Komið og haldið eitt rimmar ball!

Í hesum døgum eru politikarar, sum geva fólki lyftir fyri upp til tríggjar milliardir. Teir mæla rætt og slætt til, at vit halda eitt øgiligt ball! Tað er sjálvandi freistandi, tí kassin er fullur. Men byrja vit ballið, fáa vit 80?ini umaftur. Og hendir tað, fáa vit eisini 90?ini umaftur. Tí mugu vit siga tað púra greitt: Her verður onki ball.

Vit liva í eini spennandi, men sanniliga eisini í eini krevjandi tíð. Vit stíga tey fyrstu veruligu stigini fram móti einum sjálvbjargnum føroyskum vælferðarsamfelag. Tað aldargamla málið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, er so nær sum tað ikki hevur verið síðani 1946.

Vit náa ikki málinum við at kvetta ella kuta, men við miðvísum arbeiði og varligum tillagingum.

Eingin hevur nakra patentloysn uppá, hvussu vit náa á mál. Eingin hevur nakra einfalda uppskrift. Eingin hevur svar uppá allar spurningar.

Men vit hava ta føstu sannføring, at hetta landið er okkara. Tað er bert okkara ábyrgd at skapa grundarlag fyri einum føroyskum vælferðarsamfelag.

Okkara sannføring er, at hetta er tað mest virðiliga. Tað er eisini tað besta fyri okkara land og fólk.

At kasta ábyrgdina frá sær er sjálvandi tað lættasta. Men tað er ikki virðiligt. Tað er ikki sømiligt. Og tað er ógvuliga hættisligt.

At tveita ábyrgdina fyri okkara landi á onnur, er at tveita bæði okkum og okkara eftirkomarar út í óvissuna.


Brimgarðurin skal halda

Men skulu vit hava politiska ábyrgd fyri okkum sjálvum, so krevur tað sjálvsagt, at vit eisini vísa búskaparliga ábyrgd. Og búskaparliga ábyrgd vísir tú fyrst og fremst í góðum tíðum.

Í løtuni gongur óvanliga væl. Almennu kassarnir hava leingi havt veldug avlop, og uttanlandsskuldin minkar í stórum. Tað er nú vit skulu vísa, um vit duga at hava ábyrgd ella ikki.

Vit hava dugað tað higartil. Landsstýrið ? við fíggjarmálaráðharranum á odda ? hevur megnað at halda tørn. Vit hava bygt ein sterkan politiskan brimgarð um okkara vaksandi inntøkur, og bara latið tann mest neyðuga partin seyrað út í samfelagið.

Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár hækka vit bert útreiðslurnar, har greiður tørvur er. Vit raðfesta almanna-og heilsuøkið fremst, og vit hækka pensiónirnar. Hetta nýta vit góðar 80 milliónir til.

Næstfremst seta vit undirvísing, gransking og mentan. Hesi øki fáa 24 milliónir afturat.

Síðani fáa olju- og umhvørvisøkið tað, sum neyðugt er fyri at tryggja góða stýring.

Hini økini standa fyribils í stað ella minka. Langtíðarraðfestingar verða gjørdar fyri íløgurnar, so vit alla tíðina klára at stýra nýtsluni.

Við hesi gongd fara vit komandi ár bert at brúka 363 milliónir av blokkstuðulinum til rakstur av samfelagnum. Og tá eru inntøkurnar sera varisliga mettar. Heldur búskaparvøksturin fram bara nøkulunda sum í fjør, klára vit at fíggja nærum allan blokkstuðulin.

Hetta er sjálvsagt í sera góðum árum, men kortini ber til at siga, at vit eru væl á veg til at gerast óheft av blokkstuðlinum. Fyri hvørja krónu landskassin tjenar eyka, brúka vit bara ein part. Restin verður spard saman. Heildarbúskapurin veksur væl skjótari enn tær almennu útreiðslurnar. Og tað avlopið, vit eru í ferð við at byggja upp, verður sett í ein búskapargrunn, ið skal umsita tann pening, sum ikki verða brúktur.

Hetta er vegurin fram, júst sum eisini verður víst á í Hvítubók. Vit eru í ferð við ta varligu tillagingina. Vit stíla fram ímóti einum sjálvstøðugum búskapi. Og tann kósin má haldast. Brimgarðurin má ikki brotna!


Komið heldur

og haldið ball!

Men tað er sterkar politiskar kreftir, sum nettupp vilja bróta brimgarðin. Tá orðaskifti var um fíggjarlógina vóru summir tinglimir so flottir, at teir kláraðu at futta upp í tríggjar milliardir krónur av teir 20 minuttirnar, teir høvdu orðið. Boðskapurin frá hesum fólkum er greiður: Sleppið stýringini, sleppið skynseminum, sleppið langtíðaráhugamálunum. Komið og haldið ball í staðin!

Hesi fólk hava bert eitt í huganum: At royna at taka patent uppá at vilja teimum eldru, sjúku og veiku væl. At taka patent uppá at vilja stuðla útjaðaran ella sítt lokaløki. At taka patent uppá at vilja vinnulívinum væl.

Og so skal samgongan setast upp sum fíggindin hjá øllum hesum.

Vit hoyrdu enntá ein tingmann spyrja, hvat landsstýrið billar sær inn at kalkulera við einum yvirskoti á fíggjarlógini uppá 449 milliónir. Hetta var bringuprýði, meðan tey gomlu og veiku bløða afturfyri, varð sagt.

Tilmælið var greitt: Komið heldur og brúkið pengarnar beinanvegin!


Aftur í 80?ini

Hvør er munurin millum henda hugburð og so tann, sum koyrdi hetta samfelagið so logandi á heysin?

Tað er eingin munur!

Hetta gongur út uppá, at vit skulu gjara út í góðum árum, og brúka allan blokkstuðulin til at pumpa samfelagið upp. Tá tað so gongur illa, ja, so fara vit at læna pengar til at halda ørskapinum gangandi. Og tá tað ikki gongur meira, siga vit: Ja, tíverri vinnan ? ongan studning meira. Og tíverri pensiónistar ? vit kunnu ikki tryggja tykkum pensiónina. Og tíverri sjúkrahús ? vit hava ikki ráð til nakað. Og tíverri bygdir ? her verður øll útbygging støðgað. Tað gerst ikki við, tí kassin er tómur.

Allir flokkar høvdu ábyrgd av skilaloysinum í 80?unum. Tað nyttar ikki at lasta hvør annan fyri tað. Men at fara undir tað sama umaftur - tað er ófyrigeviligt.

Vit fáa ongan sunnan búskap í Føroyum, fyrr enn vit gera okkum óheft av blokkstuðulinum. Fyrrenn vit gevast við útgjaringini. Gevast at spæla solidarisk við pengunum hjá øðrum.


Vandin er ábyrgdarloysi

Tann størsti vandin í føroyska samfelagnum í dag er politiskt sjálvsøkni og ábyrgdarloysi, sum byggir á danskan blokkstuðul. Um vit ikki taka fulla ábyrgd av okkara samfelag og fáa blokkin burtur, so endar galið aftur. Tað er ikki tí vit eru verri fólk enn onnur. Men tað ber ikki til at føra politikk, tá helvtin av tinginum sigur, at vit bert skulu brúka burtur av pengum, sum aðrir skattgjaldarar gjalda okkum, meðan hin helvtin sigur, at vit skulu ikki brúka pengarnar. Vit mugu semjast um, hvat grundarlagið er.

Og tað er bara eitt virðiligt og sunt grundarlag: At vit klára okkum sjálvi sum onnur fólk.


Val skulu hava avleiðingar

Stjórin í Føroya Banka hevur hevur sagt, at vit høvdu aldri kunnað farið soleiðis av sporinum í 80?unum, um vit vórðu mett eftir egnum evnum í altjóða samfelagnum. So leingi vit brúka danskar pengar og danskar skipanir sum eitt fríholt, fáa okkara gerðir ikki avleiðingar fyrr enn ov seint er. Tað mugu vit hava lært.

Danski forsætisráðharrin segði tað eisini so sera væl á fólkatingi herfyri: ?Um tit vilja verða sjálvstøðug, so fær tað avleiðingar. So fáa tykkara val avleiðingar?.

Tað er júst tað, vit vilja. Um okkara val ikki fáa avleiðingar, kann ongin ábyrgd og ongin trygg framtíð skapast.

Og sum forsætisráðharrin eisini segði: ?Um tit hinvegin velja at halda fram sum partur av danska ríkinum, so fær tað ikki avleiðingar.?

Tað er júst hesi ólukku skipan vit hava so ringar royndir av, og sum vit vilja sleppa burturúr!


Ikki ráð til heimastýri

Treytin er sjálvsagt, at vit sýna ábyrgd.

Og tað er ikki at sýna ábyrgd at tøma landskassan. Tað er ongin kunstur at oysa pengar út høgru og vinstru. Tað krevur einki av nøkrum ? hvørki borgarum ella politikarum.

Men gera vit tað, eru timburmenninir vísir. Hvussu ræðuligir teir kunnu verða, minnist øll frá kreppuni.

Tí er svarið til teir politikarar, sum nú vilja sleppa at bróta brimgarðin, púra greitt: Ikki talingur um!

Og til veljararnar mugu vit siga, at vilja tit hava alment oyðsl og útgjaring, so skulu tit velja onkran annan á ting.

Tí vit sum nú hava meiriluta, kunnu bara geva veljarunum eitt lyfti: Vælferðin skal tryggjast við spakuligum betringum, og ongir av teimum stóru trupulleikunum verða loystir beinanvegin. Pensiónir og aðrar veitingar skulu vera á einum rímiligum støði. Vit kunnu lova, at vit vilja brúka pengarnar, sum eru til taks, til tey, sum tørva mest. Men her verður eingin veitsla! Vit kunnu bert lova at miða eftir betringum í samsvari við okkara egnu fíggjarorku.

Alment oyðsl er ein tann størsta hóttanin móti samfelagnum í løtuni. Vit hava ikki ráð til tað. Vit hava ikki ráð til ábyrgdarloysi. Vit hava ikki ráð til heimastýri.

Vit skulu aldrin aftuir enda í skommini, sum vit upplivdu í 1992.

Nú fara vit til verka undir fullari ábyrgd.


Høgni Hoydal,

landsstýrismaður