Fríggjakvøldið var regattasigling í Sundalagnum og regattadansur í Hósvík, og í Nólsoy varð ovastevna hildin.
- Hóast hesi tiltøk, sum savna fólk, hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
- Her hevur einki nevnivert verið á skránni. Eingin harðskapur, og ferðslan hevur eftir øllum at døma eisini gingið væl, sigur vaktleiðarin.