ABBA, jazz og gospel fyri fullum útblástri

Við 16 væl uppløgdum sangarum, sprelllivandi dansigentum og garvaðum tónleikararum fer kvinnukórið Suð at geva áhoyrarnum eina konsertuppliving út yvir tær vanligu komandi dagarnar


Fríska lotið á føroyska kórhimmalinum, kvinnukórið Suð úr Klaksvík, er í løtuni í ferð við at leggja seinastu tónar á venjingarnar til eina heldur øðrvísi konsertferð, sum byrjar mikudagin. Afturat teimum 16 føstu sangararnum hevur Steinvør Fonn, kórleiðari, fingið eitt orkestur umframt nakrar dansigentir og ein fimleikara. Eyguni fara nevniliga at fáa næstan líka nógv sum oyruni hesuferð, har Suð-kvinnurnar eisini hava gjørt rættiliga nógv burturúr klæðunum, tær verða í.
Gospel, Jazz og ABBA
Suð eru millum annað serliga kendar fyri at syngja klassisk løg, negro spirituals og sangir úr sangleikum, ið eisini er stílurin, tær byrja við hesuferð við eini røð av gospel og jazzklassikarum fyri kór og solorøddir.
Sum nakað rættiliga forkunnugt er øll seinna helvt av sangskránni sett saman av nøkrum av teimum kendastu ABBA løgunum gjøgnum tíðirnar. Og hóast tær yngru genturnar í kórinum neyvan vóru føddar, tá ABBA vóru í hæddini í 70unum, tykjast tær minst líka eldhugaðar, tá fyrstu tónarnir av ?Dancing Queen? og ?Mama Mia? tóna út í venjingarhølið
- Eg havi altíð elskað ABBA, men løgini eru ikki vald í berum nostalgi. Kompositiónirnar hjá ABBA eru fyri tað mesta framúr góðar og óvanliga melodiøsar, og nógvu røddirnar eru ein dreymaavbjóðing fyri eitt kór, sigur Steinvør og leggur afturat, at tað ger tað sjálvandi ikki verri, at flestu av hesum sangunum langt síðani eru vorðnir íoyrafallandi klassikarar, sum áhoyrarnir heilt sikkurt kenna aftur og kunna sita og murra við til.
- Hetta verður so okkara kórútgáva av nøkrum frálíkum ABBA løgum, sum tó ikki er ein roynd at endurskapa serstaka samklangin í røddunum hjá Agnethu og Anni-Frid, tí tað ber stutt sagt ikki til. Hinvegin kann eg lova, at orkestrið ljóðar, sum var tað ABBA, tú sat og lurtaði eftir, sigur Steinvør.
Ongin bindiklubbur
Sjálvt um Suð kvinnurnar síggja út til at hava tað avbera stuttligt og viðganga, at hetta vekir minnir um, tá tær sum smágentir stóðu frammanfyri speglinum við eini hárbust sum mikrofon og hermdu eftir teimum báðum idolunum, Agnethu og Anni-frid, eru venjingarnar sanniliga ikki nakar bindiklubbur, sum ein av teimum tekur til.
- Steinvør er ótrúliga seriøs og væntar tað sama av okkum. So her er onki við at møta 5 minuttir ov seint, ella vænta sær langar kaffipausir. Tað kann vera strævið, men tað er altíð spennadi og ein stór avbjóðing, um tú veruliga brennir fyri sanginum, siga sangglaðu kvinnurnar, sum allar eru royndir sangarar, umframt at tær flestu eisini syngja við øðrum kórum.
Góðan stuðul
Úti í gongini eru dansigentirnar í fer við pussa seinastu dansifetini av. Sangarnir hava ein stuttan steðg, og beint nú snýr prátið seg um klæðini, sum eisini eru við at verða klár. 7 av teimum hava fingið seymað svørtu veitslukjólarnar, tær skulu vera í fyrru helvtina av konsertini, meðan klæðini til seinnu helvtina verða eitt sprøklut fýrverk av litum og sniðum í besta ABBA og 70ara stíli.
Hóast Suð nú hava fýra ár á baki og eina ørgrynnu av konsertum aftanfyri seg, er hendan konsertferðin uttan samanbering størsta tiltakið, kórið er farið undir higartil. Og slíkt kostar ikki heilt onki, sigur Steinvør, sum fegin vil nýta høvið at takka Føroya Banka og hinum stuðlunum, tí uttan góðan peningaligan stuðul, hevði onki av hesum borið til.