Føroyingar skulu eggjast at seta pengar í fiskiskip

Tað er nú greitt, at fólkaflokkurin stendur rættiliga einsamallur í samgonguni í spurninginum um stuðul til at endurnýggja fiskiflotan. Tað hevur leingi verið kent, at tjóðveldisflokkurin er í móti. Men í dag avdúkar Sámal Petur í Grund, at eisini sjálvstýrisflokkurin er ímóti

Tað er nú greitt, at Fólkaflokkurin er í minniluta í samgonguni í málinum um almennan íløgustuðul til at endurnýggja fiskiflotan.

Tað hevur leingi verið alment at størsti samgonguflokkurin, tjóðveldisflokkurin, tekur ikki undir við ætlanunum hjá fólkaflokkinum um íløgustuðul til at endurnýggja fiskiflotan.

Men nú er tað somuleiðis greitt, at eisini tann minsti andstøðuflokkurin, sjálvstýrisflokkurin er ímóti eini slíkari ætlan.

Hetta málið hevur fingið drúgva viðgerð í fjølmiðlunum, men higartil eru tað bara sjónarmiðini hjá teimum báðum størstu samgonguflokkunum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum, sum hava verið viðgjørd.

Hinvegin hevur ikki eitt kis verið at hoyrt til tann triðja samgonguflokkin, sjálvstýrisflokkin.

Vit hava tí spurt formann sjálvstýrisfloksins á tingi, Sámal Petur í Grund, hvat teirra støða er til málið um endurnýgging av fiskiflotanum.

Og hann ger púra greitt, at sjálvstýrisflokkurin er ímóti vanligum íløgustuðuli til endurnýgging av skipaflotanum, har stuðulin er ein ávísur prosentpartur av byggikostnaðinum.

Tó ásannar Sámal Petur í Grund, at sum er, megnar flotin neyvan at endurnýggja seg við egnum avkasti.

Spurningurin er so, hvat skal gerast?

Sámal Petur í Grund sigur, at samgongan undan hesari hevði longu gjørt eitt uppskot til eina lóg um endurnýgging av fiskiflotanum.

?Men tað uppskotið kundi hvørki sjálvstýrisflokkurin, ella tjóðveldisflokkurin góðtaka.

Formaður sjálvstýrisfloksins á tingi sigur, at tað var eitt ógvuliga umfatandi uppskot.

? Eftir tí skuldi landið lata 15-20% í stuðuli til at byggja skip fyri, alt eftir, hvussu stórur eginpeningurin var.

? Men samstundis skuldi tað almenna eisini lata upphøggingarstuðul. Øll fiskirættindini hjá teimum upphøgdu skipunum skuldu so latast teimum skipunum, sum vórðu bygt.

Sámal Petur í Grund sigur, at sjálvstýrisflokkurin kundi als ikki góðtaka hetta uppskotið, tí tað var at fara ov langt við almennum stuðuli.

Hann sigur, at yvirhøvur er sjálvstýrisflokkurin ímóti at lata vanligan íløgustuðul, sum skal vera ein prosentpartur av byggikostnaðinum.

? Í hesi samgonguni hevur higartil mest verið arbeitt víðari við at finna eina semju ímillum flokkarnar útfrá tí uppskotinum, sum tann undanfarna samgongan gjørdi, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann sigur, at annars er samgongan ikki liðug at viðgera málið.

Men hann heldur, at tað skuldi borið til at funnið eina semju fyri nýggjár, sum er evstamarkið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

? Men tíverri mugu vit ásanna, at vit eru ikki komin serliga langt enn. Vit eru ikki komin longur enn til at pilka einstakar lutir burturúr tí gamla uppskotinum, sigur Sámal Petur í Grund.


Má vera lokkandi

Sámal Petur í Grund sigur, at fyri sjálvstýrisflokkin er tað avgerandi at finna eina skipan, sum førir við sær, at peningurin, sum er í fiskivinnuni verður verandi í fiskivinnuni.

Við øðrum orðum skal ein skipan finnast, sum ger tað lokkandi at gera íløgur í fiskivinnuna.

? Tað má ikki verða soleiðis, at landið skal lata fiskivinnuni stuðul og sanera skip, og hvørt av sínum, hvørja ferð tað stendur á. ? Men so tá ið tað so gongur gott, verður peningurin so aftur tikin úr fiskivinnuni og brúktur til heilt onnur endamál.

? Tí er tað neyðugt, at vit finna eina skipan sum førir við sær, at avkastið í fiskivinnuni verður verandi í fiskivinnuni.

? Vit skulu við øðrum orðum finna eina skipan, sum ger tað lokkandi at gera íløgur í skip og sum ger tað lokkandi hjá teimum, sum eiga skip, at brúka peningin til at útvega nýggj skip, og ikki bara dúva uppá almennan stuðul.

? Men tað er onki at siga reiðarar ringar fyri, at teir brúka peningin til onnur endamál, tí tað er sjálvsagt, at kapitalurin fer hagar, hann kastar mest av sær.

? Men júst tí má tað gerast lokkandi at seta pening í fiskiskip.

Formaðurin í sjálvstýrisflokkinum á tingi sigur, at tann skipanin er ikki funnin enn. Og sjálvur hevur hann enn onki boð uppá, hvussu ein slík skipan sær út.

? Trupulleikin er, at higartil hevur hendan samgongan bara arbeitt útfrá tí uppskotinum, sum undanfarna samgongan gjørdi.

Tað skilst á honum, at tað, sum krevst fyri at finna eina semju í samgonguni, er, at flokkarnir seta seg saman at viðgera, punkt fyri punkt, hvat endamálið við einum stuðuli skal verða.

? Og eftir hansara tykki er ongin ivi um, at endamálið skal vera at tryggja, at avkastið verður verandi í fiskivinnuni.

? Tað má ikki verða so, at peningur verður latin úr landskassanum, til fiskivinnuna, men verður so bara slúsaður ígjøgnum fiskivinnuna fyri síðani at verða brúktur til heilt onnur endamál.

? Og so ræður um at snikka eina skipan til, sum stuðlar uppundir tað, heldur enn at gera eina stuðulskipan sum førir við sær, at avkastið kann fara, hvar tað skal vera.

? Tað kann eitt nú gerast við linari skattareglum, við, at vinnan kann seta pening í íløgugrunn og kanska við einum ella øðrum slagi av íløgustuðuli.

?Og tað hevur stóran týdning fyri sjálvstýrisflokkin, hvussu ein slík skipan verður. Tað má ikki verða ein skipan, sum ger at reiðarar koma í neyð av pengum og eggjar teimum til at keypa fleiri bilar, fleiri ekkolodd, fleiri radarar og annað, bara fyri at sleppa undan at betala skatt.

?Hetta var júst støðan, seinast íløgustuðulin var, og tað má ikki henda aftur, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann leggur afturat, at sjálvstýrisflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.

?Tað er ein Framtaksgrunnur afturat. Og vit hava havt meiri enn nokk av trupulleikum av tí eina Framtaksgrunninum sum er. So at stovna ein afturat, verður ikki talan um, sigur formaður sjálvstýrisfloksins á tingi.