Teir fingu fýra mans vístar av vøllinum, og tað kostaði nógv, bæði tann dystin, og nú leikbannini skuldu sitast av.
Tí var liðið nakað skert, tá Royn vitjaði í Lorvík, men hóast hetta, royndust LÍF?arnir væl og teir stríddust allatíðina fyri einum góðum úrsliti.
Royn hevði trupult við at seta LÍF uppá pláss, og eftir fyrru trý korterini stóð framvegis á jøvnum 0-0.
Tað gekk eisini rúm tíð av seinna hálvleiki áðrenn nakað mál kom. Cimburovic Milan skoraði við beinleiðis frísparki tá góðir 20 minuttir restaðu av dystinum.
Tá hevði málverjin hjá LÍF fingið skaða í fingurin, og útispælarin Kristian Eliasen var noyddur at fara millum stengurnar.
Alexander Vukotic økti til 2-0 fyri Royn, áðrenn innskifti Leivur á Gerðisbakka minkaði til 2-1.
Við sigrinum helt Royn fast í sínum møguleika fyri at vinna sær uppflyting í 1. deild í ár. Teir kappast við TB um næstfremsta plássið í kappingini, sum førir við sær dyst móti næstniðasta liðnum í 1. deild.
Men treytin fyri, at 2. deildarlið skal fáa hendan møguleika er, at teir eru nummar fýra ella frammanfyri. Í løtuni liggja B36 og HB væl fyri, og stingur KÍ seg eisini fram um TB og Royn, verður eisini uppflytingardystur í ár.
LÍF hevur eisini verið væl við í kappingini um heiðursmerkini, men eftir tvey fylgjandi tap, eru teir dottnir nakað aftur um, og hava mist møguleikan fyri uppflyting og heiðursmerkjum í ár.
(ek)