Djóni Kunoy, sum hevur trinið fleiri av heimsins hægstu tindum, hevur hóskvøldið klokkan19:30 ein fyrilestur í Skúlanum við Ósánna, har hann fer at sýna myndir og greiða frá ferðum sínum.
Djóni Kunoy, sum hevur verið á flestu fjøllum í Føroyum fleiri ferðir, og sum var á Kilimanjaro í 2009, á Mont Blanc 2010 og á 6960 m høga fjallinum Aconcagua í Argentina í januar í ár, fer at halda fyrilestur um ferðir sínar.
Í kulda niður í 30 stig við at kalla ongum súrevni og tungum viðføri á bakinum stríddu teir seg niðan á henda eirindaleysa fjallatoppin, sum hvørt á krevur fleiri mannalív.
Ferðin tók heilar 18 dagar. Hóast tú ert rættiliga væl fyri í allar mátar og tað skalt tú vera, tí tú verður kannaður av lækna fyri at sleppa á ferðina so eru tað fólk, sum liggja eftirá og uppaftur fleiri, sum mugu gevast vegna nógvar ymiskar forðingar.
Tann eini føroyingurin, sum var við í ferðini á Aconcagua, bleiv flogin omanaftur, tí lunguni gingu fyri.
Djóni Kunoy fer við myndum at greiða frá sínum hørðu royndum av hesum ferðum í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið 22. mars kl 19.30.
Høvdu tað verið 100 m eftir til 6960 m høga fjallatoppin Aconcagua í Argentina í januar í ár, so hevði eg ikki klára tað, so móður var eg, greiðir Djóni m.a. frá um ferðir sínar.