Tær báðar døturnar hjá Ova, Christina og Rose, eru í Nólsoy, nú ovastevna er.
Sum nevnt er í Sosialinum fríggjadagin, er Sharlotte Rose Johenson i Føroyum á fyrsta sinni, nú ovastevna er.
Saman við hálvsystir síni, Sylvia Christina Joensen, er hon í Føroyum, og tær báðar eru á fyrsta sinni saman á ovastevnu.
Tær skulu báðar aftur av landinum aftur í morgin, so tær royna at njóta løtuna í kvøld saman.
Myndin er tikin undir felagssanginum á Nýggjaveg, sum Himar Jan Hansen skipaði fyri.










