Hóskandi at varðveita eini 10 skip og bátar

- Við at varðveita gomul skip og bátar, varðveita vit samstundis søguna og handverkið, sum eisini er ein partur av siglingarsøgu føroyinga og føroyskum siðaarvi, sigur Hans Eli Hansen.

 

Flottu myndina av flottum skipi - Draganum - eigur Tórbjørn Jacobsen.

 

 

Tey føroysku træseglskipini eru hábærslig og hugtakandi. Tað skerst ikki burtur. Men, skipini, sum vit hava siglandi í dag, eru ikki komin burtur úr ongum. Tað liggur stórt ágrýtni, nógvir sjálvbodnir arbeiðstímar og nógvur peningur aftan fyri hesar fantastisku verkætlanir, sum hesi skip eru.

Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Dragin og Thorshavn og so tey smærru deksførini, sum fleiri hava 100 ár og meira aftan fyri seg. Millum tey størru siglandi eru Westward Ho og Jóhanna tey elstu skipini, og nøkur av deksførunum hava meira enn eina øld aftan fyri seg.

 

Hans Eli Hansen í Klaksvík var ein av stigtakarunum og krumptappurin til varðveitslu av Draganum, og hann hevur verið við øll árini - og í umleið 25 ár tilsamans. Nú er stafettin latin víðari til Kára Millum Garðarnar, sum bæði stendur á odda fyri Draganum og felagnum, Føroysk Træseglskip. Hóast Dragin ikki er millum tey elligomlu skipini, er hetta eitt sera snotuligt far, og tað tók monnunum aftan fyri verkætlanina eini 10 ár at rigga skipið til tað, sum tað er í dag.

 

Hóast Hans Eli Hansen hevur verið við øll árini, er hann als ikki vorðin troyttur av gomlu skipunum og motorbátunum, men síðan hann fekk ávísar heilsutrupulleikar at dragast við, hevur hann latið stafettina víðari til mann, sum hevur nógvar royndir á sjónum, og sum eisini hevur verið nakrar túrar við Draganum uttanlands. 

Men, tað er heldur ikki soleiðis, at Hans Eli Hansen endaliga hevur mynstrað av.

Dragin hevur nógvar góðar stuðlar, og tá alt arbeiðið er sjálvboðið, plagar skipið at gera ein túr av landinum, har manningin, sum dagliga er um skipið, sleppur við. - Samsýningin hevur verið, at vit gera ein lítlan uttanlandstúr næstan á hvørjum ári, og soleiðis hava vit verið uttanlands við Draganum næstan 20 ferðir. Vit hava fleiri ferðir verið í Hetlandi, og vit hava verið eitt nú í Íslandi, Noregi, Hebridunum og St. Kilda. 

Dragin var eisini við í sonevndu flaggsiglingini til Danmarkar í 2019, men í fjør, tá korona herjaði, varð eingin uttanlandstúrur gjørdur.

 

Tað er kostnaðarmikið at viðlíkahalda tey gomlu træseglskipini og stuðulin, sum hevur verið játtaður á fíggjarlógini til hesi endamál, røkkur bara til ein lítlan part av útreiðslunum. - Tað eru treytir við stuðli av slíkum slag, og viðhvørt hava vit hildið, at treytirnar ikki eru rímiligar. Stuðulin verður umsitin av Søvnum Landsins, og tað er bara ein ávísur prosentpartur av viðlíkahaldi, umvælingum, bedingsrokningum og rakstrarútreiðslum, sum í mesta lagi verður játtaður.

 

Hans Eli Hansen vísir á, at tað ofta hava verið tey størru skipini, sum eru farin avstað við størstu játtanini, og tað er heldur ikki so løgið, tá tað eru hesi, sum krevja mest. - Tá hetta eru gomul skip, er skjótt, at eitt nú ein bedingsrokning verður størri, enn roknað varð við, tí tað kann vera trupult frammanundan at vita, hvat krevst fyri at lúka krøv hjá Skipaeftirlitinum.

 

Politikarar hava mangan sagt seg vera ógvuliga fegnar um, at hesi skip eru varðveitt, men Hans Eli Hansen heldur, at politiski áhugin ikki altíð avspeglar ta játtan, sum træseglskipini hava fingið. - Eg hevði ynskt, at nakrir av gomlu motorbátunum eisini fingu lut í hesum stuðli. Vit síggja, at hesir bátar standa ymsastaðni, men at teir, sum eiga hesar bátar, ikki hava fíggjarligt rásarúm til at seta teir í upprunastand og gera teir sigliklárar.

 

Hans Eli Hansen heldur, at tá skip og bátar vera varðveitt, er tað avgjørt ein fyrimunur, at hesi eru í so mikið góðum standi, at tey eisini kunnu hava siglingarloyvi. - Eitt siglingarloyvi krevur, at førini eru í góðum standi, og hetta haldi eg er einasti háttur at varðveita siglandi arvin, sum hann tekur til.

 

Men, Hans Eli Hansen er sannførdur um, at tað fer ikki at bera til at varðveita øll tey gomlu deksførini. - Nú hava vit fimm træseglskip siglandi, tá Thorshavn er íroknaður, Westward H, Jóhonnu, Norðlýsið, Dragan og Thorshavn. Vit hava eisini nøkur gomul deksfør, sum eru í rímiliga góðum standi. Eg hevði hildið, at kundu vit sum samfelag varðveitt hesi fimm træseglskipini og kanska eini fimm deksfør í upprunastandi, høvdu vit havt ein fittan part av søguni siglandi. 

 

Hans Eli Hansen veit um motorbátar, sum standa uppi kring landið, ið privatir eiga. - Vit hoyra eisini um, at eitt nú gamli Høgna Jákup, núverandi Grynkil, eru endaður í einum felag, sum ætlar at seta bátin í upprunaligan stand. Hetta fegnist eg sjálvandi um, og eg kundi væl hugsað mær, at onkrir aðrir slíkir bátar eisini vórðu settir í upprunaligan stand. 

Hann ivast tó onga løtu í, at skulu gomul deksfør varðveitast, noyðast fleiri kreftir at lyfta í felag, og helst eisini bæði land og kommunur. - Við at varðveita hesi skip og bátar, varðveita vit samstundis søguna og handverkið, sum eisini er ein partur av siglingarsøgu føroyinga og føroyskum siðaarvi, sigur Hans Eli Hansen.

 

Flottu myndina av flottum skipi - Draganum - eigur Tórbjørn Jacobsen.