VIDEO: Urawa gav Inter Milan ein skarpan gang (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Inter Milan-Urawa Red Diamonds 2-1 (0-1)

Tað manglaði lítið í, at japanska liðið, Urawa Red Diamonds knógvaði eitt stig móti italska stórliðnum, Inter Milan í innleiðandi bólki E í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Tað eydnaðist akkurát Inter at vinna 2-1 á Urawa frammanfyri 25.000 áskoðarum - og 47.000 tómum setrum - á Lumen Field leikvøllinum í Seattle. Valentin Carboni skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda. Urawa skoraði longu í ellinta minutti, og teir vardu manniliga allan dystin. Inter hevði bóltin 82 prosent av tíðini, ið er ræðuliga nógv í einum altjóða dysti.

 

Í sama bólki leiktu River Plate úr Argentina og Monterrey úr Meksiko javnleik 0-0 á Rose Bowl leikvøllinum í Pasadena í Kalifornia. 57.400 áskoðarar vóru til dystin. Har er kapasiteturin 92.500. So áskoðaramarran hjá FIFA heldur fram. 

 

River Plate og Inter hava fýra stig hvør, Monterrey hevur tvey stig, og Urawa hevur einki stig. 

 

Hósmorgunin klokkan tvey eru dystirnir hesir: River Plate-Inter Milan og Monterrey-Urawa Red Diamonds. 

 

Inter Milan-Urawa Red Diamonds 2-1 (0-1)

0-1 Ryoma Watanabe ('11 )

1-1 Lautaro Martinez ('78 )

2-1 Valentin Carboni ('90 )

 

River Plate-Monterrey 0-0

 

HER eru hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum hjá Inter Milan á Urawa Red Diamonds:

 

##med2##