Kroatia hevði í undankappingini beina og trygga kós ímóti endaspælinum. Liðið tapti bert ein av sínum 12 dystum, og tvær ferðir vunnu teir á Onglandi, sum má sita heima við hús og hyggja í sjónvarp, nú bestu liðini í Europa dystast um EM.
Og hóast avrikini í farnu undankapping vóru góð, so leitar venjarin Slaven Bilic aftur til EM endaspælið í 1996 fyri at fáa íblástur áðrenn stóru dystirnar í Eysturríki og Sveis.
Ættarliðið hjá Bilic var tað fyrsta at umboða Kroatia í altjóða fótbólti, og tað gekk væl í Onglandi. Liðið reyk tó úr kappingini í fjórðingsfinaluni ímóti Týsklandi.
- Tað var eitt stórt vónbrot at tapa ímóti Týsklandi, tí eg helt, at vit vóru betra liðið, men løtan eftir at Sukur hevði javnað til 1-1 fyri okkum var tann størsta, sum eg havi upplivað í mínum fótbóltslívi, sigur Bilic.
Hann heldur, at núverandi liðið líkist liðnum frá 1996.
- Vit hava líknandi spælarar, hugburð og evni. Spælararnir eru eitt sindur yngri nú, og øll kenna teir ikki, men eg eri vísur í, at vit hava eitt sera gott lið, sigur Bilic
Saknur í Eduardo
Ein av stóru spælarunum í Kroatia er Arsenal-framherjin Eduardo da Silva, men hann verður ikki við til EM-endaspælið. Hann fekk ein álvarsaman skaða í beinið, eftir at hann var útsettur fyri einari ørari takling í einum dysti í Premier League tíðliga í ár.
Eduardo skoraði 10 mál í 12 dystum hjá Kroatia í farnu EM-undankapping, so stórur saknur verður í honum. Ætlanin var, at Eduardo skuldi verða ein av teimum, sum skuldi sparka Kroatia víðari í EM-kappingini, men nú mugu aðrir spælarar taka við. Álopsspælararnir Ivica Olic verður roknaður sum tann vandamesti spælarin á liðnum, og helst verður tað Mladen Petric úr Dortmund, sum fær møguleikan undir liðini á honum í álopinum.
Sjálvsálit
Kroatiska liðið hevur staðið seg væl í farnu undankapping, og tað hevur bara styrkt liðið.
- Einki er so gott fyri sjálvsálitið, sum at vinna dystir, og eg havi merkt, at vit eru blivin betur og betur ígjøgnum hesa undankappingina, sigur Slaven Bilic.
- Vit vunnu á Onglandi á Wembley, og tað var ein stórur sigur fyri okkum. Tað vísir eisini, at eingin skal taka lætt uppá kroatiska landsliðið, men vit vita eisini, at okkara lið verður ongantíð mett saman við Fraklandi, Itlania, Spania, Týsklandi og Onglandi.
Kroatiski venjarin sigur, at hann kann ikki vissa sínar landsmenn um góð úrslit, men hann kann vissa øll um, at Kroatia fer at gera alt, sum teir kunnu, fyri at koma langt í kappingini.










