Felagssangur og skemt á ovastevnu

Í løtuni er felagssangur og skemt við Hilmari Jan Hansen á ovastevnu í Nólsoy.

Tað er gott lív úti á Nýggjaveg í Nólsoy í løtuni, har felagssangur byrjaði klokkan 22.

 

Í lítla pallltjaldinum, sum sett er upp á økinum, skipar Hilmar Jan Hansen fyri. Hann syngur fyri og spælir undir við guitara.

 

Væl av fólki er møtt upp til felagssangin, ið er ein afturvendandi og vælumtóktur partur av ovastevnuni.

 

Veðrið í Nólsoy er gott, nú felagssangurin sjungar. Fyrr í kvøld var eitt lítið æl, men nú er turt og milt og gott veður.

 

Umframt, at Hilmar Jan Hansen syngur og spælir fyri til felagssangin, veit hann eisini nógvar góðar, sum hann "kryddar" løtuna við.

 

Tað er ikki frítt, at mannamúgvan er í skellilátri millum mergjaðu sangirnar, ið verða sungnir úr sanghefti sum er gjørt til ovastevnuna.

 

Nú eftir felagssangin er fýrverk á skránni á ovastevnu í Nólsoy.