KÍ framvegis í næstbestu deildini

Fótbóltur: Vunnu eisini seinna dystin móti B68

Tað verður bara B36, sum flytir upp úr 3. og í 2. deild, og tað verður bara Skála, sum slytir niður úr 2. og í 3. deild. Longu týskvøldið var hetta mest sum greitt, tí tá vann KÍ 5?1 á heimavølli móti B68, og hóskvøldið varð hetta endaliga staðfest, tí tá vann KÍ 2?1 á Svangaskarði.

Frá fyrsta bríksli var týðuligt, at hetta var seinni hálvleikur, og at úrslitið var greitt í 1. hálvleiki. Klaksvíkingar vóru leikliga omaná, og teir høvdu onkrar málmøguleikar, áðrenn teir fýra minuttir undan steðginum fingu hol á. Helmar Lassen skoraði málið, eftir at Høgni Kastalag hevði lagt flatt innfyri úr vinstru.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti vinstri vongverjin og liðformaðurin Pól Juul Vilhelmsen. Magnus Poulsen í B68 málinum hálvbjargaði roynd úr høgru frá Meinhardi Hansen, og tá bólturin fór aftur til sama spælara, valdi hann at leggja innfyri til Pól Juul, sum var púra leysur. Toftamenn høvdu ikki upplagdar møguleikar. Teir royndu við onkrum langskotum, men teimum hevði KÍ málverjin, Meinhard Joensen, ikki stórvegis trupulleikar av. Fram móti endanum pyntaði ein klaksvíkingur um úrslitið hjá B68. Innleggið kom úr høgru, og umvegis beinið á einum verjuspælara fór bólturin í stólpan og í málið. Samantalda úrslitið var sostatt 7?2 til KÍ, sum heldur fram í 2. deild, meðan B68 ivaleyst enn eina ferð verður at síggja í toppinum á 3. deild.