Tryggur favoritt-sigur

Hóast tølini kundu bent á ein hampuliga spennandi dyst, so var spenningurin ikki tann heilt stóri í kvinnufinaluni. Tí hóast VB royndi at spæla sín møguleika, so var styrkismunurin ov sjónskur

Hondbóltur

Fleiri av áskoðarunum hjá VB høvdu hug at illneitast á Stjørnu-venjaran, tá kvinnufinalan longu byrjaði. Longu frá fyrsta bríksli hevði hesin nevnliga gjørt av at mansverja Daivu Toumaite, sum í fleiri ár hevur verið roknaður sum kanska allar besti kvinnuligi spælarin í Føroyum.
Og tað var so eingin ivi um, at skuldi VB gera nakrar skreytir móti favorittunum úr Stjørnuni, so kravdi hetta stórspæl frá Daivu. Henrik Gerster hevði ongan hug at geva VB hendan møguleikan, og tí varð avgerðin um mansverju tikin alt fyri eitt.
At onkur so hevur hug at kalla hetta fyri ein primitivan hátt at steðga mótstøðuni, man Gerster sum so vera hampuliga líkasælur um. Og heldur ikki mundi hann leggja stórvegis í rópini, sum av á og kundu hoyrast úr norðaru áskoðaraplássunum í høllini, har flestu VB-viðhaldsfólkini sótu. Fram um alt, so vildi Stjørnan ikki uppliva eina endurtøku av støðuni fyri einum ári síðani, tá liðið – hóast greiðan favorittleiklut – tapti fyri Neistanum.

Ov fáir streingir
Mansverjan av Daivu var eisini greitt tekin um, hvør størsti veikleikin hjá VB er. Uttan Daivu hevði liðið nevnliga alt ov fáar streingir at spæla uppá. Eina løtu tóktist Gurið Mortensen at halda liðnum í dystinum, og tá hetta ikki gekk longur, kundi Irina eina løtu geva Daivu nakrar góðar innspælingar, tá stórskjúttin ferðaðist inn á strikuna, men tað var alla tíðina so, at vágskvinnur tivaðu aftan á Stjørnuni.
Tær royndu at spæla sín møguleika, og eina løtu gekst eisini væl í so máta. Men tá tær so eisini misnýttu tveir uppplagdar møguleikar og tvey brotskøst, kundi bara ganga skeiva vegin.
Sum hálvleikurin leið, so gjørdist fjarstøðan millum liðini alt størri, og tá farið varð til hálvleiks, sat áskoðarin við kensluni av, at talan væl kundi gerast um rættiligt sorl.

Góvust ongantíð
So galið gekst tó ongan tíð hjá VB kortini. Og tað vóru tað sum so tvinnar orsøkir til.
Onnur var, at spælararnir á liðnum alla tíðina spældu fyri sínum møguleika. Serstakliga var tað imponerandi at síggja Una Egilsdóttir og Svava Vestergaard, ið veruliga tóku ábyrgd á seg, og tó at teimum enn restar nakað í, áðrenn tær raka støðið hjá royndu landsliðsspælarunum hjá Stjørnuni, so sýndu tær heilt greitt, at knotur enn eru í VB-liðnum.
Hartil hevur VB so sanniliga ein av landsins bestu málverjum. Asta kundi illa lastast fyri eitt tað einasta av teimum 31 Stjørnu-málunum. Eitt tal, sum ivaleyst vildi verið væl hægri við einum øðrum málverja.

Eitt komplett lið
Hóast málmunurin soleiðis ongan tíð gjørdist tann heilt stóri, so sat áskoðarin tó alla tíðina við kensluni av, at hesin sigurin var heima hjá Stjørnuni. Kanska hevði VB ein evarska lítlan møguleika at gera um seg, tá Stjørnan ta einu løtuna spældi við tveimum í undirtali, men tað var at kalla tað.
Snøgt sagt, so telur liðið úr Klaksvík ov nógvar royndar spælarar, sum ikki høvdu nakra sum helst ætlan um at forera VB nakað sum helst. Í Alinu Olaru hava tær kanska mest kompletta spælaran í kvinnudeildini, og eisini hinar báðar útlendsku – Simona og Agnes – teljast millum avgjørt sterkastu kortini í landinum. Legg hartil landsiðsroyndirnar hjá Unu, Joan, Onnu Kristinu og Báru, umframt evnaríku Louisu, Mariu og Duritu, og so er greitt, at fá lið í landinum hava møguleikan at standa Stjørnuni kurl.
Tað gjørdi VB so heldur ikki, men tær áttu kortini sín stóran heiður fyri royndina, har tær fram til tað allar seinasta spældu fyri sínum møguleika.