Hann var í sjeynda himni. Tað var einki at fara skeivur í, at KÍ-venjarin var errin og fegin um, at hansara menn høvdu klárað at vinna steypafinaluna. Hann gekk millum fólkið umborð á Smyrli, tá áskoð [...] vit eftir greipuni. Tony Paris vandi KÍ tvey ár seinna partin av 70?unum, men hetta er fyrsta ferðin, at hann vinnur gull við felagnum. - Eg kenni meg sum burturvilsta sonin, sum er komin heimaftur til Klaksvíkar
endaliga staðfest, tí tá vann KÍ 2?1 á Svangaskarði. Frá fyrsta bríksli var týðuligt, at hetta var seinni hálvleikur, og at úrslitið var greitt í 1. hálvleiki. Klaksvíkingar vóru leikliga omaná, og teir høvdu [...] málmøguleikar, áðrenn teir fýra minuttir undan steðginum fingu hol á. Helmar Lassen skoraði málið, eftir at Høgni Kastalag hevði lagt flatt innfyri úr vinstru. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti vinstri vongverjin [...] hálvbjargaði roynd úr høgru frá Meinhardi Hansen, og tá bólturin fór aftur til sama spælara, valdi hann at leggja innfyri til Pól Juul, sum var púra leysur. Toftamenn høvdu ikki upplagdar møguleikar. Teir royndu
Leygardagin var lítil samkoma í Norðurlandahúsinum í samband við, at út er komin fløga við harmonikutónleiki. Fløgan nevnist Grannar og eru hetta upptøkur úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Orknoyggjunum, Hetlandi [...] Thomas Michael Smith. Húsin er bóklingur Í tí snøgga fløguhúsanum, ið er lítil bóklingur, fæst nógv at vita um bólkarnar og eisini eru myndir. Jógvan í Lon Jacobsen frá Føroyamálsdeildini skrivar inngang [...] farið í tvey. Ein fær eitt stutt og greitt søguligt yvirlit hesum viðvíkjandi. Jógvan ó Lon sigur, at fólkið í hesum grannalondum hevur nakað felags. Fólkið er av somu rót og hevur havt og hevur lutvíst
agið Trygd, sum hevur ligið í dvala í eina tíð, ætlar sær nú at fara undir aftur at tekna tryggingar av ymsum slag. Hetta hendir eftir, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð avtikin frá 1. januar [...] januar. Óvist við hinum tryggingarfeløgunum Um somu tíð sum P/F Trygd ger seg til reiðar at fara út í kappingina um tryggingarnar á føroyska marknaðinum, verður innan fyri stóra Tryggingarsamtakið tosað [...] tikin um, antin øll tryggingarfeløgini í samtakinum verða løgd saman sum eitt felag ella um tey fara at arbeiða hvør sær. Ein spurningur, sum eisini hevur verið frammi í tjakinum, nú Føroya Banki er farin
var noyddur at fara millum stengurnar. Alexander Vukotic økti til 2-0 fyri Royn, áðrenn innskifti Leivur á Gerðisbakka minkaði til 2-1. Við sigrinum helt Royn fast í sínum møguleika fyri at vinna sær uppflyting [...] sum førir við sær dyst móti næstniðasta liðnum í 1. deild. Men treytin fyri, at 2. deildarlið skal fáa hendan møguleika er, at teir eru nummar fýra ella frammanfyri. Í løtuni liggja B36 og HB væl fyri, og [...] royndust LÍF?arnir væl og teir stríddust allatíðina fyri einum góðum úrsliti. Royn hevði trupult við at seta LÍF uppá pláss, og eftir fyrru trý korterini stóð framvegis á jøvnum 0-0. Tað gekk eisini rúm
samstarvað í tvey kappingarár, eru komin ásamt um at halda fram í eitt ár aftur at. ? Vit hava viðgjørt venjaraspurningin seinastu vikurnar, og niðurstøðan er, at vit halda fram við samstarvinum við Jóannes [...] álitið, sum spælarar og nevnd hava víst mær, og eg gleði meg til samstarvið komandi ár. Tá ætla vit at fáa eitt betri úrslit enn vit hava fingið í ár, sigur Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen hevur drúgvar [...] Klaksvík í tvey ár, og hóast tilboð hava verið frá øðrum feløgum, hevur hann gjørt sáttmála við KÍ, um at samstarvið heldur fram komandi ár eisini. Jóannes hevur ikki spælt nógv í ár, men hann hevur verið
gjørd, sum hevi til endamáls at krevja inn ágóða grunsins og at gjalda skuld. Hesum arbeiði hevur Ólavur Arge so staðið fyri. Ídnaðargrunnurin hevur sum er ikki møguleikar at læna pengar út, tí útlánsrentan [...] varð stovnaður í 1971. Men Ídnaðargrunnurin er ikki tann sami, sum hann hevur verið. ? Vit mugu siga, at Ídnaðargrunnurin er ein útlánsgrunnur, sum er í minking, sigur Ólavur Arge, sum seinastu tíðina hevur [...] útlánsrentan er so høg. Í lógini fyri grunnin stendur, at útlánsrentan skal vera eitt prosent hægri enn rentan í 60-Milliónagrunninum - og tað 10,5%. Í løtuni starvast trý fólk í Ídnaðargrunninum, men hvussu framtíðin
bjargingum. Hjalti sigur, at hóast talan var um eitt framúr gott liðavrik, so kemur ein ikki uttanum at nevnan Óla Mittún, ið skoraði heili 13 mál. - Hesin ótrúligi sigurin hevur gjørt, at alt tað vit hava stríðst [...] vóru boðini Hjalti hevði til sínar leikarar aftaná glæsuliga sigurin á Fraklandi. Úrslitið merkir, at Føroyar fáa tvey stig við sær í niðara millumspælið. Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini [...] og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað verður óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum í niðara millumspælinum. Frakland-Føroyar 26-29 (14-12) Føroyar: Óli Mittún
hon dugir flestu sálmar og fosturlandssangir uttanat. Sjálvt um minnið er farið at bila, so er enn einki fyri hjá henni at tríva í ein sálm ella sang. Ingibjørg hevur verið sera virkin og gestablíð. Hennara [...] ella eini máltíð. Altíð setti hon sín egna tørv til síðis fyri at hjálpa øðrum. Guðsótti og nøgdsemi hevur eyðkent hennara lív. Og tað, at hesi bæði saman geva miklan vinning, sum skrivað stendur, tað hevur [...] doyði 6 ára gamal av meslingum, Jóhan, Bjarni, Marianna, Finnbogi og Hilda. Sum ung fór hon til Havnar at tæna hjá m.a. Steingrim Winther og Poul í Geil. Í 1942 giftist hon við Torbjørn Hentze av Sandi. Tey
Hósvíkingur hevði í startspurtinum hug at bjóða av, og tá ið startspurturin var av, var Hósvíkingur meiri enn skutin undan favorittunum úr Klaksvík. Men so hevði Páll Fangi hug at spíska seg. Hann legði seg undir [...] álvara hug at bjóða av. Á málinum var tað tó tað mesta av einari bátslongd frá Hósvíkingi og aftur til Skúgv. Páll Fangi hevur vunnið allar fimm róðrarnar, og Páll Fangi er harvið stórfavorittur at vinna FM [...] undir liðina av Hósvíkingi, og so gekk tað skjótt. Páll Fangi megnaði at fáa ein mannin fyri og annan eftir undan, skjótt var munurin ein bátslongd, og fram ímóti málinum var Páll Fangi tað mesta av tveimum