Tjóðveldisflokkurin gekk nógv fram á valinum ífjør, og hann styrkir framvegis støðu sína, og tað er rættiliga sjáldsamt, at ein landsstýrisflokkurin heldur fram at fáa vaksandi undirtøku. Sambært kanningini fær Tjóðveldisflokkurin 25,5 prosent av atkvøðunum.
Men tá hetta er sagt, so skal eisini vísast á, at Javnðarflokkurin fær eisini vaksandi undirtøku fyri sjálvstýrispolitikki sínum. Javnaðarflokkurin fær útvið ein fjórðing av øllum atkvøðunum, og tað er rættiliuga gott, tá hugsað verður um botnvalið hjá flokkinum fyri bara fimm árum síðani.
At Sambandsflokkurin gongur fram, og fær meiri enn 23 prosent av atkvøðunum, er ikki so løgið. Flokkurin hevði eitt stak vánaligt val ífjør, og harafturat er hann jú í dyggastu andsstøðu til fullveldispolitikkin hjá landsstýrinum, og serliga Tjóðveldisflokkinum.
Líkt er nevniliga til, at ein polarisering fer fram millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, og í hesi polarisering dettur Fólkaflokkurin heilt niður ímillum, meðan Javnaðarflokkurin næstan er líka so stórur sm Tjóðveldisflokkurin. Eftir kanningini røkkur Fólkaflokkurin bara upp í 17,6 prosent av atkvøðunum, sum er útvið fýra prosent menni enn á seinasta vali.
Eisini hin landsstýrisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, hevði havt eitt vánaligt val, um val var nú. Flokkurin missir ein stóran part av atkvøðunum, og fær bara fimm prosent.
Enn eru tølini so fesk, at tað er torført at gera nakra metingar um, hví tað gongur sum tað ger, men tað kann hugsast, at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fáa ikki rættiliga undirtøku frá veljarum sínum í offisiella fullveldispolitikkinum hjá landsstýrinum.
Harafturat hevur Útvarpið ikki kunngjørt, hvat fólk siga til fullveldisætlanina, men spennandi verður, um meiriluti framvegis er fyri fullveldi. Orðaskiftið á Tingið um fullveldisætlanina bendi á, at Fólkaflokkurin er ikki so heilhjartaður sum Tjóðveldisflokkurin og kundi hugsað sær eina semju við Javnaðarflokkin, áðrenn samráðingar verða við donsku stjórnina.
Eftir tølunum fáa landsstýrisflokkarnir stívliga 48 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir fáa stívliga 50 prosent. Hetta merkir, at landsstýrisflokkarnir missa undirtøku, samstundis sum andstøðan nú fær undirtøku frá helvtini av veljarunum.
Hetta kann andstøðan ikki brúka til nakað, tí landsstýrisflokkarnr hava dygga meiriluta í tinginum sum er. Afturímóti eigur kanningin at siga landsstýrissamgonguni, at hon hevur ikki meiriluta fyri sínum politikki í løtuni. Eisini eigur kaningin at geva íkast til demokratiska orðaskifti um, at tað er neyðugt, at ein nýggj skipan í ríkisrættarligum høpi fær dygga undirtøku frá fólkinum.