Rætt við almennum stuðuli til endurnýgging av fiskiflotan

Poul Mohr heldur ikki, at Føroya arbeiðsgevarafelag skal leggja seg út í kjakið um almennan stuðul til at endurnýggja fiskiflotan fyri, ella ikki

? Eg dugi illa at síggja, hvussu tað ber til at endurnýggja fiskiflotan, uttan ein ávísan stuðul.

Fiskifloti er gamal og tað er ongin ivi um, at tað fer at fáa stóran týdning fyri skipasmiðjur okkara, tá ið hann verður endurnýggjaður.

Vit hava spurt Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju, hvat hann heldur um at lata almennan stuðul til at endurnýggja fiskiflotan fyri.

Tað sær hann onki skeivt í.

? Tá ið fiskiflotin ikki kann endurnýggja seg við egnari megi, má tað verða rætt til at lata ein ávísan stuðul. Men tað má verða ein eingangs íløgustuðul, og ikki meiri enn tað, leggur hann dent á

? Og so mugu politikarar eisini hava rygg til at halda fast um, at talan var um ein eingangsstuðul.

? Eru teir ikki so frægt at sær komnir, at teir megna at stýra tí við allari teirri umsting, teir nú hava fingið, eru teir ikki verdir at verða í landsins stýri.

Annars er Poul Mohr púra samdur í, at vit mugu aldrin aftur koma í somu støðu sum vit vóru í við studningsmylluni frá sjeyti- og áttatiárunum, har blankokekkar vóru skrivaðir í eyst og vest

Hann sigur, at eftir øllum at døma er fiskivinnan ikki før fyri at endurnýggja seg sjálvi.

? Eg trúgvi onki uppá, at føroyingar høvdu biðið um stuðul, um teir megnaðu tað sjálvir.

Hann sigur, at tað er eitt sindur ørkymlandi í heilum at frætta úr Noregi, hvussu nógv fiskivinnan har kastar av sær, tí tað eru øgiligar upphæddir.

Men hví fiskivinnan í Føroyum kastar so lítið av sær afturímóti, hevur hann onki boð uppá.

? Tað hevur verið nógv tosað um tað í Føroyum, uttan at koma til eitt úrslit.

Poul Mohr dámar onki uppskotið hjá javnaðarflokkinum til endurnýgging av fiskiflotanum.

? Eftir tí skal ein almennur grunnur verða í nevnd og hava ávirkan á tey feløg, sum partapeningur verður settur í.

? Tað er ikki tað rætta. Tí tað hava vit roynt í sjeyti- og áttatiárunum við sera ringum úrslitum.

Akkurát, hvat hann sipar til, fær hann ikki sagt nakað um.

Tí heldur hann, at ein eingangs íløgustuðul er tað rætta.

?Tað er onki forgjørt í at lata stuðul, tí tað gera øll onnur, ikki minst ES.

Nú tosar tú beint ímóti tínum egna felag, arbeiðsgevarafelagnum, sum ikki vil hava almennan stuðul til endurnýgging av fiskiflotanum.

? Hetta er ikki eitt øki, sum Arbeiðsgevarafelagið skal leggja seg út í. ? Hatta hevur felagið onki við at gera, og mær dámar yvirhøvur ikki, at tað úttalar seg um slík mál.

Hann heldur, at tað er spell, at samgongan ikki semist um hvat skal gerast á hesum øki.

?Eg veit um menn, sum kundu hugsa sær at bygt skip,men teir ganga bara og bíða eftir lógini.

? Tí ongin fer at byggja skip, um stuðul kanska kemur einaferð seinni.

Tí er hevur tað stóran týdning, at samgongan ger greitt, hvat hon ætlar á hesum øki-um stuðul verður latin, ella ikki, tí minsta krav hjá vinnuni má vera, at hon veit, hvat hon hevur at halda seg til, sigur Poul Mohr