Brúk fyri kvinnum í føroyskum politikki

-Tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki, og tað hevði verið spell, um Helena Dam á Neystabø fór úr flokkinum. Tað, sum er farið fram í seinastuni, vísir, hvussu viðbrekin ein lítil flokkur kann vera, og tí er neyðugt, at vit samla allar góðar kreftir, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður nú undan eyka landsfundinum hjá flokkinum í dag.

 


Stríðið í Sjálvstýrisflokkinum



Í dag hevur Sjálvstýrisflokkurin eykalandsfund, har m.a. formansval er á skránni. Nú rættiligt stríð hevur tikið seg upp í flokkinum í sambandi við formansval og flokkurin annars stendur til at missa undirtøku hava vit spurt Eyðun Elttør, landsstýrismann hjá flokkinum, hvat hann heldur kann gerast við at rætta uppá støðuna:


-Vit mugu taka í egnan barm eftir hetta sum hent er bæði fyri okkum sjálvum og fyri veljarunum, sum stuðla flokkinum.


-Onkur sigur, at við hesum, sum nú er hent og orsakað av polariseringini, sum er so stór, dettur Sjálvstýrisflokkurin niðurímillum.


-Tað vóni eg ikki at hann fer, og tað vil eisini vera sera óheppið, tí brúk er fyri einum flokki á miðjuni.


-Helena Dam á Neystabø segði við útvarpið nú um dagarnar, at hennara linja var at verða hóvlig í sjálvstýristilgongdini. Hetta er ikki júst tað, sum hevur eyðkent flokkin hetta valskeiðið, har mong halda og harímillum eisini veljarakanningarnar vísa, at flokkurin hevur latið seg draga ov langt út á fullveldisleið av Tjóðveldisflokkinum?


-Tað er nakað um tað. Kanska serstakliga í fyrstani, serliga fyrstu tvey árini, kom Sjálvstýrisflokkurin at liggja rættiliga tætt upp at politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Hinvegin haldi eg, at vit kunnu siga, at vit hava Sjálvstýrisflokkinum fyri at takka, at sjálvstýristilgongdin er vorðin meira hóvlig, enn vit hava sæð fyrstu tíðina í hesum valskeiðnum.


-Men metir tú tá, at tíðin er komin til, at flokkurin finnur sítt pláss aftur á miðjuni í føroyskum politikki?


-Hugsa vit um Sjálvstýrisflokkin og sjálvstýrisveljarar, so er ynski teirra, at vit halda okkum á miðjuni í føroyskum politikki. Vit fara á val við einum hóvligum sjálvstýrispolitikki og fara heldur ikki at lata nakrar dyr aftur fyri nøkrum øðrum flokkum.


Eyðun Elttør heldur, at skuldi farast á sjálvstýrisleið, so máttu nøkur stig takast. Tað var eisini tí at farið varð í hesa samgonguna. -Nú var eg ikki við til samráðingarnar at skipa samgongu, men tá samgonga er skipað, so má man eisini fylgja leiðini. Og hann heldur fram:


-Eg veit væl, at tað eru mong, sum siga, at flokkurin er farin ov langt á fullveldisleið, meðan onnur halda, at tað er í lagi. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri einum stig fyri stig politikki. Tað er tó bara amboðið til at røkka málinum. Persónliga haldi eg, at vit føroyingar skulu stjórna okkara egna landi, og tí er neyðugt, at málsøkini verða yvirtikin og at vit gera okkum leys av skuld.


Vit mugu nú siga við okkum sjálvi, at hesi fýra árini hevur tað ikki eydnast okkum at loysa tað vit ætlaðu. Tað eru tveir partar, og vit mugu samráðast við danir skulu vit koma á leið við yvirtøkumálinum. Við góðum samráðingum eigur hetta at bera til.


-Eigur flokkurin at halda fram í eini samgongu við núverandi flokkar ella eigur flokkurin eisini at hyggja eftir øðrum samgongumøguleikum?


-Vit eiga at hava dyrnar opnar. Skal man fram á politiskari leið og gera seg galdandi sum ein lítil flokkur, so eigur man at vera opin fyri samstarvi við allar flokkar sigur Eyðun Elltør, sum heldur hóast flokkurin er spáddur afturgongd, so eigur tað framvegis vat verða pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum.


Hann viðgongur, at tað sjálvandi er sera óheppið við teimum innanhýsis trupulleikum, sum eru í flokkinum, men hann vónar, at tá ein tíð er farin, kann støðan stabiliserast soleiðis, at flokkurin fær eitt gott val.


Ringt at brúka oljuna sum valagn

Sjálvstýrisflokkurin hevur fyrr verið sterkur í Norðoyggjum og eisini umboðaður á tingi. Hevur flokkurin møguleika at vinna sítt umboð aftur, nú Eyðun Elltør hevur umboðað flokkin í landsstýrinum alt skeiðið?


-Eg vóni, at hann kann tað, men tað hevur kanska ikki verið so lætt at markera míni málsøki, olju- og umhvørvismál, júst norðureftir, tí tey viðvíkja meira øllum landinum enn einum ávísum øki. Men eg vóni, at tað arbeiði, sum er gjørt kann vísa, at eg havi virkað fyri alt landið. Tað haldi eg eisini, at ein landsstýrismaður skal, tað er møguliga nakað annað við einum løgtingsmanni, sum er valdur at umboða eitt ávíst øki á tingi.


-Hevur tað týdning fyri, at tú kann verða valdur á tingi, at olja verður funnin áðrenn næsta val.


-Eg ivist ikki í, at verður olja funnin áðrenn løgtingsvalið, so hevði tað havt nakað positivt við sær. Fólk høvdu kanska havt bjartari vónir um framtíðina. Gagnar hetta mær og Sjálvstýrisflokkinum er tað bara gott.


-Hvat fer tú at gera fyri at byggja brýr millum oddafiskarnar í flokkinum?


-Eg vil fegin gera tað, sum stendur í mínum valdi fyri at samstarvið kann verða betri. Tað er óheppið fyri allar flokkar at hava eitt innhýsis stríð, og hetta merkist so kanska eisini best í einum lítil flokki.


Helena hevur tikið seg úr formanssessinum, og tað mugu vit taka til eftirtektar, men eg trúgvi, at bæði Sámal Petur og Helena kunnu síggja, at tað kortini ber til at halda fram og virka saman í flokkinum.


-Væntar tú at Helena er til dystin fús til løgtingsvalið eftir hesa viðferðina frá Sámal Peturi?


-Líka so væl sum vit hava brúk fyri einum so góðum politikara sum Sámal Peturi, vóni eg, at Helena heldur fram. Vit hava brúk fyri henni og hon er eitt gott andlit fyri flokkin. Hon hevur gjørt eitt stórt arbeiði innan almennaøkið, serstakliga hava pensjónistarnir fingið nógv betri sømdir.

Eg haldi, at tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki, og tað hevði verið spell, um Helena fór úr flokkinum. Tað, sum er farið fram í seinastuni, vísir, hvussu viðbrekin ein lítil flokkur kann vera, og tí er neyðugt, at vit samla allar góðar kreftir, sigur Eyðun Elttør at enda.