søkja sjógvin við AWI Star bátinum, Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra skip. Men eg kann ikki klaga, tí eg havi tað gott og føli meg væl. Mortan roynir bara við snellu [...] herviligt illveður brast á. Tað var nógvur ísur á leiðini eystur úr Kappanum, og hann skilir ikki tann dag í dag, hvussu tað ber til, at teir komu livandi burtur úr hesum. - Tað var júst í hesum kavaroksstormi [...] 1985 hendir tað keðiliga, at klandur kemur í millum partarnar á Tvøroyri. Hetta førdi til, at Sonni trekti seg fyrst til bakar – og síðan eg sjálvur. Eg var ógvuliga keddur um hetta, tí tað hevur gingið
sekund í gjárkvøldið var hann sloppin sær umborð á Smyril, og hevði gist har í nátt. Tað var júst hetta sum var orsøkin til spenningin í luftini: Drongurin var blivin burtur, men altso afturfunnin í øllum [...] m! Forferdilig nátt Tað hevur ikki verið nógvur svøvnur hjá familjuni í landi hesa seinastu náttina. - Hetta hevur verið ein forferdilig nátt, er stutta viðmerkingin hjá ommuni til støðuna. Hon er bæði [...] hava hann við sær aftur og til húsa. Har bíðar honum tær kendu umstøðurnar og tann kæra apan, sum hann hevur havt sum leiku alla sína tíð. - Nú hevur so sonurin roynt Smyril. Tað var løgið, at hann skuldi
klettunum. Spurdur, um hann kann vænta sær, at konan tímir heim til Føroya at búgva, sigur hann, at tað roknar hann við. - Í løtuni er tað soleiðis, at foreldur hennara ikki eru so frísk, og mamman livir [...] trúgvi, at tá tey ikki eru meira, vil hon flyta heim til Føroyar at búgva. Martin sigur, at tað tekur umleið ein tíma at koyra úr Harbour Grace til høvuðsstaðin í Ný Foundlandi, St. Johns, har eini 250 [...] bíða so leingi á summum plássum. - Eg kom heim til Føroya 17. november og fari avstað aftur 13. desember. Ein ferðaseðil heim til Føroya og yvir aftur til Ný Foundlands kann liggja ímillum 10.000 og einar
ikki at konsentrera seg um tað sum fór fram í skúlanum. - Vit hugsaðu øll, at tað var epilepsi. Tað er í familjuni - omma mín hevur tað og eitt systkinabarn. Omma mín segði, at tað líktist tí hjá henni. Munurin [...] hina familjuna. Alt var gjørt klárt til føðingardagin hjá yngra beiggjanum, og fólk sótu við borðið og prátaðu saman. Tað var sjálvandi Joan sum legði fyrst merki til tað: Hon varnaðist, at hon gjørdist eitt [...] andadráttinum. - Eg føldi tað akkurát sum um eg ikki fekk andað. Eg segði tað við babba, at luftrørið føldist so smalt at anda ígjøgnum, greiðir Joan frá. Eingin visti, hvat orsøkin var til hetta ella hvat hetta
tíðina sum var. Alt eg týði er tíðarleyst, og tað ber væl til at lesa tær sum yrkingar, ið eru skrivaðar í dag. Høvuðsparturin er kærleiksyrkingar, og tað letur til, at kærleiki hevur ligið frammalaga í huganum [...] Innihaldsliga kann ein yrking bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini. Við árunum eri eg vorðin positivari. Síggi tað vakra í øllum. Tað er mín lívsáskoðan. - Vit eiga nógvar [...] enn eri eg ikki liðugur við tað. - Tað er rættiliga nógv og ymiskt, ið kveikir hugin at yrkja. Okkurt eg lesi, síggi, ella onkur mynd innan í mær. Ofta arbeiði eg í tørnum. Tað kann liggja væl fyri eina
Petersen. Soleiðis var lagið heilt frá 1998, tá Atlantic Petroleum legði til brots at fáa lut í væntaða føroyska oljuævintýrinum, til november 2009, tá felagið brádliga boðaði keypsskálunum frá, at Wilhelm [...] við seks árum sum kredittleiðari í Føroya Sparikassa frá 1992 til 1998 í skjáttuni hevði hann eisini skil á fíggjarmálum. Harumframt var tað ein fyrimunur, at hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevði [...] vart við, at talan er um smakk og góðsku. Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað tilætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera
- Tað er gott at búgva í Nólsoy, men óskilið á ferðasambandinum er ein stórur meinbogi. Ternan varð riggað til sigling um Nólsoyarfjørð, eitt nú við lyftu til serligan tørv, men hon verður ferð eftir ferð [...] ferðast umleið 50 fólk um fjørðin til arbeiðis og í skúla, so ofta eru fleiri, sum mugu standa, og ávísar túrar sleppa øll ikki við. - Silja Star er heldur ikki egnaður til koyristól, barnavogn og tílíkt [...] ferð tikin frá okkum. Tað søgdu nólsoyingar, sum fríggjadagin handaðu landsstýrismanninum í samferðslumálum, Johan Dahl, eina áheitan um at fáa í lag eitt hóskiligari ferðafólka-og farmasamband um Nól
nýggjár. Tá tað nýggja árið er skotið inn, verður heilsað upp á grannar, og tað hendir seg meira enn so, at dottið verður inn á gólvið hjá hvørjum øðrum. Blíðskapurin er stórur, og lagið er gott. Hvat var [...] hending, sum var tann besta í farna ári. Tað eru sjálvandi løtur, sum skara framúr. Tað er soleiðis, at børnini fylla nógv, og foreldur gleðast helst eina mest um, tá tað gongur børnunum væl. Elsta dótturin [...] eitt gott ár og trívast og mennast. Tá tú hevur børn, er tað helst størsta ynski, at tey gerast góðir borgarar í okkara deiliga landi ella, har tey nú trívast. Hans Andrias Kelduberg sigur, at tá tað ræður
eru tey mong, sum skriva til hansara um hvussu hann hevur borið seg at. - Tað skal nógv til. Tú noyðist at broytst kostin, at ganga meira, og tað skal ein øgiligur vilji til. Og tað nyttar ikki at snýta, [...] verður spurdur um hann hevur nakað gott ráð til onnur, sum vilja sleppa av við kiloini, ivast hann. Hann staðfestir tó, at tað er tíverri eingin annar, sum kann hjálpa einum til eitt sunnari lív. Tann 4. januar [...] men seinastu árini hevur orka ikki verið til tað. - Eg havi fimm børn millum 4 og 13 ár, og eg var bangin fyri, at eg ikki slapp at síggja tey vaksa upp. Tað er jú niðursettar vónir fyri at livað eitt
nógvar kvinnur koma saman. Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki? - Sjúkrarrøktarfrøði er kvinnufak burturav í Føroyum, tó við einstøkum monnum. Gott hevði verið fyri arbeiðsumhvørvið at fingið [...] At kvinnurnar sjálvar broyta hugburð til arbeiðsbýtið millum kynini og fara burtur frá at spyrja eina kvinnu, um maðurin hjálpir henni nógv heima. Líka so nógv er tað kvinnan, ið hjálpir manninum! Hvat vil [...] fingið fleiri mannligir starvsfelagar, sum í mongum førum síggja øðrvísi upp á tingini. Tað vísir seg ofta, at teir menn, sum eru innan umsorganaryrki, fara leiðsluvegin, ið gevur størri inntøku. Hvat ynskir