eftir innlegg úr borðunum. Ofta var talan um hornaspørk og onkuntíð um frísparksinnlegg. Og ta einu ferðina skoraðu tær eftir langt innkast. Talan var ikki um góð og høg innlegg, sum vórðu stútað í kassan [...] eisini tær somu, men onkrir av lyklaspælarunum frá í fjør vóru ikki við hesa ferð, tí tær vóru farnar um aldursmarkið. Ongland var nógv betri enn Føroyar. Tær taklaðu, so tað sang eftir í, og tað kom næstan [...] føroyska málteiginum og út ímóti brotssparksblettinum, inntil onkur á heimaliðnum fekk kroyst hann um strikuna. Dysturin ímóti Onglandi varð spældur mánadagin 1. november kl. 19.30 á vøllinum hjá Telford
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gav ein kanning sama kvøld einki boð um, hvat var hent. Allan Joensen var sendur heim og var biðin um at siga frá, um skaðin ikki lagaði seg. Morgunin eftir var støðan nógv versnað [...] gott. ? Nú fái eg gingið uttan trupulleikar, um eg eri í góðum skóm, men um morgnarnar havi eg altíð pínu, tá eg fari av songini. Enn er ikki hugsningur um at fara at renna, men tá skurðurin er púra frískur [...] Allan Joensen verið skaddur, og nú hevur hann uppgivið dreymin um at gerast yrkisspælari í útlondum. ? Tað skal eitt lítið undur til, um eg skal spæla fótbólt aftur, staðfestir klaksvíkingurin, sum seinastu
journalistur og hevur sett føroyingunum stevnu at tosa um fullveldi, nú Hvíta-bók sodnar millum før-oyingar. Tað er hósmorgun í farnu um áttatíðina. Upp-runaliga skuldu vit práta týsdagin, men tá var lagið [...] sita eftir. Sólin er júst komin upp um morguntokuna og stend-ur stór og reyð og rund og gyllir alt havnarlagið. Í nátt er hitalagið fyri fyrstu ferð í heyst komið niður um frostmarkið. Tú sær grá-hvítu guvuna [...] danskt pass, tað er ikki bara okkurt. Eg veit um før-oy-ing, sum ikki slapp at mynstra í Englandi við før-oyskum passi. Eg havi sjálvur upplivað í Ham-borg, at løgreglan ikki vistu hvat Føroyar var fyri
umleið 1,6 mió. kr. í 1999, og sostatt leypa 0,4 mió. kr. av. Og hetta avlop, verður sagt í viðmerkingunum, hevði verið ynskiligt at kunna nýtt í komandi fíggjarárið, um nú óhugsaðir trupulleikar fóru at stinga [...] allur peningurin verður nýttur til lønarverkætlanina í 1999, er m.a. tann, at upprunaliga varð biðið um játtan til ta samlaðu verkætlanina, men tá fíggjarlógin fyri fíggjarárið 1999 varð løgd fram og samtykt [...] arbeiðið hjá Føroya Gjaldstovu at gera nýggja lønarskipan til alt tað almenna, var neyðugt at biðja um pening á eykafíggjarlógini mars 1999 til bæði ár 2000 trupulleikan og lønarverkætlanina. Aftaná viðgerð
umleið 1,6 mió. kr. í 1999, og sostatt leypa 0,4 mió. kr. av. Og hetta avlop, verður sagt í viðmerkingunum, hevði verið ynskiligt at kunna nýtt í komandi fíggjarárið, um nú óhugsaðir trupulleikar fóru at stinga [...] allur peningurin verður nýttur til lønarverkætlanina í 1999, er m. a. tann, at upprunaliga varð biðið um játtan til ta samlaðu verkætlanina, men tá fíggjarlógin fyri fíggjarárið 1999 varð løgd fram og samtykt [...] arbeiðið hjá Føroya Gjaldstovu at gera nýggja lønarskipan til alt tað almenna, var neyðugt at biðja um pening á eykafíggjarlógini mars 1999 til bæði ár 2000 trupulleikan og lønarverkætlanina. Aftaná viðgerð
hevur mist ein av sínum frændum, sum altíð kom inn á gólvið og fegnaðist um tað minsta, hann varð spurdur ella biðin, sum fjálgaði um tað við tí góða orðinum. Húsið verður ikki tað sama eftir Carl. Pápi, [...] Men týsmorgunin 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað [...] útgerðarmannin Jóhan Nolsøe á Marknoyri. Og nú maðurin eldist gingu øll hesi á Marknoyri, í Vági og har um vegir í huganum. Carl var ættkærur sum fáur og var tað honum ein fragd at siga frá fólki sunnanfjørðs
skiljandi, at tað í dag eru fleiri hoyvíkingar, sum iðra seg um at hava nýtt 50 kr. og ein góðan tíma til svartasta onga nyttu. Sum dømi um, hvussu lítið leikararnir løgdu í dystin, kann nevnast, at tað [...] heldur vilja nýta orku upp á at deila inn á dómara og viðleikarar, so man tað vera ein sera ótakksom uppgávu at skula royna at verja málið. Serliga tá tað á hinum liðnum er talan um skjúttar av tí kalibarinum [...] fyri at nýta orkuna til at spæla hondbólt. Alt hetta eru vanliga tekin um eina ov vánaliga venjingarstøðu, so tað er væl skiljandi, um Kári sendir menn sínar út at renna komandi vikuna. Venjingardystur Nú
fyrsta borði. Talvið var av tí villa slagnum, har Rani fyrst í 35. leiki tryggjaði kongin við at leypa í borg. Rani tók eina finnu, men kendi seg noyddan at geva hana aftur, eftirsum Jens Christian fekk gott [...] eisini í tíðneyð. Hvalvíkingar nærkast toppinum Eftir eina ringa byrjan hava hvalvíkingar nú otað seg upp á 3. pláss. Teir lótu bert hálvt stig liggja eftir í Sandavági, og tað fekk Torkil Nielsen móti Martin [...] ongum stigi. Ikki er tað merkiligt at kollfirðingar einki stig hava, teir hava nevnliga ikki møtt upp til tveir dystir, og tapt tann eina 4-0. Hesaferð møttu teir ikki til dystin móti klaksvíkingum. V
felag seg úr einum bólki og fer í ein annan bólk, so noyðist tað at leypa eina útbjóðing um fyri aftur at kunna vera við í tí sama økinum. Um hetta skuldi verið galdandi fyri Norsk Hydro í The Faroes Partnership [...] útbjóðing letur upp. -Vit mugu tí rætt og slætt til at velja millum teir báðar bólkarnar, sum báðir eru tveir góðir bólkar at vera í sigur Arvid Halvorsen, sum leggur aftrat, at avgerðin um hetta verður ikki [...] hevur fylgt gongdini við Føroyar. Skuldi talan verið um eitt felag, sum ikki hevur verið við í øðrum bólki, so er ikki nógvir møguleikar. Tá er bert talan um eitt felag, og tað er British Gas. Felagið hevur
betra um umstøðurnar. Í hesum førinum hevur ein skipabólkur alla tíðina verið í samráð við SL, og í samstarvi teirra millum, hava partarnir so funnið fram til, hvussu tey á besta hátt kunnu bøta um ávís [...] áhaldandi arbeitt fyri at betra um møguleikar teirra brekaðu. Gevur áræði Stjórin á SL, Reidar Nónfjall, sum vegna stovnin tók ímóti gávu og heiðursbrævi, tóktist vera sera fegin um hesa viðurkenning, sum leiðsla [...] betrast, og segði hann hetta vera sera kærkomið, við tað at hetta lætti munandi um hjá stovninum, í teirra arbeiði at betra um umtøðurnar. Reidar Nónfjall legði at enda afturat, at hann vónaði at viðurkenningin