Veri tú vælkomið tjaldrið
higar aftur aftur.
Nú er eingin hagi í Havnardali,
eingin friðstaður at reiðrast.
Nú ert tú urtagarðsfuglur og køksfuglur,
fær tær ein mola
saman við spurrum og øðrum húsavinum.
Frælsi og sjálvbjargni?
?Tjaldrið vera skal várt merki
hvar vit halda fram?.
yrkt grækarismessuaftan 2000
Regin Dahl










