Á ovastevnu, sum verður hildin í besta veðri í Nólsoy í kvøld, er eisini bátahugni. Tá in.fo var ein túr eftir bryggjukantinum fyri løtu síðan, høvdu hesi í bátinum úr Kollafirði stokt sær grindabúff.
Millum tær góðu samrøðurnar Ragnhild Ellingsgaard gjørdi fyri Rás2 á ovastevnu í Nólsoy í dag, varð samrøðan við Marnar á Skúr tann mest minniliga. Tann hittinorðaði og skemtingarsami Marnar á Skúr var
Tað er gott lív úti á Nýggjaveg í Nólsoy í løtuni, har felagssangur byrjaði klokkan 22. Í lítla pallltjaldinum, sum sett er upp á økinum, skipar Hilmar Jan Hansen fyri. Hann syngur fyri og spælir undir [...] møtt upp til felagssangin, ið er ein afturvendandi og vælumtóktur partur av ovastevnuni. Veðrið í Nólsoy er gott, nú felagssangurin sjungar. Fyrr í kvøld var eitt lítið æl, men nú er turt og milt og gott [...] sanghefti sum er gjørt til ovastevnuna. Nú eftir felagssangin er fýrverk á skránni á ovastevnu í Nólsoy.
Tær báðar døturnar hjá Ova, Christina og Rose, eru í Nólsoy, nú ovastevna er. Sum nevnt er í Sosialinum fríggjadagin, er Sharlotte Rose Johenson i Føroyum á fyrsta sinni, nú ovastevna er. Saman við hálvsystir
um í heimunum í Nólsoy, nú ovastevnan er í hæddini. Sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísti á fyrr í kvøld, er blíðskapurin í Nólsoy øgiligur, og upplivingarnar á ovastevnu í Nólsoy eru nógvar. Í kvøld [...] og her varð borðreitt bæði við feskari suppu og frálíkum nátturða. Nógvar hurðar standa opnar í Nólsoy í kvøld, og blíðskapurin er óførur. At nólsoyingar eru gestablíðir kann ikki takast frá teimum, nú
Sum vant var fýrverk eftir felagssangin á Nýggjaveg í Nólsoy í kvøld. Fýrverkið, sum vant er at hava á ovastevnu, var eisini í ár. Men um timingin var so góð sum vanligt, er ein annar spurningur. Tí meðan
tjaldinum á Mýruni í Nólsoy, nú ovastevna er. Damurnar eru, fv. Charlotta, Astrid og Beinta, og tær hava - um vit so kunnu siga - latið seg í eftir veðrinum. Í løtuni er turt í Nólsoy, og veðrið er milt [...] milt og gott. Men, tá hesar damurnar fóru í dans, regnaði illa, men regnið er nú hasað av aftur. Í Nólsoy siga stevnufyrireikararnir, at tey vænta eitt gott dansikvøld við nógvum fólki, og tey vænta eisini
kappsvimjarar og fyri svimjiáhugað annars. Talan er um stuðulssvimjing til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og varð tað í ár kryddrað við, at svomnið varð tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað varð niðan
Fríggjakvøldið var regattasigling í Sundalagnum og regattadansur í Hósvík, og í Nólsoy varð ovastevna hildin. - Hóast hesi tiltøk, sum savna fólk, hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskifti hjá
vera, sigur Jens Petur Brattalíð. Á myndini er tað Nicolaj Falck, sum framførir leik á bryggjuni í Nólsoy um navnframa Ova Joensen, og tað er Evy T. Nielsen, sum eigur myndina.