Brandur er tilreiðar

14 ára gamli Brandur Enni er tilreiðar at syngja báðar tjóðsangirnar til landsdystin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli í dag

? Eg havi ikki nervar enn, men nú fáa vit at síggja, tá eg eri komin at standa á vøllinum, og tað sita 6.000 áskoðarar og rópa og floyta, sigur Brandur Enni, sum hevur nýtt tann seinasta mánaðin til at læra seg tey týsku orðini.
Brandur hevur ikki havt týskt í skúlanum enn, so hann hevur fingið undirvísing til hesa stóru uppgávu, sum nú liggur beint fyri framman.
Hann hevur fingið hjálp frá fleiri, men serliga Alex Sólstein í Klaksvík hevur verið nógv um hann, tá tað kemur til at læra orðini. Alex er fyrrverandi skúlastjóri í skúlanum við Ósánna. Hann má sigast at vera sera stinnur í máli, og haraftur at fæst hann dagliga við tónleik, so tí var tað so líkatil, at valið fall á hann til at læra Brand orðini í týska tjóðsanginum.
Tað var Steintór Rasmussen, sum kom við uppskotinum um, at Alex var ein upplagdur møguleiki.
? Fyri tað fyrsta er Alex stinnur í máli og mentan. Hann veit nógv um týskarar, og hann fæst nógv við tónleik ? umframt at hann syngur nógv. Og tað at hann spælir í hornorkestri eisini, spælir somuleiðis inn. So tað var líkasum upplagt at heita á hann um at hjálpa Brandi við orðunum, greiðir Steintór Rasmussen frá.
Brandur sjálvur letur væl at. Hann sigur, at hann hevur roynt at sogið alt til sín so væl sum gjørligt, tí hann er greiður yvir, at hetta er ein stór og øðrvísi uppgáva. Hann stúrdi eitt sindur fyri uppgávuni í fyrstuni, men nú heldur hann, at hann er so klárur, sum hann kann verða.
? Tað var serliga hetta við málinum, sum gjørdi, at eg stúrdi, tí okur fáa ikki týskt fyrr enn komandi skúlaár. Men við nógvari og góðari hjálp kann eg av sonnum siga, at eg ikki stúri so nógv meira, sigur Brandur, sum tykist at vera sera róligur, tá Sosialurin fær fatur á honum hjá systur hansara í Havn.
Hann hoyrdi Eivør Pálsdóttir í útvarpinum, áðrenn landsdysturin millum Ísland og Føroyar byrjaði, og hann sigur, at tað gav honum eina kenslu av, hvussu tað fer at verða hjá honum, tá hann í dag fer at syngja tjóðsangirnar báðar á Tórsvølli.

Skilagóður drongur
Tað er sum sagt Alex Sólstein, sum hevur hjálpt Brandi við teimum týsku orðunum. Og ikki kann sigast, at týski tjóðsangurin júst er á byrjunastøðið, so Brandur má sigast at verða byrjaður á einum sera høgum støði at læra seg tað týska málið.
Alex sigur, at tað hevur gingið væl hjá teimum báðum at fáa orðini upp á pláss.
? Havandi í huga, at hann ongantíð hevur havt týskt og tískil ikki dugdi eitt orð, so má tað sigast at hava gingið sera væl. Brandur er næmur og lurtar væl eftir, sigur Alex Sólstein. Men hann leggur tó afturat, at tað eru onkur støk ljóð, sum møguliga ikki eru komin heilt upp á pláss, men tað hevur ikki so nógv uppá seg.
Eisini hevur Alex, sum er ein av forsangarunum í Christianskirkjuni, tosað við Brand, um hvussu ein tílíkur sangur skal syngjast. Tí er ikki ov nógv sagt, at hetta er nakað heilt annað enn at syngja Waiting in the Moonlight ella aðrar popparar, sum Brandur er vorðin so kendur fyri.
Alex greiðir frá, at týski tjóðsangurin er eitt sera gamalt lag. Hann varð yrktur fyri umleið 150 árum síðani, og lagið hevur eysturríski tónasmiðurin Josef Haydn gjørt.
Brandur fer at syngja triðja ørindið av hesum sanginum, sum í dag er tann týski tjóðsangurin.
Deutschland, Deutschland über alles hevur nøkur keðilig arr frá nazi-tíðini í Týsklandi, og haraftur at eru staðarnøvn, sum ikki passa til longur. Tískil viðtóku týskarar í 1991, at bert tað triðja ørindið framyvir skuldi verða týski tjóðsangurin. Og tað er sostatt tað ørindið, sum Brandur og Alex hava arbeitt við.
Alex er ein sera tíðindafróður maður, og hann hevur skil í tingunum. Hann greiðir frá, at tá Haydn gjørdi lagið, var tað upprunaliga til tann eysturríkska keisarasangin. Og Haydn var so glaður fyri hetta lagið, at hann plagdi at spæla tað, tá hann ikki var í so góðum lag.
? Hatta er eisini eitt avbera flott og vakurt lag, sigur Alex, sum tó ikki fær høvi at síggja ella hoyra Brand á Tórsvølli, tí hann er á veg til Íslands.
Tá tað av fyrstan tíð kom fram, at Brandur skuldi syngja, var tað tó bert tann føroyski tjóðsangurin, sum var upp á tal. Men Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, sigur tó, at tey skutu upp fyri týskarunum at Brandur kundi syngja báðar.
? Tað vóru týskarar væl við uppá, tí teir høvdu onki ynski um at fáa nakran ávísan at syngja teirra tjóðsang, sigur Ísak.
Samanumtikið kann sostatt staðfestast, at 14 ára gamli Brandur Enni er tilreiðar at bergtaka okkum øll á Tórsvølli í kvøld, beint áðrenn føroyingar og týskarar bresta saman á Tórsvølli.