hann var góður við okkum, og vit við hann. Hann andaðist fyrst í áttati árunum, og vóru Niels og eg úti í Nólsoy til jarðarferðina. Vit sparkaðu eisini ofta í Vágsbotni, og tá kom fyri, at bólturin fór [...] Gerrard og Ronny. Góði Niels hvíl í friði. Til Eyrith og børnini og abbabørnini, beiggjarnar við familju: Orð eru fátøk, men Jesus pápi verður hjá tykkum, tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og bróðir [...] arbeiða aftur. Tá vóru ongar fartelefonir, og tískil komu vit sum oftast oman í Vágsbotn aftur, har 14. September helt til, og arbeiði var ikki klárt, og so aftur at bíða. Men so viðhvørt vóru vit ov
hevur borið so nógv sum tú og hóast tað megna at kempa og yvurvunnið so nógv og samstundis haft yvirskot og orku til at ugga og troysta okkum onnur. Saknurin er stórur eftur teg, og eitt tómrúm er nú eftir [...] ert komin heim til tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum, eins og tú gjørdi her á fold. Saknurin er eisini stórur hjá Niels og Karl, nú teir hava mist ommu sína, og tað er ikki lætt. Nógvir spurningar [...] spurningar koma um hvar Nain-omma er, og um hon kemur aftur og hjá lítlum børnum er tað ikki lætt at skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull omma, sum altíð hevði tíð
var sonur Eyðgerð, dóttir Anton Hansen, skipara og og Emmu Hansen, Gøtu og Bergur Petersen, keypmann, sonur S.P.Petersen (Pidda), keypmann og reiðara og Petru Petersen, Fuglafjørður. Henda lýsing av f [...] ígjøgnum saman við Vernu og fyrireikað børnini. Tey vóru búgvin til at flyta. Martin var familjukærur. Honum dámdi at vera heima í reiðrinum á Kambsdali og fjálga um og gera tað hugnaligt. Og hugnaligt var tað [...] vanliga. Martin elskaði natúruna og var í samljóði við hana bæði á sjógvi og landi. Og sólin – sum umboð fyri alla natúruna - kundi tí heldur ikki bara sær júst sum prestur kastaði jørð á Martin at brenna
býr í Norra, 15 abba- og ommubørn og ein langabba- og ommuson. Tey settu búgv vesturi í Bø í Vági. Vesturi í Bø hava tey búleikast øll árini, og hetta passaði væl við at hava bát og skúr á Garðabrúgv. Tað [...] suðuryvir og tann eina dagin vildi hann til Sumbiar, og tað er løgið at sita eftir og minnast á túrin, og hvat hann fortaldi um allar leiðirnar útfyri Sumbiarbygd. Heilsan hjá pabba bleiv bara verri og verri [...] í ár. Pabba og mamma høvdu verið gift í 48 ár og 11 mánaðir, so tað restaði ikki nógv í til gullbrúdleypið hjá teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og ein sonur býr
ganga rætta vegin, og vón var fyri at sjúkan var bast og lívið kundi ganga víðari. Harrans vegir eru ikki okkara vegir m.a. soleiðis tók Meinhard Bjartalíð, prestur til í síni sera góðu og kenslubornu talu [...] røtur í Linhild og sum hon bygdi sítt lív á saman við síni kæru familiu. Vit í dagrøktini vilja við hesum minnast ein góðan og hjálpsaman starvsfelaga, ein høgt virdan og góðan dagrøktara og sum hevði stóra [...] Linhild var dagrøktari í 14 ár, og røkti hetta arbeiði sera væl. Hon var góð við børnini og tey við hana. Somuleiðis var hon nógv avhildin millum starvsfelagarnar við sínum blíða og hjálpsama lyndi. Linhild var
hugsað sær eitt starv í Skálabúðini. Tey giftust í 1971, og fingu tey døturnar Ann og Lis. Kurt arbeiddi í Skálabúðini, har foreldur okkara, Hanna og Óla Kristian Skála saman við fleiri starvsfólkum, starvaðust [...] handlinum í styttri og longri tíð, og hava teir alt gott at bera honum. Tá ið hann fór til gravar sást, at vinirnir vóru nógvir. Dómkirkjan var full av fólki. Sálmarnir vóru føroyskir og danskir. Heri Joensen [...] Joensen, prestur, talaði og segði m.a., at hann kendi henda virksama mann úr Lions Club. Hugnaligt var at hoyra Kristiliga Sangkórið syngja ”Heima í himli fer ongin at gráta”, og tá ið kistan var borin út
fingu tvey børn, Eriku og Kristian Alfred. Maja og Jógvan vóru eini fyrimyndarlig hjún í allar mátar. Altíð fryntlig, stillfør og arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum. Blíðskapurin hevur verið [...] eru á lívi, og sera gott samanhald hevur altíð verið okkara millum, og er saknurin stórur, nú Jógvan er farin. Góðu Maja, Erika, Petur og Maia, Kristian og Sonja, gott er at hava so nógv og góð minnir um [...] var føddur og uppvaksin í Jónas Broncksgøtu í Havn, og var sonur Eriku, fødd Justinussen, úr Leirvík, og Alfred Sonne Egholm, vanliga nevndur Affe, úr Havn. Sum ungur fór Jógvan til skips og sigldi við
høgtíðir, og sum prestur og Poul Færø søgdu, at tað var so hugnaligt, at koma innar til teir, reint og ruddiligt, serliga til jólar við øllum jólapyntinum. Jens Reinold gjørdist sjúkur fyri tíð síðan, og tá ið [...] báðum Hanna og honum. Jens Reinold visti ikki hvussu blíður hann skuldi vera, hann hevði altíð okkurt gott at seta á borðið, køkur og annað góðgæti til børnini, Hanni hann sat og flenti og ordnaði “beiggi [...] in og eg komu saman fyri gott 20 árum síðan. Møtti Jens Reinold eisini á Landingarmiðstøðini á Toftum, tá ið landað var har og annars til familjufestir. Jens Reinold var ein sera fittur persónur og eitt
var so nógv sum hugtók teg. Politikkur, ítróttur og ikki minst familjan og børnini. Okkara politisku sjónarmið vóru eins og ofta vóru vit samd um, at um tey ráðandi úti og heima høvdu lurtað eftir okkara [...] 41 ára gomul og í fagrasta blóma hvarv tú í havsbrúnni, har sum hav og himmal møtast, sum prestur tók til henda dagin í kirkjuni. Hví títt ljós skuldi sløkkjast nú, er ringt hjá okkum og tínum nærmastu [...] nær. Eg hevði ta fatan, at tíni ár í Noreg vóru góð og hendingarík og at ikki minst hetta gjørdi tað torført hjá tær at velja síðu. Tú var familjukær og var sera góð við børnini, sum tú vildi gera alt fyri
heiminum hjá Samson og Olgu, ið altíð var nakað serligt at vitja. Ella at Iggi saman við systkjum og foreldrum komu til Rituvíkar at vitja abba og ommu har. Iggi og eg vóru javngamlir, og hava spælt saman [...] til Igga - og hetta vóru vælvald orð. At síggja og hoyra um, hvussu systkin hansara Una, Petur, Ólavur, Gunvør, Jórun, svágrar og svigarinnur, børn teirra, móðirin Olga, Heidi, Hjalgrím og onnur hava tikið [...] kunnu vit sanna orðini hjá Kingo: Sorrig og glæde, de vandre tilhobe, lykke, ulykke de ganger på rad. Medgang og modgang hinanden anråbe, solskin og skyer de følges og ad. Jorderigs guld er prægtig muld. Himlen