Sambandsflokkurin
-Flokkurin hevur onki álit á mær longur. Og eftir tað, sum hendi fíggjakvøldið, kann eg heldur ikki hava álit á flokkinum longur.
Tað er tann kenslan, sum Johan Dahl, løgtingsmaður, situr við eftir landsfundin hjá sambandsflokkinum fríggjakvøldið.
Og tað hevur hann nú tikið avleiðingarnar av og um vikuskiftið meldaði hann seg úr sambandsflokkinum.
Tað hevur hann boðað floksleiðsluni frá nú um vikuskiftið.
Johan Dahl hevur boðað frá, at frá næsta tingdundi at rokna, umboðar hann ikki longur sambandsflokkin á Løgtingi.
Næsti tingfundur er mikudagin.
Kortini fer hann ikki at gevast í politikki, men ætlar sær at verða uttanflokkamaður.
Hann ger eisini greitt, at hann ætlar framvegis at stuðla samgonguni í teimum politisku málunum, sum sett eru út í kortið í samgonguskjalinum, tí tað heldur hann eru góð, politisk mál at seta sær.
Stungin í ryggin
Johan Dahl staðfestir, at tað var onki ynski hjá honum sjálvum at stilla upp til valið sum formaður í sambandsflokkinum ímóti Kaj Leo Johannesen.
- Eg varð biðin um at stilla upp, tí fólk vóru ónøgd við Kaj Leo Johannesen sum formann og sum tískil hildu, at tað var rætt at fáa nýggjan formann fyri at fáa meiri kraft í flokkin uppundir valið, sum verður um hálvtannað ár í eini roynd av vinna eitt komandi løgtingsval.
Men Johan Dahl sigur, at hann vildi bara stilla upp, vissi hann fekk tryggjað sær nóg stóra undirtøku til at vinna valið.
- Tað hevði eg eisini tryggjað mær, heilt fram til seinasta minutt fyri formansvalið og eg fekk eisini váttað frá einum meiluta av teimum, sum høvdu vælrætt, at eg hevði nóg stóra undirtøku til at vera formaður.
Men tá ið, avtornaði manglaði Johan Dahl seks atkvøður í at verða valdur.
Tí dylir hann heldur ikki fyri at hann følir seg stungnan í ryggin.
- Eg hevði longu gjørt tað greitt fyri mær sjálvum, mínari konu, mínum børnum og mínum næstringum annars, at varð eg ikki valdur, skuldi eg siga meg úr flokkinum fyri at brúka tíðina øðrvísi.
Johan Dahl sigur, at nú fer hann sostatt at brúka meiri tíð til ta vinnuliga virksemi, hann hevur gongd í, bæði í Vági og í nýggja felagnum hann hevur verið við til at stovna í Danmark
- Mín niðurstøða er, fólk, sum lovaðu at stuðla mær, eru lopin frá sínum lyftum.
Hann sigur, at so vítt, hann hevur dugað at roknað tað út, var tað bara ein í tingmanningini, sum atkvøddi fyri honum sum formanni, øll hini atkvøddu fyri Kaj Leo
- Tá ið eg havi so lítið álit ímillum sambandsfólk, dugi eg ikki at síggja, at eg havi nakra framtíð í flokkinum.
- Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu flokkurin hevur brúk fyri einum manni, sum hann hevur so lítið álit á, sigur Johan Dahl.
Hann leggur kortini stóran dent á, at hann er als ikki beiskur, nú hann sigur flokkinum farvæl.
Hann vil eisini fegin takka teimum, sum hava stuðlað honum.
-Eg fari ikki úr sambandsflokkinum tí at eg tapti valið. Eg fari úr flokkinum, tí tey, sum høvdu lovað at stuðlað mær, sviku tá ið á stóð og slíkt álitisbrot kann eg ikki liva við, sigur Johan Dahl.
Endar um hálvtannað ár
Hann sigur, at sum tað sær út í løtuni, endar hansara politiski leiklutur á Løgtingsvalinum, sum verður um hálvtannað ár.
Hann hevur sostatt ikki hugsað um at melda seg inn í ein annan flokk.
Hann hevur heldur ikki hugsað um at stovna nýggjan flokk á komandi løgtingsvali.
Men hann leggur kortini afturat, at gongst sum ætlað, verður løgtingsvalið ikki fyrrenn um hálvtannað ár og tað er long tíð, so nógv kann broytast til tá.