- Eg varð slongd úr bussinum

- Man heldur at alt skal ganga, sum man hevur ætlað, men alt broyttist fullkomiliga henda dagin.

Brot úr Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les samrøðu við Poulinu Slættanes, sum varð við í vanlukkuni undir Valaknúkum, í blaðnum, sum er at fáa í handlum í Havn í kvøld og kring landið í morgin. 

 

- Man heldur at alt skal ganga, sum man hevur ætlað, men alt broyttist fullkomiliga henda dagin. Tað sigur Poulina Slættanes í Havn, ið saman við familjuni var í tí eina bussinum, sum var partur av ferðsluvanlukkuni undir Valaknúkum fyri tretivu árum síðani.




Sunnudagurin 21. desember 1986 eigur sítt pláss í søgubókunum  sum ein tungur dagur í ferðslusøguni hjá føroysku  tjóðini. Henda dagin lótu trý fólk lív í einari ferðsluvanlukku á Skálafjørðinum, tá tveir bussar rendu saman undir Valaknúkum.

 

Vanlukkan hendi stutt áðrenn døgurða, tá tveir bussar hjá Bygdaleiðum møttust undir Valaknúkum, ið er nærhendis innkoyringina til Skálabotn.

 


Miðlarnir skrivaðu tá, at bæði veðrið og útsýnið var gott hendan dagin, men at vegurin var ov smalur til, at tveir bussar kundu møtast.

 


Avleiðingin var, at báðir bussarnir fóru út av vegnum, har tann eini á norðurgangandi leiðini, bóltaði oman í fjøruna.

 


Tríggjar kvinnur, systrarnar Sigrid Winthereig, 69 ár, og Elseba Jacobsen, 74 ár og Milly Kristina Hansen, 62 ár,  doyðu  í vanlukkuni, meðan níggju fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.