Sum vant var fýrverk eftir felagssangin á Nýggjaveg í Nólsoy í kvøld.
Fýrverkið, sum vant er at hava á ovastevnu, var eisini í ár. Men um timingin var so góð sum vanligt, er ein annar spurningur.
Tí meðan felagssangurin enn var í fullari hædd, byrjaði fýrverkið at skjóta úti við ferjuleguna.
Tey, sum valdu at fara til viks, so at tey sóu fýrverkið, fingu eina góða uppliving, men tey flestu hildu fram at syngja í sambandi við felagssangin.
Undir øllum umstøðum var fýrverkið sera flott og eisini nakað, ið ovastevnugestir rokna við.