálvveggi og nøkrum hvítum hillum. Haraftur at var ongin pallur til orkestur ella plátuvendara.
Nú eru hølini hamskift. Ein avbera flott, myrkt mahogni barr er sett upp og ein pallur er eisini gjørdur. Framvið tí eina vegginum stendur ein lang sofa við lítlum rundum borðum frammanfyri og stólar eisini. Veggirnir eru málaðir myrkt reyðir og tey áður so slitnu gólvini við einum ótali av brennimerkjum eru nú skift út við kirsuberjalittar gólvplátur. Eisini eru ljósviðurskiftini munandi broytt. Tað sum áður var at meta við lítlar køkslampur uppi yvir borðunum eru nú vorðin til smáar "spottarar" í loftinum. Nakað sum gevur hølunum ein sera hugnaligan dám. Jú, sanniliga eru dansihølini í Klaksvíkar Klubba vorðin til eini avbera flott høli, har ein kann hugna sær, um ein fer út okkurt kvøldið.
Í erva eru broytingar eisini framdar, men ikki so umfatandi sum í neðra. Tað, sum vanliga verða nevnt Norðpólurin hevur fingið nýggjar møblar og ein umgang av hart tiltrongdari máling. Eisini hølið í erva, har barrin er, hevur fingið onkrar smávegis umvælingar, millum annað er teppið, sum var har fyrr nú eisini skift út við kirsjuberjalittar plátur.
Áðrenn vóru pool- og billiardborðini í neðra, men tey eru so flutt upp á nú.

Strangari eftirlit
Sonhard Johannesen, formaður í Klaksvíkar Klubba og Jan Gardar eru týðuliga ernir av klubbanum, sum hann sær út nú. Teir siga, at teir eru sera spentir upp á at lata uppaftur og síggja, hvussu fólk fara at taka undir við teimum tiltøkunum, sum koma at verða í Klubbaum framyvir.
Sonhard sigur, at eftirlitið nú verður munandi strangari.
- Ja, tað kanst tú ætla, at tað verður strangari. Nú eru hølini blivin so flott og sjálvandi ganga vit útfrá, at fólk fara væl um, men fyri tað verður strangt eftirlit kortini. Ongin óhøviskur atburður verður góðtikin. Viðkomandi, sum ikki dugir at uppføra seg, verður stutt sagt tveittur á dyr, sigur formaðurin avgjørdur á málinum.
Tað verður Jan Gardar, sum fer at samskipa tey tiltøkini, sum skulu verða í Klaksvíkar Klubba.
- Í fyrstu atløgu fara vit at skipa fyri dansi fríggjakvøld og leygarkvøld. Og so verður tað eisini opið sunnudag, sjálvandi, greiðir Jan frá og leggur aftur at, at hann umhugsar eisini at fara at royna at gera hóskvøld til eitt kvøld, har fólk kunnu støkka inn á gólvið og hugna sær eina løtu.
Hann sigur eisini, at hann umhugsar møguleikarnar fyri at skipa fyri øðrum tiltøkum eisini, men enn er onki ítøkiligt á skránni.

Dansurin skal fíggja
Sonhard sigur, at tað eru 212 limir í Klaksvíkar Klubba, sum gjalda árligt limagjald. Men tað er ikki tað, sum fíggjar klubban.
- Dansurin kemur at fíggja klubban, greiðir hann frá. Hann sigur, at áðrenn farið var í holt við umvælingarnar, var tað so, at tað mól runt fíggjarliga, men hann vónar, at tað nú fer at verða betri undirtøka millum fólk at koma í klubban.
- Vit fóru undir hetta eftir ynski frá limum og fólki annars, sum komu her javnan, so gangast má út frá, at undirtøkan fer at verða góð nú hølini eru vorðin so snøgg.
Bæði Sonhard og Jan halda, at hetta er ein góð tíð at lata uppaftur. Tí tey myrku kvøldini fara at koma aftur nú og summarið er farið, so væntast kann, at fólk fara at koma meiri út aftur nú um vikuskiftini.
Sonhard vísir á, at henda umvælingin eisini hevur stóran týdning frameftir, um hugsað verður um ætlaða undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð.
- Vit eru klárir til at taka ímóti eysturoyingum, tá undirsjóvartunnilin einaferð er komin ? um hann kemur. Tað kann meiri enn so vera, at tað eru fleiri eysturoyingar, sum fara at koma hendavegin eitt vikuskiftiskvøld heldur enn at fara til Havnar, heldur hann.
Jan Gardar kemur sum sagt at verða hann, sum skipar fyri, at tað verða tiltøk at fara til í Klaksvíkar Klubba framyvir. Hann hevði ábyrgdina av ungdómsdiskotekinum, Lognbrá, í átta ár, tann tíð tað var. Har er nú virksemi byrjað aftur, men tað er ikki Jan, sum nú tekur sær av tí.
Jan sigur, at tað kann ikki samanlíknast at hava eitt ungdómsdiskotek og so klubban.
- Tað er stórur munur á teimum báðum, men eg síggi hetta sum eina stóra og spennandi avbjóðing, sigur hann.
Klaksvíkar Klubbi letur sum sagt uppaftur leygardagin. Tað verður móttøka frá klokkan 17 fyri limum og øllum teimum, sum á ein ella annan hátt, hava verið uppi í umvælingararbeiðinum. Frá klokkan 22 um kvøldið verður so opið fyri almenninginum.