Millum tær góðu samrøðurnar Ragnhild Ellingsgaard gjørdi fyri Rás2 á ovastevnu í Nólsoy í dag, varð samrøðan við Marnar á Skúr tann mest minniliga.
Tann hittinorðaði og skemtingarsami Marnar á Skúr var ikki so lítið bersøgin um øll tey lærdu konufólkini, sum eru nú á døgum, sum ikki vilja dálka seg, men heldur vilja pynta seg. - Tað ber ikki til at finna eina fitta bygdargentu longur, staðfesti Marnar á Skúr.
Marnar gav eisini ilt av sær um veður-fyribrigdi, sum ikki eru at finna í tí føroyska gerandismálinum longur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað minniligu samrøðuna Ragnhild Ellingsgaard gjørdi við Marnar á Skúr.
(Mynd: Jens Kjeld Jensen)