eru fleiri, sum hava áhuga fyri havtaskuni, og millum størstu keypararnar í løtuni eru Kaldbaks Seafood og Nevið í Saltangará, sum í báðum førum skera fiskin, sigur Høgni Hansen. [...] eftir havtasku undir Føroyum nógv økt, og í fjør setti veiðan met við 3.245 tonsum. Tað er serliga, síðan fiskaprísirnir fullu, at havtaskuveiðan er økt, og Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni [...] á grunnum vatni á ávísum leiðum. Kanningar Hjalti í Jákupsstovu sigur, at Fiskirannsóknarstovan saman við íslendingum, hetlendingum og norðmonnum er í holt við at kanna havtaskuna og havtaskustovnin gjølligari
landsstýrismaður í samferðslumálum: _____ Fyri kortum hevði Heðin D. Poulsen áhugaverda grein í fjølmiðlunum undir heitinum "Nógvir góðir reiðarar til Smyril", har hann m.a. helt fyri, at, "í Føroyum eru nógvir [...] hóast alt nærri. Í dag eru krøvini: dygg góðska, lægstu prísir og skjótastu avgreiðslu! Tað eru ikki so mong ár síðani, at so gott sum allar sjóvegisrutur lógu á privatum hondum. Hetta var í teimum tíðum, [...] kostnaðarmikið at reka, og nógv átøk skulu til fyri at fáa javnvág í raksturin. Øll uppskot verða tikin til viðgerðar og hildin upp í ljósið, vigað og kannað. Hetta skal verða rikið á so handils-ligum
sum í mansaldrar hevur bygt upp sín egna sterka samleika, skal nú eftir fáum árum saðla um á fleiri økjum, tí í 2006 verða vit á ein heilt nýggjan og áður óroyndan hátt partur av meginlandinum í Føroyum [...] miðal, tosa um hendingar. Meðan tey, sum eru í fremstu røð, og sum skapa nakað í teirra samtíð, tosa um visiónir og framtíðarætlanir. Sum so mangt annað her í verðini er hetta ein sannleiki við avmarkingum [...] Føroyum. Á nógvum lyklaplássum í lokalsamfelag okkara hava fólk brotið upp um armar. Onkustaðni er nýggj kós sett út í kortið inn á nýggjar spennandi leiðir. Ongar nýhugsanir koma av sær sjálvum ? tær mugu
við tveimum í undirtali, men tað var at kalla tað. Snøgt sagt, so telur liðið úr Klaksvík ov nógvar royndar spælarar, sum ikki høvdu nakra sum helst ætlan um at forera VB nakað sum helst. Í Alinu Olaru [...] hevði hesin nevnliga gjørt av at mansverja Daivu Toumaite, sum í fleiri ár hevur verið roknaður sum kanska allar besti kvinnuligi spælarin í Føroyum. Og tað var so eingin ivi um, at skuldi VB gera nakrar [...] hampuliga líkasælur um. Og heldur ikki mundi hann leggja stórvegis í rópini, sum av á og kundu hoyrast úr norðaru áskoðaraplássunum í høllini, har flestu VB-viðhaldsfólkini sótu. Fram um alt, so vildi
væl í ár og gjørdust vinnarar av steypakappingini, so sjálvsálitið er í topp. Og tað fáa teir eisini brúk fyri, so teir ikki hvørva millum hini umleið 100 liðini úr allari verðini, sum verða við í fót [...] tombola og stuðulsrenning, og beint fyri Norðoyastevnu vóru foreldur og dreingir at síggja í gøtunum í Klaksvík við trillibørum og kustum, tá tey hjálptu at rudda býin fyri kommununa. - Stuðulin frá foreldrunum [...] verður á altjóða Football-Festival í Århus. Støðið á venjingini er høgt, og tað er alt hitt eisini. Spildurnýggju fótbóltsbúnarnir eru klárir, og er nakað, teir ivast í, er bara at fara inn á heimasíðuna
dirty rag rags stóðu á palli fyrstu ferð á Beatfestivalinum í Klaksvík í 1972. Ólavur vil vera við, at tað vóru teir, sum uppfunnu festivalhugtakið í Føroyum, og at klaksvíkingar ongantíð høvdu upplivað eina [...] og øllum Føroyum, um tað skal vera. Ólavur Presley er í toppformi og sitrar longu av spenningi, til hann og hansara skitnu kloddafyl sleppa á pallin í Vágsbø leygarkvøldið. Hann hevur kannað skránna, og [...] kóka, bara vit eru í nánd, men lat bara Hensley royna. Og so er tað nokk skilagott at lata Boney M taka dampin eitt sindur av aftur, so vandi ikki verður á ferð, heldur Ólavur. Ólavur í reyðum G-strongi
spenningurin millum dreingirnar, sum rógva við 5-mannaførum. Ritan vann í Klaksvík, Sílið vann í Hósvík, og á Tvøroyri vóru tað aftur teir í Hvannasundi og Norðdepli, sum settu trumf á, meðan Fípan Fagra allar [...] á fimta plássinum á Jóansøkuni. Út frá úrslitunum í undanfarnu kappingunum sigur tað seg næstan sjálvt, at okkurt ikki ruggaði rætt hjá dreingjunum í Havnar Róðrarfelag, og soleiðis var tað. Stavnhaldsboyan [...] sjálvandi eigur at vera. Sílið kom í trupulleikar, og hóast tað ikki tóktist sum um, at teir skuldu vinna, so bendir alt á, at Síla dreingirnir mistu týdningarmikil stig í FM kappingini. Havnar Róðrarfelag
tær yngru genturnar í kórinum neyvan vóru føddar, tá ABBA vóru í hæddini í 70unum, tykjast tær minst líka eldhugaðar, tá fyrstu tónarnir av ?Dancing Queen? og ?Mama Mia? tóna út í venjingarhølið - Eg havi [...] Fríska lotið á føroyska kórhimmalinum, kvinnukórið Suð úr Klaksvík, er í løtuni í ferð við at leggja seinastu tónar á venjingarnar til eina heldur øðrvísi konsertferð, sum byrjar mikudagin. Afturat teimum [...] royndir sangarar, umframt at tær flestu eisini syngja við øðrum kórum. Góðan stuðul Úti í gongini eru dansigentirnar í fer við pussa seinastu dansifetini av. Sangarnir hava ein stuttan steðg, og beint nú
staðfestir bara í øllum førum í skrivandi stund, at um verkfallið heldur fram, so verður tað ikki so góð norðoyastevna, tí ongin vøra kemur norður, og somuleiðis ivast hann stórliga í, um nakar stevnugestur [...] fáa jú ikki nakað norður, sigur hann. Hann ivast stórliga í, um tað fer at nytta nakað at biðja um undantaksloyvi til at flyta farm til Klaksvíkar í sambandi við norðoyastevnuna, tí so heldur hann, at onnur [...] møguliga kundi verðið í staðin, men tað er sum sagt bert ein møguleiki. Og hann ásannar eisini, at tað verður ein øðrvísi norðoyastevna tá, tí hon eigur at vera fyrst. Eitt annað tiltak er í Gøtu tað vikuskiftið
Valið í Klaksvík: Nú J. við Keldu er farin at viðgera gleðiliga valið í Vágum, so kann ein ikki annað enn hyggja eftir hansara eygna valdømi. Sambandsflokkurin gjørdi eisini eitt gott val í Norðoyggjum [...] ivaleyst fingið 2 fólk vald í Norðoyggjum. Tí okkara politikkurin, hevur nakað at bjóða veljaranum, ið er annað enn tóm orð, ið er eyðkenni fyri dagsins loysingarpolitik. Serliga í hesum døgum kemur so greidliga [...] fylgdur. Hvat fer at henda, um gingið verður í teirri rás, ið Annfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen hava slóða. Paralellur: Vágoyggin: Seinast í 80 unum var tekningin klár. Til tunnilin undir