ringdi til Sylvan Jakobsen og spurdi, um hetta hevði áhuga. Meðan tað sær gott út hjá KÍ á vøllinum í løtuni, so hevur felagið fingið ein stóra uppgávu uttanfyri vøllin – tað er at finna ein avloysara fyri [...] KÍ boðar frá, at væl lýddi liðleiðarin, Sylvan Jakobsen, hevur skift til norska Molde. Vit oftani sæð, at spælarar bæði skifta og verða seldir til útlendsk feløg. Í seinastuni síggjast eisini fleiri venjarar [...] Jakobsen. - Okkara Sylvan fer at vera nógv saknaður á Djúpumýru nú hann er farin til Molde, har hann skal vera Kit-man hjá besta mansliðnum. Sylvan er líkasum límið, ið heldur øllum saman og hansara ótroyttiliga
útróðrarflotan og restina av flotanum, og hartil ætlar hann sær at virka fyri, at trolararnir fáa loyvi at virka tosk og hýsu. Men hann fer ikki at ganga við til, at økisfriðingarnar verða avtiknar. Hóast [...] haldi, at vit skulu skapa fiskivinnuni fortreytir, heldur enn at veita henni stuðul, og tað er tað, vit ætla við nýggju fiskivinnulóggávuni. Heini O. Heinesen sigur, at hann fer at arbeiða fyri, at mark [...] sigur hann og vísir á, at góður møguleiki verður fyri at kjakast um málið í tinginum eftir nýggjár. ? Tað sum nú skal gerast er, at tað skal ruddast upp í málinum, men hetta merkir tó ikki, at linjan skal
langt at fyrireika byggingina av einum nýggjum suðuroyarskipi. Men tað, sum Páll Vang serliga finst at, er, at skipið, sum ætlanin er at byggja, ikki siglir skjótari enn 18-20 míl. ? Hendir tað, at vit fáa [...] átta ár. ? Tað var tí, at í 1967 varð sama mistak gjørt, sum vit eru í vanda fyri at endurtaka nú. Og tað var at byggja ein Smyril, sum líktust tí, sum hevði siglt í 32 ár. ? Tá var hugsanin, at ein bilaferja [...] ørð. ? Tað mistakið varð rættað í 1975. Og tíðin síðani hevur prógvað, at tað ber væl til at hava bilaferju siglandi um Suðuroyarfjør. ? Men nú er vandi fyri at vit endurtaka mistakið. ? Tí tað eru mong
krevur, at kommunurnar hava nakað at samstarva um. Av beiskum royndum vita vit, at eingin trygd er fyri, at eldrarøktin og fólkaskúlin verða løgd út, fyri tað um kommunurnar eru lagdar saman. Tí má og skal [...] brúk fyri at verða vend minst eina ferð aftrat. Um ikki, so stúri eg fyri, at núverandi kommunur fara at renna sum fluga í fløsku og enda við bara at verða klaskaðar saman, uttan at tær eru klárar ella búnar [...] skrumbla Tí er høpisleyst at skunda so undir samanleggingina, at nógv fer at verða skrumblað ígjøgnum, um alt skal verða klárt um eitt ár, tá kommunuálitið leggur upp til, at kommunuval skal vera í ótíð 2010.
heimildir at játta tað mest neyðturviliga til tess at halda samfelagshjólini malandi. Hetta merkir sostatt, at vit í roynd og veru onga fíggjarlóg hava, og sostatt merkir hetta eisini, at alment virksemi [...] Hetta er ikki gott fyri samfelagið. Tað er óneyðugt at nevna, at hetta er sera óheppið fyri samfelagið alt. Hetta, at tað er so stór óvissa um alt, sum eitur alment virksemi, skapar ótryggleika og óvissu í [...] ta fatan, at nýggja landsstýrið er um at verða rakt av sama atgerðar- og ráðaloysi sum undanfarna samgonga. Vit fara tí at mæla landsstýrinum til at fáa fíggjarlógina í hús sum skjótast. Um tað framvegis
landi, og tí er neyðugt, at málsøkini verða yvirtikin og at vit gera okkum leys av skuld. Vit mugu nú siga við okkum sjálvi, at hesi fýra árini hevur tað ikki eydnast okkum at loysa tað vit ætlaðu. Tað eru [...] formanssessinum, og tað mugu vit taka til eftirtektar, men eg trúgvi, at bæði Sámal Petur og Helena kunnu síggja, at tað kortini ber til at halda fram og virka saman í flokkinum. -Væntar tú at Helena er til [...] halda, at tað er í lagi. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri einum stig fyri stig politikki. Tað er tó bara amboðið til at røkka málinum. Persónliga haldi eg, at vit føroyingar
nógvum og fáum valmøguleikum. Ebbe Lavendt vísir á, at fólk verða ikki eydnusamari av at nýta nógva orku upp á at velja rætt, um tað so er talan um film ella hvat ein skal bíleggja á matstovu. At tað eru [...] kensluliga strævið at fyrihalda seg til allar møguleikarnar. - Í síðsta enda frávelja fleiri at taka støðu. Tað kann vera ein neilig kensla av at ikki megna uppgávna, og tí kann tað elva til at man heldur seg [...] Um frælsi hevur stóran týdning fyri teg, so er tað gott at hava nógvar valmøguleikar. Men um nøgdsemi í lívinum hevur størri týdning, so er tað ikki gott at hava nógvar valmøguleikar, sigur Ebbe Lavendt
ferðavinnu og síggja, at dyrnar til land okkara verða latnar víðopnar, er ein slík vitjan sjálvandi sera kærkomin. Tí hon er við til at selja Føroyar sum eitt nú ferðamannaland. At meiri kunning og vitan um [...] út til onnur lond og fólk kann so eisini gagna okkum í aðrar mátar. At vit flyta okkum frá ”dunnuhylinum” og gerast meira heimsborgarar. Ein tjóð sum okkara hevur avgjørt gott av at fáa íblástur uttanífrá [...] vilja varðveita og verja sereyðkenni, siðir og mentan. Vinnuhúsið, sum stendur fyri hesi vitjanini, eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði, ið er lagt í at fáa hesa vitjan í lag og fyrirreika hana
er so gott fyri sjálvsálitið, sum at vinna dystir, og eg havi merkt, at vit eru blivin betur og betur ígjøgnum hesa undankappingina, sigur Slaven Bilic. - Vit vunnu á Onglandi á Wembley, og tað var ein [...] hjá Bilic var tað fyrsta at umboða Kroatia í altjóða fótbólti, og tað gekk væl í Onglandi. Liðið reyk tó úr kappingini í fjórðingsfinaluni ímóti Týsklandi. - Tað var eitt stórt vónbrot at tapa ímóti Týsklandi [...] Kroatiski venjarin sigur, at hann kann ikki vissa sínar landsmenn um góð úrslit, men hann kann vissa øll um, at Kroatia fer at gera alt, sum teir kunnu, fyri at koma langt í kappingini.
Við góðum og skapandi loysnum, kanst tú meiri enn so, bæði búgva smátt og gott. Tað krevur bert, at ein hugsar seg um, tá innrætta verður. Men tað kann vera ein avbjóðing, at finna útav, hvussu ein á bestan [...] ikki hevur tilknýti til, og sum als ikki verða nýttir. Hóast sera avmarkað pláss, høvdu vit eitt ynski um, at fáa ein nýggjan køk, og síðani at sameina køkin við goymslupláss og skriviborð til telduna. [...] tá kvadratmetrarnir eru fáir, og ynskini eru mong. Tá ein býr smátt, slepst ikki undan, at raðfesta hvørjir lutir, tú í veruleikanum hevur tørv á. Tí er eitt gott hugskot, at sleppa tær av við lutir, ið