ikki kunngjørt, hvat fólk siga til fullveldisætlanina, men spennandi verður, um meiriluti framvegis er fyri fullveldi. Orðaskiftið á Tingið um fullveldisætlanina bendi á, at Fólkaflokkurin er ikki so heilhjartaður [...] sína, og tað er rættiliga sjáldsamt, at ein landsstýrisflokkurin heldur fram at fáa vaksandi undirtøku. Sambært kanningini fær Tjóðveldisflokkurin 25,5 prosent av atkvøðunum. Men tá hetta er sagt, so skal [...] atkvøðunum, og tað er rættiliuga gott, tá hugsað verður um botnvalið hjá flokkinum fyri bara fimm árum síðani. At Sambandsflokkurin gongur fram, og fær meiri enn 23 prosent av atkvøðunum, er ikki so løgið.
tey trý oljufeløgini, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað, hvat fer at henda, nú Greenpeace og bretska stjórnin hava verið í Hægsta Rætti í London við málinum. Tað er óvist, hvørjar - um nakrar - avleiðingar [...] treytirnar verða. Eisini John Williams frá Conoco er spentur um, hvussu treytirnar verða. Hann metir Føroyaøkið áhugavert, ikki minst nú tá Conoco er rættiliga virkið í bretskum øki, og har hevur vunnið [...] Texaco bólkurin er komin væl áleiðis við sínum kanningum, so meta teir tað ikki realistiskt at bora fyrr enn ár 2001. Enn hava teir onga boripall tøkan, men teir vóna at hava ein til ta tíð. Hvat viðvíkur royndunum
tvørturímóti tað eigur at verða málið hjá okkum øllum, og er tað kanska eisini. Men tað er eisini ein veruleiki, at tað er rættiliga ymiskt, hvat politiskar hugsjónir leggja í hetta lítla orðið. Nationalistar [...] nøkur viðurskifti, sum eisini eftirfylgjandi kjakið millum m.a. búskaparfrøðingar er talandi dømi um. Men tað, sum verri er, er, at onnur viðurskifti als ikki verða tikin upp á tungu, sum veruliga hava áhuga [...] og í Fólkatinginum og lýstur í altjóðasamfelagnum, so er ikki neyðugt við einari grundlógarbroyting. Men tað er greitt, at treytin fyri hesum er, at talan verður um ein pragmatiskan og smidligan politiska
sum John Mortensen staðfestir er, at spurningarnir í veljarakanningini eru veikir. ? Fyri tað fyrsta er eingin, sum veit hvat teir fara til Danmarkar at samráðast um, og tí er ógvuliga torført at hava eina [...] Mortensen. Seinasti spurningurin er ókeypis Tað, sum John Mortensen kortini heldur vera veikasta punktið í allari veljarakanningini. er seinasti spurningurin. ? Hann er ókeypis, sigur John Mortensen. Hann [...] Hann setur spurnartekin við orðingina, tí tað er ymiskt hvussu fólk uppfata orðingina »einaferð í framtíðini«. ? Er tað nakað, sum er um 10, 20, 30 ella 50 ár, og skulu vit taka støðu til tað, um vit hava
einaferð seinni. Tí er hevur tað stóran týdning, at samgongan ger greitt, hvat hon ætlar á hesum øki-um stuðul verður latin, ella ikki, tí minsta krav hjá vinnuni má vera, at hon veit, hvat hon hevur at halda [...] Fiskifloti er gamal og tað er ongin ivi um, at tað fer at fáa stóran týdning fyri skipasmiðjur okkara, tá ið hann verður endurnýggjaður. Vit hava spurt Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju, hvat hann heldur [...] eftir øllum at døma er fiskivinnan ikki før fyri at endurnýggja seg sjálvi. ? Eg trúgvi onki uppá, at føroyingar høvdu biðið um stuðul, um teir megnaðu tað sjálvir. Hann sigur, at tað er eitt sindur ørkymlandi
burturav, og tað er í grundini ta samansetingina vit skulu finna fram til. Tað er fyrr økt um arbeiðsuppgávurnar hjá starvsbólkum uttan at játtanin av sær sjálvum er økt. Men um støðan er tann, at øll fól [...] løn. Trupulleikin er bara, at tað er ikki uppgávan hjá fíggjarmálastýrinum at býta játtanin, tí tað eigur Undirvísingar- og Mentamálastýrið at gera, sigur Karsten Hansen. Men hvussu er so hesin parturin [...] skal takast um hjá tí politiska myndugleikanum. men tað, sum vit skulu minnast til er, at tað er ikki henda samgongan, sum hevur samtykt fólkaskúlalógina, sigur Karsten. Hann vísir á, at tá fólkaskúlalógin
har stuðulin er ein ávísur prosentpartur av byggikostnaðinum. Tó ásannar Sámal Petur í Grund, at sum er, megnar flotin neyvan at endurnýggja seg við egnum avkasti. Spurningurin er so, hvat skal gerast? [...] undanfarna samgongan gjørdi, sigur Sámal Petur í Grund. Hann sigur, at annars er samgongan ikki liðug at viðgera málið. Men hann heldur, at tað skuldi borið til at funnið eina semju fyri nýggjár, sum er evstamarkið [...] sjálvstýrisfloksins á tingi, Sámal Petur í Grund, hvat teirra støða er til málið um endurnýgging av fiskiflotanum. Og hann ger púra greitt, at sjálvstýrisflokkurin er ímóti vanligum íløgustuðuli til endurnýgging
sannføring, at hetta landið er okkara. Tað er bert okkara ábyrgd at skapa grundarlag fyri einum føroyskum vælferðarsamfelag. Okkara sannføring er, at hetta er tað mest virðiliga. Tað er eisini tað besta fyri [...] kasta ábyrgdina frá sær er sjálvandi tað lættasta. Men tað er ikki virðiligt. Tað er ikki sømiligt. Og tað er ógvuliga hættisligt. At tveita ábyrgdina fyri okkara landi á onnur, er at tveita bæði okkum og [...] okkum, meðan hin helvtin sigur, at vit skulu ikki brúka pengarnar. Vit mugu semjast um, hvat grundarlagið er. Og tað er bara eitt virðiligt og sunt grundarlag: At vit klára okkum sjálvi sum onnur fólk. Val
sjónarmiðunum hjá lokalu virkjunum í hesum føri er, at skip, ið kundu verið brúkt til sigling um Vestmannasund, er sett í sigling inn á Skálafjørðin. Eysturoyggin er landfastur partur av miðstaðarøkinum í Føroyum [...] samband við aktuellu samferðslutrupulleikarnar, er tað hugstoytt at staðfesta, at ætlanin um vágatunnilin verður brúkt sum polittisk kastibløka. Samgongan hevur samtykt og síðani stovnað eitt partafelag [...] neyvan lagt seg út í ein slíkan spurning. Hvussu nógvir túrar skulu verða til ymiskar oyggjar, og hvat skip skal røkja rutuna, eru spurningar, ið oftast eiga at vera partar av einari heildarmeting. Ein
spurningurin er ikki, hvat danir siga ella halda, men hin vegin hvat vit føroyingar kunnu semjast um? Kunnu vit finna eina semju, sum eisini kann vinna undirtøku á einari fólkaatkvøðu? Møguleikin er søguligur [...] eina semju. Hetta er at skulka sær undan uppgávuni. Hette er at renna undan málinum. Og eitt kann eg vissa løgmann um, og tað veit hann eins væl og vit aðrir, at uttanlandsnevndin er ikki eitt ?Mekka? [...] áðrenn málið verður latið uttanlandsnevndini. Alt annað er at vísa ábyrgdarloysið í einum týðandi máli. Løgmaður er leiðari fyri samgonguna, so tað er bæði rætt og náttúrligt, at hann átekur sær hesa uppgávuna