sleppa við í venjingum á høgum støði, er so sjálvsagt tann, at tú eisini ert tøkur til dyst. Sjálvandi eri eg eisini bitin av spælinum. Tað er ein gift, sum eg havi fingið í kroppin, og sum ikki vil fara út [...] landi, sum kemur á liðina av hesum, so talan er allarhelst um met. Tá ein hevur hildið á somikið leingi við fótbóltinum, átti ein kanska at verið mettur av sigrum og upplivingum, og Abraham ásannar eisini [...] fleiri aðrar upplivingar, sum eg eri fegin um. Tá eg fór til Svøríkis, var hetta ein sera spennandi avbjóðing hjá mær, eins og tað var tað, tá eg afturkomin til NSÍ gjørdist venjari, og eisini var við til
eydnuna, tí tað kundi verið tú rakti við næstu ella triðju ferð og harvið fekk bingo. Støðan í løtuni er tann, at BP skal bora tveir brunnar aftrat, Statoil ein og Amerada Hess ein. Hetta skal verða gjørt [...] Føroyum og taka á seg nýggjar váðar. Ella at politikkurin er, at so leingi tú ert á einum øki, verður full orka løgd í, inntil ein onnur avgerð verður tikin. Um úrslitið av seismisku kanningunum á 9 ára loyvinum [...] skal vera ein kanningarbrunnur. Men ?kært barn har mange navne?, so tað verður sjálvandi ilt at gera av, um seinni brunnurin hjá Hess verður ein kanningarbrunnur burturav ella hann verður ein kombinatión
hvørt á krevur fleiri mannalív. Ferðin tók heilar 18 dagar. Hóast tú ert rættiliga væl fyri í allar mátar og tað skalt tú vera, tí tú verður kannaður av lækna fyri at sleppa á ferðina so eru tað fólk [...] Djóni Kunoy, sum hevur trinið fleiri av heimsins hægstu tindum, hevur hóskvøldið klokkan19:30 ein fyrilestur í Skúlanum við Ósánna, har hann fer at sýna myndir og greiða frá ferðum sínum. Djóni Kunoy,
Veri tú vælkomið tjaldrið higar aftur aftur. Nú er eingin hagi í Havnardali, eingin friðstaður at reiðrast. Nú ert tú urtagarðsfuglur og køksfuglur, fær tær ein mola saman við spurrum og øðrum húsavinum
Tó at vit vóru nærri 40 fólk, sum gjørdu okkara besta, so kláraðu vit ikki at tøma pottin. Ein frálíkur dagur, ferð, við góðum frásagnum, veðri, sangi og upplivingum. [...] Eiriksgarði og síðani varð hildið á “fjøllini” – hægsta lendið mundi tó ikki liggja nógv omanfyri 250 m. Ein frálík ferð í góðum veðri eftir gomlu bygdargøtuni til Skarvanesar - løtt at ganga. Við í ferðini vóru [...] Miðstovuni 300 seyðir og nú nærri 150. Tá í tíðini hevði man eisini seyðin eina mest fyri ullina – Fanst tú deyðseyð í haganum, átti tann, sum átti oyrini (markið) skinnið, meðan finnarin, krovið. Vit steðgaðu
í Vágum ein dag, av berum forvitni og ongum øðrum. Týsdagurin 10. desember gjørdist, uttan at eg hevði grunað tað frammanundan, ein stórur dagur í mínum lívi. Ein dagur við spenningi, ein dagur, har eg [...] undir Vestmannasund. Frammanfyri mær er ein eldri kvinna, sum antin hevur júst hevur fingið koyrikoyrt, ella er ein sum hevur sett sær fyri at koyra so spakuliga, at ein konstantur streymur av yvirhálandi bilum [...] also tvær reisur í Vágum ein dag. Álvaratos. Tað heila byrjaði so óskyldugt. Týsdagurin vaknaði akkurát sum allir aðrir týsdagar, og hann er jú linur hesa ársins tíð, so sól sá tú onga fyrr enn út móti middegi
Dreymahav. Hesir eru perlur, tú ikki finnur í hvørjari ostru. Løgini glíða beint inn, samstundis sum tú undrast á, hvussu nógv ein kann fáa burtur úr einum skeljadjóri. Her ert talan um gávur at síggja tað [...] sama tema úr enda í annan. Um hetta er nøkur dygd, ið tráast skal eftir, kann ein altíð kjakast um. Men er hetta málið, ein av fyrstu tíð hevur sett sær, er tað ikki mini eitt bragd, tá tað eydnast. »Havið [...] eygleiðandi hugarensl og nýskapandi náttúrulýsingar, men eisini um læntan arv, ið altíð er ein aktuell og ein ótømandi kelda hjá skapandi listafólki, ið viðhvørt vilja kaga aftur til røturnar. Eitt nú
náttúruni, sum er úti á Oyri, er ein heilt onnur og fyri børnini meira spennandi verð Tey verða ongantíð liðug at kanna alt, sum har er, tí hvør dagur í fjøruni er ein nýggjur dagur. Tú kemur ikki buksuvátur, vátur [...] Katrin er ein sera skilagóð genta, og hon dugir væl at seta orða á sínar hugsanir. Sjálvt um hon bara var 7 ára gomul, tá hon flutti heim, kendist umskiftið sum ein verulig broyting hjá henni. Ein dagin, [...] ynskti sær so hjartaliga kaninir og ein dagin, hon var á bókasavninum við skúlaflokkinum, lænti hon sær bøkur um kaninir. Har stóð alt, sum er vert at vita, ætlar tú tær at fáa tær hetta fitta dýrið. -
farnir. Tú hoyrir maskinurnar hurra har uttan fyri grótkastið onkunstaðni. Teir koma bæði úr havnini á Eiði og norður gjøgnum Sundalagið. Allir við somu kós út gjøgnum Flógvan at royna enn ein dag norðanfyri [...] okkara fyri. Við hetta lag verður skjótt at brúka fiskidagarnar upp. Hann tekur ein brævbjálva, sum stendur stungin undir ein leidning á skottinum. Tekur eitt blað upp úr og hyggur at. -Her stendur, at bólkurin [...] teir eru samdir um, at teir fáa einki. Fimm hundrað. Átta hundrað sigur ein, sum letur væl at. Hetta eru pund, teir tosa um. Ein hevur fingið um botnin á einum lítlum, hvítum kassa. Og soleiðis er lagið
Røddir siga hvussu dagurin skal myndað seg. Fyrst skalt tú vakna við høvdinum inni undir speglinum. Og síðani, táið annað sinni vaknar, er tú ein heilt annar. Andlitið er skurvut av lesnaðinum. Og eyguni [...] Reglusemið tegir. Afturhvarvið hevur seg fram. Og tú letur sum um tað ikki hevur nakran týdning at standa soleiðis og at hava at sær sjálvum. Minnist tú sóljur, blómandi um grasgrønt hav. Belj og jarm hevði [...] Eiturfon og silki, ein blandingur tilvildarligu tøgnini uttanduraðu. Dropar eru høv, her eg siti við míni hugatrongd til at evna tað, sum heimurin einaferð fer at játtað: at vera bara ein dropi, ið líkist