Minningarorð um Ingu Arge

f. 23. desembur 1965 - d. 29. juli 2007

Góða Inga.

Tung vóru boðini at frætta, at tú ikki ert okkara millum longur. Bert 41 ára gomul og í fagrasta blóma hvarv tú í havsbrúnni, har sum hav og himmal møtast, sum prestur tók til henda dagin í kirkjuni. Hví títt ljós skuldi sløkkjast nú, er ringt hjá okkum og tínum nærmastu at skilja.

Frá ungum árum kendi eg teg. Al­tíð fyrikomandi og hevði hug at práta, tá eg møtti tær. Serliga væl kom eg at kenna teg, tá vit arbeiddu saman í urtagarðinum í Greve í 1995. Tá vóru tit júst flutt úr Noreg, har tú saman við familjuni hevði búð í nøk­ur ár. Tú skuldi í skúla og hava starvs­royndir í Danmark sum ein liður í tínari útbúgving til urtagarðskvinnu.

Millum agurkurnar í urtagarðinum høvdu vit mangt hugnaligt prátið. Tað var so nógv sum hugtók teg. Polit­ikk­ur, ítróttur og ikki minst fam­iljan og børnini. Okkara politisku sjón­ar­mið vóru eins og ofta vóru vit samd um, at um tey ráðandi úti og heima høvdu lurtað eftir okkara urtagarðspráti, so hevði støðan sum heild verið betri. Ítróttur hevði eisini tín áhuga. Um hetta mundið, tá danska kvinnulandsliðið í hondbólti hevði sínar bestu dagar, hevði tú ringt við at velja, hvørjum tú skuldi halda við. Nærlagið var at stuðla liðin­um í tí landinum, har tú búði. Men “de norske jenterne” sum tú tók til, stóðu tær nær. Eg hevði ta fatan, at tíni ár í Noreg vóru góð og hend­ingarík og at ikki minst hetta gjørdi tað torført hjá tær at velja síðu. Tú var familjukær og var sera góð við børnini, sum tú vildi gera alt fyri.

Í urtagarðinum, har vit arbeiddu, vóru nógvar vakrar blómur. Men ein bar av øllum og er tíverri følnað eitt bil. Men einaferð fer hon at blóma aftur og at prýða urtagarðin, sum ber av øllum.

Stórur verður saknurin, nú tú fór handan havsbrúgv, har sum hav og himmal møtast. Eftir sita vit við minn­unum um teg og tey eru bjørt. Eins bjørt og hin bjarta sól, sum bræðir ísin, ið tikið verður til í sang­inum “Here comes the sun”, og sum so meistarliga var framførdur í kirkj­uni henda dagin.

Tankarnir leita til tey nærmastu og serliga til børnini. Stórt er tómrúmið, men vónandi fer ljómin frá teimum góðu minnunum at kasta onkrar sól­strálur á og bræða okkara sorgstirdu sálir.

Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Ingu Arge.

 

Vilhjálmur Gregoriussen